Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 201 - 21. oktober 2005 UTTAN ÚR HEIMI Týðandi politikari skal takast Ein dómstólur í Texas hevur givið boð um, at republik- anski kongresslimurin Tom DeLay skal takast, tí ill- gruni er um, at hann hevur gjørt seg sekan í fíggjars- viki. Løgreglan fer kortini ikki eftir honum, men hann hevur fingið boð um at fara á eina løgreglustøð, so løg- reglan kann taka myndir av honum og skráseta fingramerki hansara, skrivar AP. Tom DeLay er undir illgruna fyri at hava snýtt mynd- ugleikarnar í sambandi við valið í Texas í 2002. Lógin í Texas bannar fyritøkum at veita politikarum fíggjarligan stuðul til valstríð, men Tom DeLay skal hava tikið ímóti stuðuli frá fleiri fyritøkum, og fyri at sleppa uttan um lógina skrásetti hann stuðulin sum gávur frá privatfólki. Fyrr í hesum mánaðinum noyddist Tom DeLay at siga seg úr starvinum sum formaður í tí republikanska bólkinum í Umboðsmannatinginum orsakað av illgrun- anum um svik. Í dag skal hann møta í rættinum at svara skuldsetingunum. Tuberklar við markið Felagið hjá teimum hjarta- og lungnasjúku í Noregi heitir bú á myndugleikarnar um at hjálpa russum ímóti einari herviligari tuberklasjúku, sum ger um seg í út- nyrðingspartinum av Russlandi tætt við norska markið. Felagið sigur, at ongastaðni í heiminum eru skrásettir so nógvir tilburðir av tuberklum sum í Arkhangelsk- umráðnum, og at talan er um tuberklar, ið vísa seg at vera mótstøðuførir ímóti vanligum heilivági. Sambært norska felagnum hava umleið 400 fólk í Arkhangelsk- umráðnum hesa tuberklasjúkuna, og meiri enn 250 fólk eru deyð av sjúkuni tey seinastu fýra árini. Felagið hjá teimum hjarta- og lungnasjúku í Noregi vil hava teir norsku politikararnar at vísa málinum størri ans, tí eftir felagsins hugsan er sjúkan ein hóttan, tí hon kann breiða seg um markið. Norskir læknar halda kortini ikki, at vandin fyri tí er serliga stórur, skrivar Aftenpost- en, men teir ásanna, at tað er ein trupulleiki, at tuberklar eru mótstøðuførir ímóti tí vanliga heilivágnum. Órinið ógildað Hægstirættur í Kili hevur gjørt av at ógilda tað politiska órinið hjá fyrrverandi forsetanum Augusto Pinochet, soleiðis at hann kann koma fyri rættin, tí hann er ákærdur fyri skattasvik. Ákæruvaldið vil vera við, at Pinochet stakk 27 milli- ónir dollarar í egnan lumma í árunum frá 1981 til 2004, og at hann slapp sær undan at gjalda 16 milliónir krón- ur í skatti. Ákæruvaldið vil eisini vera við, at ein partur av inntøkuni stavaði frá ólógligum vápnahandli og øðrum ólógligum virksemi. Hetta er ikki tað fyrsta rættarmálið ímóti fyrrverandi forsetanum, men tað er strævið hjá ákæruvaldinum at koma nakran veg, tí í hvørjum einstøkum føri má tað biðja hægstarætt ógilda politiska órin hansara. Í september ógildaði hægstirættur órinið, so Pinochet kann ákærast fyri at hava givið boð um at beina fyri 15 politiskum mótstøðumonnum undir hernaðarstýrinum, sum stýrdi Kili frá 1973 til 1990. Goymdi fostur og lík Løgreglan í amerikanska býnum Pittaburgh hevur fingið eitt óhugnaligt mál at avgreiða. Í vikuni varð avdúkað, at ein maður hevði fjalt líkini