leygardagur 22. oktober 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 202 - 22. oktober 2005
Tað kostaði einar 10
miljónir krónur at
umvæla lemmatrolar-
an, Suðring, eftir
herviliga eldsbrunan
í summar, sum kolaði
alla verksmiðjuna
upp. – Vit eru ógvu-
liga væl nøgdir við
tað arbeiði, sum gjørt
er – og við tað sam-
starv, vit hava havt
við Tryggingarfelagið
Føroyar, sigur reiðar-
in, Marner Lisberg
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Okkara elsti lemmatrolari,
Suðringur, sum er bygdur í
1977, sær nú aftur út sum
nýggjur
eftir,
at
øll
verksmiðjan kolaðist upp,
meðan
skipið
lá
við
bryggju í Saltangará tíðliga
í summar. Stívliga eitt ár,
áðrenn eldur kom í skipið,
var hagreiðingarlinjan á
verksmiðjuni skift út og
bygd av nýggjum. Tað var
maskinverkstaðurin, FJM
við Fjøruvegin í Runavík,
sum hegnisliga gjørdi hetta
arbeiði fyri reiðaríið hjá
Suðringi.
Væl nøgdir
Eftir herviliga eldsbrunan í
summar, fór Suðringur aft-
ur til fiskiskap síðst í aug-
ust og Marner Lisberg,
reiðari, sigur, at reiðarríið
er sera væl nøgt við tað
arbeiði, sum Skála Skipa-
smiðja hevur havt høvuðs-
ábyrgdina av. Hann er eisini
ógvuliga væl nøgdur við
tað samstarv, sum hevur
verið millum reiðaríið og
Tryggingarfelagið Føroyar
eftir, at skipið brendi.
- Saman við tryggingini
gjørdu vit ta avtalu, at
Skála Skipasmiðja skuldi
vera høvuðsleverandørur í
sambandi við umvælingar-
arbeiði. Vit ynsktu, at FJM
skuldi taka sær av hagreið-
ingarútbúnaðinum á verk-
smiðjuni, eins og KJ-
Hydraulik skuldi taka sær
av spølunum og øllum tí
hyldrauliska. KJ umboðar
nevniliga norsku Rapp-
spølini, sum Suðringur
hevur.
Marner sigur, at avtalan
var, at skipið skuldi verða
liðugt um ólavsøkutíð, og
einar tvær vikur seinni vóru
teir klárir at loysa.
Stórarbeiði
- Hetta hevur verið eitt stórt
arbeiði, tí skipið fórst so
illa í eldinum. Umframt at
øll verksmiðjan er skift út,
er høvuðstalvan til el-skip-
anina skift og stórur partur
av tí elektriska annars. El-
Service á Skála hevur tikið
sær av tí elektriska.
Reiðarin sigur, at messan
er eisini gjørd av nýggjum.
- Vit høvdu við árunum
gjørt nógv við skipið, og nú
skipið hevur fingið hesar
umvælingar og nýgerðir,
sær Suðringur út sum
nýggjum, sigur Marner.
Hann vísir á, at onkrir
trupulleikar hava verið við
spølunum, síðan skipið
loysti aftur, men hann held-
ur, at hetta er við at verða
undir landi nú. Spølini um-
borð á Suðringi eru ikki
skift, men eru tey somu
sum undan eldinum.
- Suðringur hevur fiskað
alla tíðina, síðan tað fór í
vinnu aftur. Talan hevur
sum heild verið um smá-
ting, eitt nú pakningar og
annað í hydraulisku skipan-
ini, sum er skift av nýggj-
um.
Tjena hampiligt
Reiðarin sigur, at tað er
stríggið at reka lemma-trol-
ararnar í hesum tíðum, nú
oljan er vorðin so ómeta-
liga dýr, men hann vísir á,
at manningin hevur tjent
hampiliga væl.
Skipari umborð á Suðr-
ingi síðan 1995 hevur verið
Jan Olsen úr Trongisvági,
ið er bróður Egil Olsen,
sum føroyingar eitt nú
kenna frá verkætlanini í
Lettlandi.
- Jan, sum er maður í
bestu árum, hevur siglt við
Suðringi í mong Harrans ár
– og í fleiri ár, áðrenn hann
gjørdist
skipari,
sigur
Marner Lisberg.
Umvælingararbeiði um-
borð á Suðringi hevur kost-
að einar 10 miljónir krónur.
Suðringur er aftur sum nýggjur
Framtaksgrunnur
Føroya og P/F Faroe
Seafood siga, at ar-
beiðið í samband við
søluna av P/F Faroe
Seafood verður fyri-
skipað av Corporate
Finance hjá KPMG í
Keypmannahavn, og
hetta arbeiðið verð-
ur skipað í trimum
stigum
VINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í tíðindaskrivi boða Fram-
taksgrunnur Føroya og
P/F Faroe Seafood nú frá,
at grunnurin í næstum fer
undir søluprosessina av
P/F Faroe Seafood.
- Sølan verður skipað
sum ein kontrollerað upp-
boðssølu
prosess,
har
møguligir keyparar fáa
høvi at bjóða upp á saml-
aða partapeningin í P/F
Faroe Seafood, sum sagt
verður í skrivinum.
Dagmar S. Joensen er
nevndarformaður í Fram-
taksgrunni Føroya.
Hon sigur, at endamálið
við, at Framtaksgrunnur
Føroya hevur átt P/F Faroe
Seafood er nú nátt við tað,
at felagið er vorðið fremsti
føroyski framleiðarin og
marknaðarleiðarin
av
fyrsta floks fiskavørum á
evropeiska marknaðinum.
- Felagið hevur í dag
góðar vakstrarmøguleikar
í framhaldandi at troyta
tey virðir, sum eru vorðin
støðið undir virkseminum
og við at luttaka í konsol-
ideringini í evropeiska
fiskiídnaðinum. Til tess at
fáa fulla nyttu av møgu-
leikunum í felagnum og
fremja hesar í verki, er
neyðugt við einum sterk-
um rakstrarligum og fíggj-
arligum støði, vísir Dag-
mar S. Joensen á.
Óli M. Hansen er nevnd-
arformaður í P/F Seafood.
Hann sigur, at síðan
november 2004, tá ið av-
gjørt var at leggja P/F
United Seafood og P/F
Faroe Seafood saman,
hevur miðvíst verið arbeitt
við at samskipa virksemið
í hesum báðum feløgum.
- Felagið hevur fingið
nýggjan
og
einfaldari
bygnað, og framleiðsluút-
búnaðurin er framhald-
andi optimeraður. Í dag
sær Faroe Seafood fram til
at fáa nýggjan eigara, sum
hevur eitt sterkt rakstrar-
ligt og fíggjarligt støði,
sigur Óli M. Hansen.
Framtaksgrunnurin og
P/F Faroe Seafood siga, at
arbeiðið í samband við
søluna verður fyriskipað
av Corporate Finance hjá
KPMG í Keypmannahavn,
og hetta arbeiðið verður
skipað í trimum stigum,
sum Sosialurin fer at
venda aftur til í komandi
viku.
Søluprosessin av P/F
Faroe Seafood fer
nú í gongd
Verksmiðjan umborð á
Suðringi sá ikki tespilig út
eftir herviliga eldin í
summar. Eftir stóru
umvælingina sær skipið nú
aftur út sum nýtt
Mynd: Vilmund Jacobsen
Marner Lisberg, reiðari, var í Saltangará og hugdi at brendu
verksmiðjuni longu morgunin eftir, sum eldur var í skipinum
náttina fyri
Mynd: Vilmund Jacobsen