Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Verður talan um kaldan vetur í USA, kann oljuprísurin lættliga bæði tví- og trífaldast OLJUPRÍSIR Jákup Mørk Soleiðis sigur amerikanski búskaparfrøðingurin og analytikarin, Matthew Sim- mons. Fyri stuttum við- gjørdu vit á vinnusíðunum í Sosialinum bók hansara, Twilight in the Desert, sum hevur fingið nógva umrøðu kring allan heimin. Ikki minst, tí høvuðsboðskapur- in í hesari er, at oljuprísir- nir í veruleikanum eru alt ov lágir. Á fyrilestri í Ottawa í seinastu viku, greiddi Sim- mons frá, at ódnirnar, Katrina og Rita, uttan iva kunnu framskunda prís- hækkingarnar, sum kortini fara at koma. Ódnirnar framdu stórar oyðileggingar í Mexi- canska Golfinum, og enn restar nógv í, áðrenn fram- leiðslan er komin á somu hædd aftur. Tí sigur Simmons, at trýstið á oljuprísin í vetur kann gerast øgiligt. Ser- stakliga kann støðan gerst heilt ótolandi, um talan verðu um ein kaldan vetur í USA. Tá vil skipanin við náttúrugassi verða ovbyrj- að, og so fer prísurin mest sum á flog, staðfestir hann. 20 Nr. 201 - 21. oktober 2005 Leygardagin fer Tórshavnar Mans- kór at taka nýum- vælda salin í Norð- urlandahúsinum í nýtslu KONSERT tíðindaskriv Tórshavnar Manskór hevur verið sera virkið síðani 1987, og hevur kórið havt nógvar kon- sertir og tikið lut í yms- um tiltøkum so sum jarð- arferðir, jólaløtur uppi á Lágargarði, fimleika- framsýningar, kórstevn- ur, komponistakapping, konsertir, útgivið tvær fløgur, skipað fyri einari manskórstevnu og ikki minst nakrar uttanlands- ferðir. Ferðír til útlandið hava m.a. verið: 1993 í Ís- landi, har sungið var saman við Karlakóri Reykjavikur. 1994 í Dan- mark, Onglandi, Skot- landi og Wales, har kórið luttók í einari manskór- kapping (Llangollen International Musical Eisteddfodd), og kom kórið har á eitt 6. pláss. 1996 í Hetlandi. 1997 Konsertferð í Baltisku londunum: Estlandi, Let- landi og Litauen. 2000 luttók kórið á Inter- nationalari kórkapping í Linz í Eysturríki, og var hesaferð talan um eitt silvurmerki. 2003 luttók Manskórið til eina mans- kórskapping í Cornwall í Ongland, har kórið fekk eitt bronzumerki. Eisini hevur kórið fleiri ferðir, sungið sam- an við íslendskum kór- um, bæði í Føroyum og í Íslandi. Hetta var millum annað, tá kórið var á kon- sertferð í Íslandi í 1993, tá sungið varð saman við Karlakóri Reykjavíkar. Karlakór Reykjavíkar var á vitjan í Føroyum í 1995, har teir høvdu nakrar konsertir í Norð- urlandahúsinum, har Tórshavnar Manskór luttók. Tórshavnar Mans- kór hevur havt konsertir í Føroyum í 2003 saman við Karlakórinn Jøkull og Karlakórinn Fóst- bræður, og í mei 2004 vórðu hildnar tvær kon- sertir saman við Karla- kórinn Ernir, ein í Fugla- fjarðar Kirkju og ein í Norðurlandahúsinum. Á vári í ár var Karlakór Rangæinga á vitjan í Føroyum. Tá var ein kon- sert hildin í Vesturkirkj- uni. Reportoirið hjá Tórs- havnar Manskóri hevur síðani 1986 ligið um einar 100 sangir á ellivu ymiskum málum: før- oyskum, íslendskum, norskum, svenskum, donskum, týskum, fronskum, eingilskum, grønlendskum, russisk- um og latínskum. Men høvuðsdenturin hevur verið lagdur á tað upp- runaliga føroyska tilfar- ið, - tí syngja føroyingar ikki tað sindrið, sum er á føroyskum, hvør skal so gera