fríggjadagur 21. oktober 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
varð avgjørt. Men skalt tú
taka støðu til, um kapping-
in skal verða 18 ella 27
umfør í framtíðini, so er tað
nóg so trupult bara at taka
støði í kappingini í ár. Og
eg eri samdur í Pól, at slík-
an spenning sum í ár, koma
vit aldrin at uppliva aftur.
Kanska verða tvey lið, sum
kappast til tað seinasta,
men so heldur ikki meira.
Blðm: Tit í B36 hava
serliga í seinnu hálvu havt
eitt ógvuliga strævið kapp-
ingarár. Kanska kann mann
siga, at tit vóru »hepnir« at
verða koyrdir úr steypa-
kappingini, tí árið annars
hevði verið enn longri.
Síðani juli hava tit spælt
nærum eitt ótal av dystum.
Er tað ikki farið at merkjast
á spælarunum?
Pól: Tað haldi eg ikki. Og
eg haldi ikki, at vit vóru
hepnir at verða koyrdir úr
steypakappingini, tí annars
høvdu vit longu vunnið
fyrsta gullmerkið í ár! Men
eg haldi ikki, at vit hava
merkt tað í hópinum, og tað
hevur heldur ikki verið so
strævið, sum eg hevði vænt-
að. Sjálvur havi eg vant
síðani januar í fjør, so eg
hevði roknað við, at tað
bleiv væl tyngri, enn tað
hevur verið. Men har hevur
javna kappingin kanska
eisini gjørt sítt.
Blðm: Men tú gleðir teg
kanska kortini til at fáa
vetrarfrí?
Pól: Ja, tað geri eg heilt
sikkurt. Og eg ætli mær so
ikki at fara undir venjing-
ina longu í november mán-
aði aftur. Tað verður so av
ongum!
Blðm: Og hava tit í HB
eisini havt tað strævið?
Rúni: Vit byrjaðu jú øgi-
liga tíðliga. Og í vetur
vandu vit tvær ferðir um
vikuna, so tað hevur verið
eitt langt kappingarár.
Blðm: Og tað kapping-
arárið endar nú leygardag-
in. Skulu vit tosa um sein-
asta dystin í Gundadali, so
er javnleikur jú ikki nakað,
sum nakar av pørtunum
kann brúka. Hava tit tosað
nakað um, hvussu tann
dysturin skal tacklast?
Pól: Vit hava ikki tosað
nakað um tað sum so. Men
mín áskoðan er heilt greitt,
at vit kunnu ikki satsa upp
á javnleik. Bæði tí tað altíð
er vandamikið í eini slíkari
støðu, tí tað tá verður lætt-
ari hjá HB at trýsta okkum.
Og sjálvandi eisini, tí vit
kunnu ikki satsa uppá, at
GÍ skal taka stig á Skála.
Tann møguleikin trúgvi eg
ikki uppá. So eg rokni við,
at tað hjá okkum, HB og
Skála verður galdandi, at
vit skulu spæla álopsfótbólt
leygardagin.
Blðm: Og Rúni. Ert tú
samdur í, at tað verður
álopsfótbóltur leygardag-
in?
Rúni: Tað er einki sum
eitur. Serliga um tað líður
út á seinna hálvleik, uttan
nøkur avgerð er funnin. Tá
verða bæði liðini noydd at
satsa, og so kann tað væl
verða opið í hinum endan-
um. Einasti kjansurin fyri,
at vit fara at verja, er um
vit eru níggju menn móti
endanum, og tað framvegis
stendur á jøvnum. So mugu
vit gera alt, sum vit kunnu,
soleiðis at B36 ikki verður
meistari!
Nr. 201 - 21. oktober 2005
19
ðsstaðnum
Rúni Nolsøe, HB
Føddur: 21.05.1971
Hædd: 179 cm
Vekt: 78 kg
A-landsdystir: 3
Áður spælt við: VB
Meistaraheiti: 1998, 2002,
2003, 2004 (Øll við HB)
Steypsigrar: 1995, 1998, 2004
(Øll við HB)
»Færøsk frisparks-
drøn sender Aab í
kvartfinalen« stend-
ur í donskum miðl-
um í dag. Og í Valby
var Jón Rói ískaldur,
tá seinasta brots-
sparkið sendi super-
ligufelagið, Viborg,
úr donsku steypa-
kappingini
DANSKA STEYPA-
KAPPINGIN
Jákup Mørk
Talan gjørdist um rætti-
ligt føroyingakvøld, tá
1/8-finalurnar í donsku
steypakappingini vóru á
skránni í gjárkvøldi.
