Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 22. oktober 2005 7 Nesvík: Tey seinastu mongu árini hevur Legu- húsið í Nesvík verið karmur um fleiri ung- dómstiltøk, m.a. tær so- nevndu novemberlegur- nar. Aftur í ár standa hesar legur fyri framman. Men í ár hava fyrireikararnir fingið ein positivan trupulleika at taka støðu til. Nú, gjørt er upp við til- meldingini vísir tað seg, at ikki færri enn 431 ung- fólk kring alt landið hava teknað seg til legurnar. Upplýst verður, at á fyrru leguni 4. til 6. no- vember, sum er ætlað fyri 9. til 10. flokk, er einki pláss eftir, men at nøkur fá pláss eru eftir til ta seinnu leguna, sum verð- ur vikuskiftið eftir og sum er ætlað næmingum í 7. og 8. flokki. - Hetta er størsta lut- tøkan sum vit vita um, siga fyrireikararnir. sb. Arbeiðið við at dag- føra vegastrekkið við Streymin gongur al- samt framá. Í næstu viku verður ein part- ur av strekkinum as- falteraður av nýggj- um VEGARBEIÐI Snorri Brend Streymnes: Tann økta ferðslan eftir landi á Streymoynni krevur eisini gott vegakervi. Í eina tíð hava fólk hjá Landsverki arbeitt við at dagføra umleið 2200 m av landsvegi norðanfyri Streymnes, eins og teir hava gjørt 10 metrar av breiðum vegi við akslum. Eisini er ætlanin at dimensionera svingið, sum er norður móti brúnni um Streym til 80 km/t. Í komandi viku verður so asfalt lagt á ein part av strekkinum, samstundis sum restin av teininum verður breiðkaður. Frá Landsverki verður upplýst, at arbeiðið eftir ætlan verður liðugt í ár. - Eingin av málning- unum hevur nakað heiti. Framsýningin kallast einfalt bara Hugbirtingar, tí so kunnu fólk sjálvi fantasera víðari út frá myndunum, sigur Livar Nysted, sum í hesum døgum hevur listaframsýning í Havn. Og undirtøkan var munandi betri enn væntað FRAMSÝNING Snorri Brend Hvannasund: - Eg var ikki meiri enn komin inn um dyrnar her í Hvannasundi, fyrrenn tann fyrsti máln- ingurin var seldur. - Tað má vera tí, at fólk dáma væl mínar málningar, sigur listamaðurin, Livar Nysted. Sunnudagin lat hann upp eina framsýning við íalt 15 av verkum sínum í Gallarí Jinx í Havn. Hetta hendi seinnapartin, og eftir hetta legði hann leiðina norður aftur. Men tað var beinanvegin at fyrsti málningurin varð seldur. Og síðani tá eru tveir aðrir seldir. Framsýningin er opin tríggjar vikur aftrat, so enn er tíð hjá fólki at vitja fram- sýningina á Áarvegnum. Dáma málningarnar Livar Nysted hevur havt fleiri framsýningar áður. Men henda framsýningin í Havnini varð øðrvísi enn hann hevði væntað - posi- tivt! - Ja, eg má bara siga, at undirtøkan higartil hevur verið munandi betri enn eg hevði doymt um. - Tað má vera eitt tekin um, at fólki dámar máln- ingar mínar, sigur hann. Leiðarin av Gallarí Jinx tekur undir við hesum. Fólk hava eisini sagt honum, at tey eru væl nøgd við fram- sýningina. Ein fyrimunur við at hava framsýning í Jinx er í fyrsta lagi, at hetta er eitt væl um- tókt matstað. Hinvegin so liggur tað út móti vegnum, og tað er ikki at taka seg aftur í, at nógv hava sæð málningarnar frá vegnum av, og eru síðani komin inn at hyggja eftir teimum. Spartlijarn Dagliga arbeiðir Livar hjá Føroya Bjór í Klaksvík. Men ein stóran part av frítíð síni nýtir hann við spartlijarni í hondini. - Mær dámar væl at mála um kvøldið ella út á nátt- ina, sigur hann. Sjálvur byrjaði hann at tekna sum ungur, og tá hann var um 20 ára gamal byrjaði hann eisini at mála. Hetta er aðru ferð at Liv- ar hevur framsýning í Havn. Hann hevur somu- leiðis luttikið á framsýn- ingum á Norðoyastevnu og hjá Lions Club í Runavík. Livar er føddur í 1970 og er uppvaksin í Hvanna- sundi. Hann er giftur og eigur fýra børn. 15 navnleysir málningar á Jinx Henda myndin av tveimum eldri fólkum varð seld eftir lítlari løtu. – Eg havi málað fleiri myndir við sama evni. Og eg haldi, at fólki dámar væl hesa myndina, sigur 35 ára gamli Livar Nysted úr Hvannasundi Mynd: Jens Kr. Vang 1200 metrar asfalterast í næstu viku Teir hava gjørt fyrireikingar- nar, og nú skal so asfaltið leggjast á Ferðslunevnd fyri borgarin Gøta: Á bygdaráðsfundi í Gøtu kommuni herfyri varð samtykt at seta á stovn eina ferðslunevnd. Sambært uppskotinum til nevndina skal henda ferðslunevndin virka sum eitt millumlið og sambindingarlið millum borgararnar í kommun- uni og teir kommunalu myndugleikarnar. Í reglugerðini stendur m.a., at ein og hvør hevur rætt til at senda inn upp- skot, sum hava við ferðsluspurningar at gera. Nevndin hevur har- aftrat skyldu at viðgera øll innkomin mál. Á fundinum varð sam- tykt at velja bygdaráðs- limirnar, Maud Poulsen og Hans M. Foldbo sum kommunal umboð í nevndina. Triðja umboð- ið velur løgreglan í oynni. sb. Stórur vøkstur í lønargjaldingum Hagtøl: Seinastu tveir mánaðirnar, í august og september, hevur rætti- ligur vøkstur verið í løn- argjaldingunum, vísa hagtøl frá Hagstovuni. Tað eru í løtuni serliga fiskiskapurin sum stend- ur fyri hesum vøkstri. Triðja ársfjórðing í ár vóru lønargjaldingarnar 1.510 mió. kr. Vøksturin, í mun til sama árfjórðing í fjør, er 53 mió., sum svarar til 3,6 %. Hetta er størsti vøkstur síðani 2. ársfjórðing 2004. - Tað eru serliga lønar- gjaldingar í fiskiskapi sum nú bera vøksturin. Tær vóru 32 mió. ella 19,2 prosent størri, verð- ur upplýst. Tað skal tó havast í huga at í 3. ársfjórðingi í fjør vóru lønargjalding- arnar í fiskiskapi serliga lágar. Aðrar vinnugreinar sum hava havt lutfalsliga stóran vøkstur eru rá- evnisvinna, annar ídnað- ur, sjóflutningur og annar flutningur og vinnuligar tænastur. Vinnugreinir har lønir- nar eru í minking eru framvegis ali- og kryvji- virki, fiskavøruídnaður og nú eisini byggivinnan. sb. Fiskivinnan hevur øktar lønargjaldingar (savnsmynd) Metluttøka til ungdómstiltak Fyrsta vikuskiftið í november verður leguhúsið fullsett av ungfólkum úr 9. til 10. flokk, sum fara á árligu novemberleguna