leygardagur 22. oktober 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 22. oktober 2005
5
Løgmaður heldur ikki
at tað loysir seg at
hugsa um, hvør hevði
gjørt hvat í javnaðar-
flokkinum og í
sambandsflokkinum
ARBEIÐSSTEÐGUR
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tá ið Landsstýrið leggur
eitt slíkt umstrídd mál
fram, er tað sjálvandi tí, at
landsstýrið vil hava tað
gjøgnumført og so er tað
uppgávan at finna meiriluta
fyri tí.
Jóannes Eidesgaard, for-
maður
javnaðarfloksins,
hevur ikki nógvar viðmerk-
ingar til tíðindini um, at tað
var stór ósemja í javnaðar-
flokkinum um at leggja
uppskot fyri tingið um at
tvinga
strandfaraskipini
aftur í sigling.
Òsemjan var so stór, at
tann eini tingmaðurin, John
Johannesen, segði við Sosi-
alin í gjár, at hann hevði
ikki tikið undir við tí. Ein
annars tingmaður,Gerhard
Lognberg, er skelkaður at
støðutakanini hjá floksfel-
aganum.
Samstundis kravdi sam-
bandsflokkurin, at allir
tinglimirnir í samgonguni
tóku undir við uppskotin-
um, annars spældi hann
ikki við.
– Kravið frá sambands-
flokkinum havi eg ikki
fingið, men eg havi hoyrt
um tað.
Annars heldur Jóannes
Eidesgaard, at tað óneyðugt
og óáhugavert at seta seg
nú aftaná at hugsa um, hvør
hevði hvørja støðu.
– Vit kunnu bara øll
fegnast um, at partarnir
sálvir funnu eina semju,
leggur hann afturat.
Ósemjur skulu
viðgerast innanfloks
Annars sigur løgmaður, at
hóast hann er formaður
javnaðarfloksins, er hann
ikki partur í tingmanningini
hjá flokkinum, so tað er
avmarkað hvønn kunn-
leika, hann hevur til tað,
sum fyriferst innanhýsis í
tingmanningini.
Men hann heldur kortini,
at tað er altíð góður skikkur
at viðgerða ósemjur innan-
floks og ikki alment.
John Johannesen krevur
fund í flokkinum, fyri at
bøta um floksdisiplinina.
– Tað er altíð sømuligt, at
floksfelagir hava virðing
fyri hvørjum øðrum og
virða
sjónarmiðini
hjá
hvørjum øðrum.
Kortini er tað ikki ókent,
at tingmanningin í einum
flokki hevur ymisk sjónar-
mið.
Kortini heldur hann, at
tað, sum hann kennir til, er
javnaðarflokkurin kendur
fyri at rættiliga samdur, tá
ið tað kemur til politiskar
avgerðir.
Annars heldur løgmaður,
at sum limir í eini sam-
gongu, mugu politikarar
verða til reiðar at taka tor-
førar og umstríddar avgerð-
ir, tá ið ein meiriluti metir
at tær tæna heildini.
– Men at tingmanning
javnaðarfloksins
hevur
ymsar áskoðanir á eitt mál
um at leggja uppí eina
arbeiðsósemju,
er
ikki
ónatúrligt, tí vit hava langa
siðvenju fyri at virða rætt-
indini hjá pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum, so
tað er ein ómetaliga torfør
avgerð, sigur løgmaður
Varð semja ikki gjørd
ímillum Starvs-
mannafelagið og
fíggjarmálaráðið
hósdagin, hevði
landsstýrið lagt
uppskotið fyri
Løgtingið um at
tvinga strandfara-
skipini aftur í sigling,
sigur løgmaður
ARBEIÐSSTEÐGUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað var ein øgiliga stórur
lætti at sleppa frá at biðja
Løgtingið leggja upp í
arbeiðsósemjun
ímillum
Starvsmannafelagið og og
Fíggjarmálaráðið.
– Tað ásannaði løgmaður
eftir at semjan varð undir-
skrivað á miðdegi hósdagin
og arbeiðssteðgurin hjá
Starvsmannafelagnum end-
aði.
