fríggjadagur 21. oktober 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Skála vil gera sítt
Á Skála verður eisini
nógv tosað um FM-
møguleikan. Men
liðformaðurin heldur,
at hetta tosið mest er
millum áskoðararnar,
meðan spælararnir
royna at taka upp-
gávuna sum vant
SKÁLA
Jákup Mørk
Hóast tað mesta av prátin-
um um fótboltin leygar-
dagin higartil hevur snarað
um HB og B36, so eru tað
ikki bara hesi bæði, sum
hava møguleika til gullið.
Tí við einum javnleiki
millum
havnarfeløgini
bæði, so kann Skála væl
standa við gullinum. Og
skal roknast sum sannlík-
indarokning, so gevur hetta
orangu-litta
eysturoyar-
liðnum 1/3-møguleika.
Hóvar spælarunum
væl
Tí er einki løgið í, at Skála
eisini ger nógv við sínar
fyrireikingar undan sein-
asta dystinum, og sum so
tykist tað hóva spælarunum
væl, at teir tykjast vera eitt
sindur uttan fyri fokus.
- Tað er kanska ikki so
løgið, at so er. Okkara
møguleiki er jú tengdur at
øðrum úrslitum, meðan HB
og B36 kunnu avgera sítt
sjálvi. Tað er so sjávlandi
ikki tann besta støðan, men
hinvegin hóskar tað okkum
væl, at fokus er aðrastaðni,
sigur liðformaðurin hjá
Skála, Pauli G. Hansen.
Spurdur, um fótbóltstosið
á vestara armi á Skálafjørð-
inum hevur verið øgiligt
hesa seinastu tíðina, tykist
Pauli hava hug at flenna.
- Tað hevur verið øgiligt í
alt ár, og tað er sjálvandi
ikki minni nú. Tað eru
longu fleiri vikur síðani, at
fólk fóru at tosa um møgu-
leikan fyri, at seinasta um-
farið kundi laga seg so-
leiðis, at vit vórðu meist-
arar, um dysturin í Gunda-
dali endaði javnur. Og hesi
hava so eisini fingið rætt
nú. So prátið hevur verið
øgiligt.
Venjarin ger sítt
Hóast nógva prátið kring
vøllin, so hava bæði spæl-
arar og venjari roynt at
fyrireika seg sum vant.
Men Pauli ásannar kortini,
at tað hevur verið nakað av
órógv.
- Serliga týskvøldið vóru
nógv fólk og hugdu at
venjingini, og tað eru vit
ikki so vanir við. Men hin-
vegin, so hevur venjarin
(Jóhan Nielsen, blðm.)
duga avbera væl at dempa
spælararnar. Hann hevur jú
verið í líknandi støðum
óteljandi ferðum, og tí veit
hann akkurát, hvat krevst.
Men eitt er venjing. Ann-
að er dysturin, sum skal
spælast leygardagin. Vænt-
ar tú, at Skála uttan víðari
klárar at spæla sítt spæl,
ella fara tit at hava annað
oyra at kalla uttan fyri vøll-
in, so tit kunnu hoyra,
hvussu leikur fer í Havn?
- Sjálvur fari eg so at
hava bæði oyruni uttanfyri.
Eg eri nevnliga leikbannað-
ur, so eg ætli mær at fylgja
væl við, hvat gongur fyri
seg í Gundadali, flennir
Pauli, áðrenn hann aftur
gerst meira álvarsamur.
- Men sjálvandi kann tað
ávirka. Kanska serliga, um
tað verður at kalla tøgn
millum okkara áskoðarar.
Tá fara spælararnir ivaleyst
at hugsa, hvat tað er, sum
gongur fyri seg. Men tað
mugu vit so royna at tackla.
Vilja enda væl
Tá vit at enda tosa um
sannlíkindini fyri, at Skála
kann standa við gullinum,
tá avtornar, tykist Pauli ikki
vera heilt vónleysur um
møguleikan.