tað? Mozart, Verdi, Brahms og aðrar mætar komponistar kanst tú hoyra sungnar allastaðni í verðini, - og ofta eitt sindur betur, enn føroy- ingar kunnu syngja teir. - Men hvør kann syngja "Kvæði fremsta fram- takskappa landsins" uttan vit føroyingar. Seinni nú í oktober mánaði fer Tórshavnar Manskór til Íslands á konsertferð, og verða konsertir hildnar bæði í Reykjavík og ymsastaðni á Íslandi. Fyrsta konsertin í nýggja salinum Bjarni og Rakul, Kolbein Simonsen og Sámal Ravn- fjall og Holgar og Villmenn fara hetta vikuskiftið á pallin í Glitni. Glitnir roynir at sláa navnið fæst sum nýggja spælistaðið í Havn. Vikuskiftið byrjar longu í hóskvøldið klokkan 21.00, tá Bjarni og Rakul fara á pallin at fjálga um gestirnar í Glitni. Tónleikurin verður sambært Glitni undir- haldstónleikur, sum hoyrir einum hugnaligum og væl- eydnaðum hóskvøldið til. Fríggjakvøldið eru tað tveir av teimum mest garvaðu tónleikarunum á føroyska tónleikapallinum, bassmeistarin Kolbein Simonsen og tann føroyski Neil Young og Bob Dylan í sama pakka, Sámal Ravns- fjall, sum fara at spæla. Teir munnu hava eina tí mest umfatandi spæliskránna í Føroyum og kunnu vanliga tillaga seg til næstan ein hvørja áskoðarafjøld. Kvøldið byrjar kl. 23.00 og er unplugged. Leygarkvøldið verður fótbóltsdansur við Føroya meistarunum í vágasoundi, Holgari og Villmonnum. Teir hava eru í harðari venjing til Global Battle of the Bands, og eru topp- trimmaðir, hetta kann ikki annað enn verða gott. Byrj- að verður kl. 23.30, ókeypis atgongd er til kl.. 24.00 nud Tað verður Tórshavnar Manskór, ið sum tey fyrstu taka nýumvælda salin í Norðurlandahúsinum í nýtslu Gamlar hetjur og nýggir risar í Glitni Oljuprísurin kann hækka heilt nógv Tað kann væl verða, at kostnaðurin av at fylla oljutangarnar verður nakað nógv hægri í vetur Mynd: Jens Kristian Vang Vit tosaðu við tveir praktikantar á Hotel Hafnia, Torgunn á Løgmansbø úr Mið- vágs- Sandavágs skúla og Sonju Ottosen úr Felagsskúlanaum á Oyrarbakka STARVSVENJING Kirstin Khaliqhey og Rannveyg F. joensen Vit gingu frá Miðalhúsin- um oman til Hotel Hafnia. Vit vóru ikki so staðkendar á hotellinum, men við hjálp frá arbeiðsfólkinum funnu vit tær at enda í køkinum. Tær vóru heldur bilsnar av at síggja okkum koma inn við myndatóli og einum blokki. - Nei, tit fara ikki at taka bílæt av okkum!, var eitt tað fyrsta tær søgdu. Men vit fingu tó loyvi at taka bíløt meðan tær gjørdu seg lidnan við matin. Síð- ani prátaðu vit eitt sindur við tær, og spurdu tær nak- rar spurningar um hvussu tær dámdu at arbeiða á hotellinum og tílíkt. - Eg visti ikki ordiliga hvat eg skuldi velja, siga tær báðar næstan við einum munni. Teimum dámar væl á hotellinum, tí har eru nógv fitt starvsfólk, men tær halda arbeiðið vera heldur strævið. Tá vit spurdu tær um hetta var teirra framtíðar yrki, vóru tær ikki heilt vísar í tí. - Men tað er kanska verið ein møguleiki, tí tey sum arbeiða her fáa ókeypis kips og sodavatn, sigar tær við einum stórum brosi. Vit takkaðu síðani fyri prátið og lótu tær fara aftur til arbeiðis. – Gott men strævið arbeiði Her funnu vit Torgunn á Løgmansbø millum allar grýturnar, har hon gjørdi klárt til ein lekkran rætt Sonja Ottosen stendur við einum stórum brosi í køkinum, og ger matin kláran til gestirnar.