Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 202 - 22. oktober 2005 Munters produktini avfukta kølirúm, frystirúm og aðrar goymslur, produktiónshølir, teknikkrúm, turkirúm, garagur, loftsrúm og kjallarar við kondenstrupuleikum, eins og onnur hølir har fukt ella kondens kann gera skaða, ella eitt turrari umhvørvi er eitt ynski ella krav. Á Hjalla 15 – Boks 1338 – FO 110 Tórshavn Tlf. 31 58 90 – Fax. 31 35 00 Mail: henrik@alma.fo Ivan Johansen Bilar er framhaldandi einasta ISO góðkenda bilasøla í Føroyum. Fríggjadagin 14. oktober 2005 var Det Norske Veritas (DNV) á gátt hjá Ivan Johansen Bilum fyri at eftirkanna og gjøgnumganga góðskuskipanina TÍÐINDASKRIV Tá starvsfólk saman við umboðnum hjá DNV høvdu gjøgnumgingið skipanina í slakar 8 tímar, kundi staðfestast at góðskustøðið er framhald- andi verður hildið hjá ein- astu ISO góðkendu bilasøl- uni í landinum, og at henda enntá er hækkandi á fleiri økjum. Árliga certifiseringin Sum partur av DS/EN ISO 9001:2000 góðskuskipan- ini hjá Ivan Johansen Bil- um skal ein árlig gjøgnum- gongd av skipanini gerast minst einaferð árliga. Henda var sum áður nevnt fríggjadagin 14. oktober 2005. Tað er altíð ein spenn- andi og ikki sørt gevandi dagur, tá góðskuskipanin verður gjøgnumgingin. Hetta setur krøv bæði til starvsfólk og fyritøkuna sjálva, og kemur í síðsta enda viðskiftafólkunum til góðar. Úrslitið av certifi- seringini vísti heilt greitt, at Ivan Johansen Bilar nýtir góðskuskipanina í gerand- isdegnum, og at hetta speglast aftur í teimum mannagongdum, sum eru galdandi. ISO skipanin - eitt amboð DS/EN ISO 9001:2000 skipanin er eitt amboð - heldur enn bert ein skipan í sær sjálvum. Velur leiðsla og starvsfólk ikki at nýta hetta amboðið, so er skip- anin sum so als einki verd fyri fyritøkuna. Skipanin er soleiðis skipað, at kravið er at dagføringar og manna- gongdir verða regluliga gjøgnumgingnar, fyri t.d at staðfesta: • Møguligar veikleikar. • Um góðskustøði verður hildið. • Um skipanin kann gerast meira einføld. • Um skipanin verður nýtt aktivt í gerandisdegnum. Við einari slíkari skipan í hondini eru mannagongd- irnar lýstar út í æsir, men tað er ikki eins týðandi við, at ymiskt kemur fyri, sum ikki er nøktandi, men styrk- in er hinvegin, at greiðar mannagongdir eru galdandi á øllum økjum, og tí er rættiliga stuttur vegur at finna loysnir, sum allir partar kunnu vera nøgdir við. Týdning fyri leiðslu, starvsfólk og viðskiftafólk Tað er eingin ivi um, at ISO skipanin hevur týdning bæði fyri leiðslu, starvsfólk og okkara viðskiftafólk. Leiðsla og starvsfólk eru sjálvandi áhugað í skipað- um viðurskiftum - og við- skiftafólkini eru kundar hjá einari fyritøku sum nýtir góðskustøði sum ein avger- andi "lykil" í kundasam- skiftinum. Hetta setur krøv, men við krøvunum fylgja úrslit - og tað ger so heldur einki um kundin hevur tað trygdina, at tænasta og góðska eru í hásæti, har bilurin verður keyptur. Ivan Johansen Bilar: Staðfest góðskustøðið hjá Ivan Johansen Bilum Kristnastova hevur skipað fyri legum á hvørjum ári síðani í 1976, og áhugin fyri at taka lut er fram- vegis stórur ÚTISETALEGA Jóannes Hansen Í hesi vikuni hava skúlarnir í Danmark havt heystfrí. Nú er heystfrítíðin í Dan- mark í vikuni eftir, at hon hevur verið í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani vóru heystfrítíðirnar í Føroyum og Danmark í somu viku. Og inntil fyri einum fimtan árum síðani var tað so- leiðis, at heystfrítíðin í Danmark var í vikuni frammanundan, at skúlar- nir í Føroyum høvdu heyst- frítíð. Síðani í 1976 hevur Kristnastova í Keypmanna- havn bjóðað til legur. Hetta er sostatt 30. árið, at legur av hesum slagnum verða fyriskipaðar, Tey fyrstu árini vóru legurnar um vár- ið og okkurt árið bæði á vári og heysti, men seinastu meiri enn tjúgu árini hava legurnar verið í heystfrítíð- ini. Soleiðis er tað eisini í ár. Útisetalegan hjá Kristna- stovu er í hesum vikuskift- inum. Tey hittust hóskvøld- ið, og tey halda á inntil á middegi í morgin. Áhugin at taka lut er stórur. Umleið 140 høvdu boðað frá lut- tøku á hesi leguni. Talan er um nógvar barnafamiljur. Harafturat eru nógvir luttakarar ung- fólk, sum eru í Danmark í lestrarørindum, og so eru tað útisetar, sum arbeiða og kanska hava sett búgv í Danmark. Á skránni eru tiltøk fyri bæði børn og tilkomin og til gaman og álvara. Klæ- mint Eliasen, sum býr í Fuglafirði, er farin til Dan- markar at undirvísa, og fleiri føroyingar eru farnir niður at hjálpa til við mat- gerðini. Tað sigur seg sjálvt, at matarlepin er eyð- kendur av, at tað eru føroy- ingar, sum matgjørt verður fyri. Legan er hesa ferð í Nordsjællands Efterskole, sum er tætt við Helsinge. Har hevur legan verið trý tey seinastu árini. Áður hava legur verið á fleiri øðrum støðum á Sjællandi. Fyrsta legan var í Konge- lejrinum við Sejrø bugt og nakað sunnanfyri Nykøb- ing Sjælland 6. til 8. febr- uar í 1976, og onnur legu- pláss hava verið eitt nú Kikhavn við Hundested og í Høve. Tað er samkoman í Kristnastovu, sum hevur boðið til legu. Út frá Kristnastovu arbeiða tvey føroysk trúboðarapør. Tey eru Susan og Øssur Berg- hamar og Anna og Símun Pætur á Torkilsheyggi. 140 føroyingar á legu í Danmark