fríggjadagur 21. oktober 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 201 - 21. oktober 2005
Hóast bæði B36 og
HB vilja roknast sum
havnarfeløg, so verð-
ur tað ein vágbingur,
sum skal lyfta steyp-
inum, um gullið verð-
ur verandi í Gunda-
dali. Mikukvøldið
fingu vit eitt friðarligt
fótbóltsprát við teir
báðar liðformennin-
ar, Pól Thorsteinsson
og Rúna Nolsøe
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Blðm: Nú er tað ein vág-
bingur, sum er liðformaður
hjá bæði HB og B36. Er tað
nakað, sum tit báðir hava
givið serligan ans sum so?
Pól: Nei, tað haldi eg
ikki. Hjá kvinnum hjá B36
er tað jú eisini ein vágbing-
ur, sum er liðformaður
(Rannvá
Augustinussen,
blðm.).
Blðm:
So tað eigur
kanska at vera soleiðis?
Pól: Ja, tað sær tað út til.
Og áðrenn hon kom til B36,
var hon eisini liðformaður
hjá HB, so tann parturin er
helst í lagi.
Blðm: Og hvat sigur
Rúni?
Rúni: Tað eru kanska
onnur í Havn, sum tosa um
tað. Men sjálvur havi eg
ikki hugsa nakað um hetta.
Blðm: Men tit hava eis-
ini spælt saman í VB. Ger
tað ikki, at tit hava onkur
serlig bond í so máta?
Pól: Tað haldi eg ikki. Eg
haldi, at tað var bara tað
eina árið, at vit spældu
saman, áðrenn Rúni flutti
til Havnar.
Rúni: Ja, tú var so ungur
tá.
Blðm: Síðani sunnudag-
in hevur verið eitt øgiligt
fótbóltstos. Bæði í Havn og
kring landið annars. Er
hetta eisini nakað, sum tú
hevur upplivað sjálvur?
Rúni: Ja, tað slepst neyv-
an undan. Eg arbeiði jú
eisini í einum ítróttar-
handli, so tað eru nógv fót-
bóltshugað fólk, sum eg
hitti gjøgnum dagin. So tú
hoyrir tað snøgt sagt alla-
staðni. Spenningurin er
øgiligur.
Blðm: Og hjá tær tær
Pól?
Pól: Eg haldi ikki, at tað
er so øgiliga galið, har sum
eg nú arbeiði. Men møtir tú
fólki á gøtuni, so er tað fót-
bóltur, sum tosið snýr seg
um.
Blðm: Og hvussu upp-
liva tit tað sum spælarar, nú
tað í 26-27 umfør hava ver-
ið trý lið, sum at kalla hava
runnið kapp alla tíðina?
Pól: Eg haldi fyrst og
fremst, at hevði HB verið so
støðugt, sum teir hava ver-
ið seinastu trý árini, so
vóru teir langt síðani meist-
arar. Og somuleiðis kundu
vit avgjørt alt fyri langari
tíð síðani, um vit høvdu
dugað betri at gagnnýtt
yvirvágina, sum vit hava
havt í nógvum dystum. So
støðan er eitt sindur løgin.
Blðm: Óstøðugir sigur
Pól. Er tað nakað, sum tú
kennis við?
Rúni: Ja - heilt avgjørt.
Vit eru eisini avskrivaðir
fleiri ferðir í ár av bæði
áskoðarum og pressuni.
Men vit hanga framvegis í,
og tað er tað, sum vit hava
hildið fast um í skiftisrúm-
inum gjøgnum árið. Stigini
verða jú ikki tald saman,
fyrr enn øll 27 umførini eru
spæld. Og hjá okkum hevur
tað havt týdning, at vit
hava trúð upp á møguleik-
an, og ikki latið okkum
nervað av tosinum, sum
hevur verið aðrastaðni.
Hinvegin hava øll liðini
havt møguleikan at stinga
av, men eingin hevur tikið
møguleikan, so sum heild
hevur talan verið um óstøð-
ug avrik.
Blðm: Men hava tit ikki
kent tað, sum hava tit fingið
ein eyka kjans nakrar ferð-
ir?
Rúni: Fleiri ferðir. Vit
hava tapt seks dystir í ár,
men vit eru framvegis við í
stríðnum. Tað er heilt ótrú-
ligt.
Blðm: Tá tosað verður
um eyka kjansir, so hava tit
í B36 kanska kent tað, sum
hava tit ikki brúkt kjansin,
tá tit hava havt møguleika
at leypa avstað?
Pól: Ja. Tann kjansin
hava vit havt fleiri ferðir.
Til dømis høvdu vit dystin
móti TB í Havn, har vit at
kalla bara nýta eina hálvu
av vøllinum allan dystin,
men kortini spæla 0-0. Og
somuleiðis tá vit taptu móti
EB/Streymi, har vit spæla
upp á eitt mál, men tapa 1-
0. Men skal eg siga munin í
ár, so er hann, at meðan
B36 aftur hevur skuffað eitt
sindur, sum vit gjørdu í fjør
og í fyrraárið, so hevur HB
ikki verið eins støðugt, sum
teir annars hava verið. Og
eg má eisini siga, at eg
trúgvi aldrin, at nakað ár,
har talan verður um 27 um-
før, verður somikið javnt,
sum tað er í ár. Hvørki í
toppi ella botni. Tá vit
spældu 18 umfør, plagdi
meistarin mest sum at vera
funnin eftir 14 ella 15 um-
før. Og nú er alt framvegis
opið eftir 26 umfør.
Blðm: Men hevur tað
ikki gjørt tað eitt sindur
stuttligari at spæla í ár?
Rúni: Jú, heilt sikkur.
Kappingarárið er blivið
øgiliga langt, og tað hevði
heilt víst ikki verið líka
stuttligt, um alt langt síðani
Brakið leygardagin:
Vágbingar stýra høvuð
Pól Thorsteinsson, B36
Føddur: 17.11.1973
Hædd: 175 cm
Vekt: 69 kg
A-landsdystir: 37
Áður spælt við: VB, Valur
(ÍSL), NSÍ
Meistaraheiti: 2001 (B36)
Steypasigrar: 2001 (B36,
2002 (NSÍ), 2003 (B36)