- Tað er jú altíð ein
møguleiki fyri javnleiki í
Gundadali, og so mugu vit
taka av. Eg rokni í øllum
førum við, at talan verður
um ein sera varnan fyrra
hálvleik, har hvørki B36
ella HB vilja vága nakað.
Men heldur ein javnleikur
sær hampuliga leingi, so
verða partarnir noyddir at
satsa, og so verður tað
álopsfótbóltur fyri allar
pengarnar.
Og álopsfótbóltur er væl
eisini tað einasta, sum tit
kunnu brúka til nakað?
- Ja. Skulu vit hava heið-
ursmerki, so skulu vit vinna
dystin. Gera vit tað, so fáa
vit í minsta lagi silvur.
Og eru tit nøgdir við tað?
- Bæði og. Sjálvandi
kanst tú altíð hyggja í bak-
speglið og iðra teg um ein-
stakar dystir. Men hugsar tú
hinvegin, hvussu meint vit
hava verið raktir av skað-
um, so haldi eg slettis ikki,
at tað er so galið. Og treyt-
að av, at vit vinna dystin
leygardagin, so verður talan
undir øllum umstøðum um
besta úrslitið í søguni hjá
felagnum. Og tí vilja vit í
øllum førum røkka, slær
Pauli fast at enda.
Upphiting
til enda-
brakið
í Glitni
Áðrenn endabrakið í For-
mula kappingini leygar-
dagin kl. 15, verður sum
vænt upphiting í Glitni,
men nú talan er um
endabrak millum bæði
havnarliðini, verður gjørt
eitt sindur eykað burturúr.
Glitnir lata dyrnar upp
kl. 13.00. tá verður turr
grind, spik og epli á
skránni saman við úr-
valinum
barrvørðurin
annars hevur at bjóða. Kl.
14.30 stendur bussurin
klárur uttanfyri og koyrir
væl upphitaðu áskoðarar-
nar, tað verið seg HB’ar-
ar, B36’arar ella uttan-
veltaði ókeypis niðan í
Gundadal.
nud
Nr. 201 • fríggjadagur • 21. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Sjálvur er Skála-
liðformaðurin leikbannaður
til seinasta umfarið. Men
hann slær fast, at tað fyrst og
fremst ræður um hjá Skála at
vinna sín dyst. Og so mugu
teir bara síggja, hvussu leikur
fer í Havn
Seinasta
freistin
nærkast
Leygardagin er
evstamark fyri til-
meldan til stóru fót-
bóltsgallaveitsluna
GALLAVEITSLA
tíðindaskriv
Veitslan, sum í ár verður
hildin í Leirvík, verður
skipað sum ein afturlatin
veitsla fyri 1. deild hjá
monnum og kvinnum,
dómarum, nevndum í fel-
øgunum og nevnd og
starvsfólki hjá FSF .
Á veitsluni verða kosnir
ársins spælarar, ársins
stjørnuskot, ársins málm-
aður og ársins venjari hjá
bæði kvinnum og monn-
um, og sum nakað nýtt
verður eisini farið undir
at kjósa ársins dómara.
Kostnaðurin fyri tiltakið
er kr. 350 fyri hvønn.
Íroknað prísin er væl-
komstdrykkur, borðhald
við forrætti, høvuðsrætti
og dessert og kaffi og 2
øl/sodavatn til hvønn.
Undir borðhaldinum verð-
ur eisini felagssangur og
gott undirhald við Magna
Poulsen.
Aftaná borðhaldið spæla
Showmenn til dans. Dans-
urin er bert fyri galla-
veitslu luttakarunum.
Tilmelding á teldupost
galla@gigotu.fo ella við
sms á tlf. 585051/223667.
Kostnaðurin á kr. 350
skal verða goldin á konto
í
Føroya
Sparikassa
273.329.5
áðrenn
leygardagin 22. oktober.