Samgongan var annars til
reiðar at biðja løgtingið
leggja upp í arbeiðsósemj-
una fyri at fáa skipini hjá
Strandferðsluni aftur í sigl-
ing, so at útjaðarin ikki
skuldi vera avbyrgdur.
Eitt uppskot varð klárt at
leggja fyri løgtingið um at
longja sáttmálan hjá teim-
um limunum í Starvs-
mannafelagnum, sum sigla
hjá Strandferðsluni.
Tá ið samráðingarnar
vórðu tiknar uppaftur, játt-
aði landsstýrið at taka upp-
skotið aftur og partarnir
fingu skrivliga váttan um
hetta, áðrenn samráðing-
arnar byrjaðu.
Men uppskotið varð ikki
tikið meiri aftur enn so, enn
at komu partarnir heldur
ikki til semju hósdagin,
hevðu landsstýrið lagt tað
fyri tingið.
Tað sigur Løgmaður og
samgongna stóð tískil fast
við kravið um, at skipini
skuldu aftur í sigling nú.
Vigaðu fyrimunir og
vansar
Men nú semja fekst í lag,
loysti tann trupulleikin seg
sjálvur.
– Tað var ein stórur lætti,
tí tað smakkaði øllum
ógvuliga illa at taka eitt
slíkt stig tað er at fara í
Løgtingið við einum slik-
um uppskoti.
Men Løgmaður sigur, at í
hesum føri vórðu fyrimunir
og vansar gjølliga vigaðir
upp ímóti hvørjum øðrum.
– Men tað gekk sjón fyri
søgn, hvussu stórar avleið-
ingar
arbeiðssteðgurin
hevði fyri útjaðaran av tí at
skipini liggja, og tað kundi
samgongan ikki standa
modell til. Samdust part-
arnir ikki, var tað sostatt
neyðugt at leggja uppskotið
fyri løgtingið, hóast tað
stríðir ímóti grundleggjandi
fakfelagsrættarligum prins-
ippum.
Løgmaður staðfestir eis-
ini,
at
hendan
vikan,
arbeiðssteðgurin hevur ver-
ið, var gott veður, men
samstundis, sum semjan
var funnin, brast hann á og
tað hevði ikki verið tespul-
igt og als ikki vandaleyst at
siglt um firðir og sund á
vetrardegi.
Heldur tú, at tað hevur
skundað undir samráðing-
arnar, at landsstýrið hótti
við at leggja málið fyri løg-
tingið?
– Tað er ógvuliga ilt at
meta um. Í øllum førum var
tað ikki endamálið við
uppskotinum.
Nú endaði semjan við
eini lønarhækking uppá
0,9%, eftir at landið hevur
ligið lamið í eina viku, tí at
landsstýrið vildi ikki góð-
taka eina lønarhækking upp
á 1%.
Tað er ein munur upp á
0,1%.
– Tað er ofta tað, sum
hendir í eini ósemju, at
semja fæst, hóast partarnir
ikki flyta seg nakað serligt.
Nú endaði tað við einum
eittárssáttmála.
Løgmanni hevði dámað
betri ein tvey ára sáttmála,
men tað eydnaðist ikki.
– Ein eitt árssáttmáli ger
tað torførari at leggja til
rættis og at leggja fíggjar-
lógir, tí tað er ikki lætt at
meta um lønarútreiðslurn-
ar.
– Men ein avgjørdur
vansi við einum eittárssátt-
mála, er, at tað krevur
ómetaliga
nógva
orku,
bæði frá Fíggjarmálaráðn-
um og frá fakfeløgunum at
samráðast um lønir. Tað er
ikki meiri enn ein sáttmáli
er liðugur, so skal samráð-
ast um tann næsta og tað
tekur orku frá øðrum, týð-
andi málum, heldur løg-
maður.
Ein øgiligur lætti at
sleppa undan at leggja uppí
– Tað smakkaði illa at leggja uppí, men fyrimunir og vansar vórðu gjølliga vigaðir upp ímóti hvørjum øðrum, sigur løgmaður
Avgerðin at leggja upp í
verkfallið kravdi stórt dirvi