Størstu yvirskriftirnar
fekk Súni Olsen helst, tá
hann var maðurin, sum
tryggjaði AaB sigurin
móti FCM. Súni var ikki
millum teir fyrstu ellivu
hjá AaB, sum uppiborið
legði seg á odda stutt eftir
steðgin. Men eitt korter
fyri leiklok javnaði Frank
Kristensen, sum júst móti
AaB plagar at vera á
blettinum fyri FCM.
Soleiðis gjørdist talan
um longda leiktíð, og her
setti AaB seg alt fyri eitt á
dystin. Tað tóktist, sum
bíðaðu áskoðararnir bara
eftir, at avgerandi málið
skuldi koma, men teir
máttu bíða, til bara níggju
minuttir vóru eftir, áðr-
enn sigursmálið kom.
Men tá var tað eisini vert
at bíða eftir.
AaB vann sær fríspark
einar 25 metrar frá málin-
um hjá FCM. Súni Olsen,
sum annars gjørdi tað
gott, tá hann varð skiftur
inn á miðvøllin, varð sett-
ur at skjóta, og restina av
søguni hava vit føroying-
ar so oftani sæð. Gøtu-
maðurin hamraði eitt væl
skrúvandi skot upp um
manngarðin og móti mál-
inum. Og har hevði Ola
Tidmann ongan livandi
kjans, tá bólturin umveg-
is stólpan fann sær leið-
ina til meskarnar.
Tríggir føroyingar
í 120 min
Mest óvæntaða úrslitið
mundi Frem tó standa
fyri, tá teir á heimavølli
tóku ímóti Viborg. Og úr
einum føroyskum sjónar-
hornið var hugaligt at
staðfesta, at Jón Rói Ja-
cobsen og Jónas Þór Næs
vóru partur av Frem-verj-
uni, sum aftan fyri seg
hevði Gunnar Nielsen í
málinum.
Viborg er í ár væl fyri í
superliguni, og teir tókust
eisini vera á sigurskós, tá
Jose Mota legði teir á
odda eftir steðgin. Emil
Christensen fekk tó javn-
að, og so skuldi longd
leiktíð til. Her legði Vi-
borg seg aftur á odda, tá
ein annars sera væl spæl-
andi Gunnar Nielsen ikki
megnaði at halda skot-
roynd, soleiðis at Alex
Nørlund fekk sett returin
í netið, men Frem og
Emil Christensen vóru
ikki lidnir. Emil syrgdi
nevnliga fyri, at talan
gjørdist um brotssparks-
kapping, og her gjørdust
føroyingarnir avgerandi.
Gunnar tók kanska ikki
nakað brotsspark, men
við at fara rætta vegin
hvørja ferð, trýsti hann at
enda Viborg-skjúttan at
skjóta á stólpan. Og tá
Jón Rói fekk álitið at
skjóta seinasta brots-
sparkið, var hann ískald-
ur.
Fleiri vóru nær við
Talan var annars um eitt
kvøld, har nógv super-
ligufeløg máttu arbeiða
yvirtíð, fyri at koma víð-
ari.
Umframt AaB, sum
altso spældi 120 minuttir,
noyddist OB heilt út í
brotssparkskapping móti
Kolding, eins og Esbjerg
noyddist tað móti Lyngby
og FCK noyddist tað móti
Slagelse. Í øllum trimum
førunum endaði alt tó
við, at superligufeløgini
høvdu bestu nervarnar úr
11 metrum.
Brøndby var einasta
superligufelagið,
sum
bara spældi 90 minuttir,
tá teir vunnu 2-1 á Silke-
borg. Og á heimavølli
vann B1909 heili 5-2 á
Herfølge.
Tey átta liðini, sum so-
leiðis hava vunnið seg
fram í fjórðingsfinalur-
nar, eru hesi: Randers
FC, Brøndby, B1909,
Frem, AaB, FCK, OB og
Esbjerg.
Dreymaspark frá Súna
Nú kenna eisini danir til frálíka sparkiteknikkin hjá Súna
Olsen. Mikukvøldið hamraði hann úr 25 metrum AaB
víðari í donsku steypakappingini