av 19 pinkubørnum og umleið 300 fostur. Maðurin ar- beiddi hjá sjúkrahúsinum Magee Women's Hospital. Hansara arbeiði var at standa fyri líkbrenningini, tá pinkubørn doyðu á sjúkrahúsinum, og tá kvinnur fingu fosturtøku. Men ístaðin fyri at brenna líkini, tók hann tey og fjaldi tey. Tað var kona mannin, sum varskógvaði løgregluna. Á løgreglustøðini verður sagt, at pinkubarnalíkini og fostrini eru frá árunum 2000 til 2002. Sonarútgerðin hjá amerikanska herflot- anum kann taka lívið av hvali, siga djóra- verndarfelagsskapir DJÓRAVERND Árni Joensen fartekst@mail.dk Sonarútgerðin, sum amer- ikonsku herskipini brúka, er sambært djórnaverndar- felagsskapunum í stríð við amerikanska lóg, tí hon kann skaða súgdjór í havin- um. Felagsskapirnir vísa á, at herflotin brúkar eitt slag av sonar, sum hevur ein ser- ligan frekvens, og at tekin- ini frá útgerðini kunnu elva til innvortis bløðingar hjá eitt nú hvali. Felagsskapirnir siga, at sjálvt um orsøkin ikki kann prógvast, so hevur tað víst seg, at nebbafiskur og ann- ar hvalur í stórum tali er vilstur upp á land aftan á stórar herflotavenjingar, og at hetta er hent fleiri ferðir ígjøgnum mong ár. Felagsskapirnir og nakrir einstaklingar hava tí gjørt av at draga herflotan í rætt- in. Ímillum einstaklingar- nar er Jean-Michel Cou- steau, sum er sonur tann kenda franska havgransk- aran Jacques Costeau. Í Meksiko, Kuba og Florida hava mynd- ugleikarnir gjørt av at flyta fólk burtur und- an ódnini »Wilmu« VEÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Einasti uggin hjá meksiko- monnum og amerikanarum er, at "Wilma" er viknað nakað tað seinasta sam- døgrið. Fyrrakvøldið var hon tann ringasta, sum menn vita um at siga, men í gjár var hon viknað eitt sindur. Sambært amerik- onsku veðurstovuni var hon vorðin ein ódn í bólki fýra, og vindferðin lá um 250 kilometrar um tíman. Í gjár hevði "Wilma" kós ímóti Yucatan-nesinum í Meksiko og vestara parti av Kuba. Í Meksiko høvdu myndugleikarnir biðið fólk fara burtur frá strondini, og umleið 10.000 ferðafólk høvdu fingið boð um at fara av gistingarhúsunum við strondina. Har vesturi í Kuba vóru allir skúlar stongdir, fleiri túsund fólk vóru flutt burtur frá strond- ini, og myndugleikarnir settu fólki aðrastaðni í landinum bann fyri at fara vestureftir. Samstundis fingu arbeiðsfólkini í teim- um nógvu tubbakslundun- um boð um at bjarga tí, sum bjargast kundi. Veðurmenninir rokna við, at "Wilma" fer at herja ein stóran part av Florida í dag og í morgin, og har hava umleið 80.000 fólk fingið boð um at fara frá húsi og heimi í góðari tíð. Stjórin á amerikanska ódn- arstovninum, Max May- field, segði við CNN í gjár, at tær smáu oyggjarnar Florida Keys kunnu fáa eina harða viðferð, tá ódnin kemur hagar. Amerikanski oljuútbún- aðurin í Meksikanska Flógvanum sleppur undan ódnarveðrinum hesaferð, men tær stóru citruslundir- nar og sukurmarkirnar í Florida kunnu fáa ein dyggan smeit, sigur CNN. Amerikanski herflotin ákærdur fyri djórapínslu Rýma undan Wilmu Fylgisveinamynd av "Wilmu". Fyrrakvøldið var hon tann ringasta ódnin, sum menn vita um, men hon er viknað nakað síðani