leygardagur 22. oktober 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 202 - 22. oktober 2005
Vandamiklar ítróttardraktir uttan endurskin
Børn og ung í ítrótt-
ardraktum av ymsum
slagi fylla alsamt meir
í býarmyndini. Ynski-
ligt hevði tó verið, at
tey vóru væl sjónlig-
ari hesa myrku tíðina.
Eftir øllum at døma
hava feløgini, sum
úvega teimum drakt-
irnar, nevniliga ikki
ábyrgdina av, at hesar
eisini hava áseymaði
endurskin
ENDURSKIN
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hóast hugburðurin mót-
vegis nýtslu av endurskin-
um má sigast at vera vorðin
munandi meir positivur
millum bæði børn, ung og
foreldur seinastu árini, er
tað okkurt, sum bendir á, at
ítróttarfeløgini ikki rætti-
liga fylgja við á hesum øki.
Magni Fles, taxakoyrari og
pápi, er ein av teimum, sum
hevur varnast, at íróttar-
draktirnar, sum feløgini
útvega sínum limum, ikki
hava áseymaði endurskin.
- Draktirnar eru sum
oftast myrkar á liti, og tí eru
hesi ungu í stórum vanda í
ferðsluni, umframt at bil-
førarar hava stóran ampa av
teimum, serliga hesa ársins
tíð, sigur Magni.
Hvør hevur
ábyrgdina?
Magni vísir á, at meðan
flestu foreldur royna at
tryggja sær, at klæðir,
skúlataskur o.a., tey keypa
sínum
børnum,
hava
áseymað
endurskin,
er
hetta ikki nóg mikið. So
skjótt tey ungu hava fingið
eina drakt frá felagnum,
ganga tey stórt sæð ikki í
øðrum.
- Ítróttarfeløgini verða
stuðla av ymsum stovnum,
sum fáa sítt búmerki prent-
að á draktirnar, og sum
uttan iva ger tær bíligari hjá
teimum ungu at keypa. Og
alt gott um tað. Draktirnar
eru eisini ómetaliga væl
umtóktar, og tí undrar tað
meg
serliga
nógv,
at
feløgini ikki tryggja sær, at
tær hava endurskin, tá tær
verða keyptar inn í stórum
nøgdum, sigur Magni.
Sjálvur heldur Magni tað
verða ilt at meta um, hvør í
síðsta enda hevur ábyrgd-
ina av hesum. Men hann
kundi ímyndað sær, at
Ítróttarsamband
Føroya
hevur onkrar reglur á hes-
um øki á hædd við aðrar
fyribyrgjandi skipanir, sum
veðra
álagdar
teimum
ymsu
ítróttarfeløgunum.
Ivaleyst er tað eisini so, at
stovnarnir, sum sponsorera
feløgini
og
draktirnar,
krevja at kunna standa inni
fyri tí, pengarnir verða
brúktir til. Tí áttu teir eisini
at havt ein áhuga í, at
draktirnar ikki koma teim-
um í vanda, sum brúka tær.
Í øllum førum má Ráðið
fyri Ferðslutrygd væntast,
at hava áhuga í, at øll
kunnu ferðast trygg í
ferðsluni - eisini børnini,
sum hava keypt eina drakt
frá felagnum, tey nú eina-
ferð eru limur í.
ENDURSKIN
Rúna Sivertsen, formaður í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd,
viðgongur, at endurskin á
íróttardraktum ikki er eitt
mál, sum nýliga hevur
verið uppi og vent hjá
Ráðnum. Men hon fegnast
um, at foreldur og onnur nú
gera vart við hetta, tí sjálv-
andi skal hetta vera í lagi.
Felags ábyrgd
- Fyri Ráðið fyri Ferðslu-
trygd er tað umráðandi at
øll, tað veri seg íróttarfeløg,
foreldur og onnur, altíð hava
ferðslutrygdina í huga. Í so
máta er ongin undanførsla
fyri, at tær væl umtóktu
ítróttardraktirnar ikki eru
tryggar í ferðsluni. Sum
stovnur hevðu Ráðið fyri
Ferðslutrygd ikki heimild til
at áleggja ítróttrafeløgunum
ella øðrum beinleiðis reglur
hesum viðvíkjandi. Men vit
vilja avgjørt staðiliga heita á
tey, um at fáa hetta í rættlag,
sigur Rúna Sivertsen.
Rúna vísir á, at meðan
endurskin fyri bert fáum
árum ofta vórðu hildin at
misprýða klæðini, er tað at
fegnast um, at hugburðurin í
dag er heilt øðrvísi. Nú
finnast endurskin í alskyns
fantasifullum útgávum, og
millum børnini og tey ungu
er tað meir at kalla smart at
brúka tey.
- Tey leysu endurskinini
kanst tú altíð hefta á bæði
klæðir og taskur. Men í
hesum førinum eru tey ikki
nøkur haldbar loysn. Tey
fara ofta illa við klæðunum,
og detta skjótt av. Elastisku
endurskinsarmbondini eru
góð, men tey eru dýr og
børnini missa tey ofta
burtur, sigur Rúna, sum
avgjørt
heldur,
at
til
ítróttardraktirnar, sum verða
so
nógv
brúktar,
eru
áseymað endurskin besta
loysnin. Hvussu hetta skal
skipast, er ilt at siga beint
nú, men í øllum førum má
tað fáast í rættlag - ongantíð
ov skjótt, sigur formaðurin í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hóast hugburðurin til at nýta endurskin sum heild er positivur, tykjast ítróttarfeløgiini at vera eftirbátur á hesum økinum
ENDURSKIN
Formaðurin í ÍSF, Heðin
Mortensen, tekur tað sum
eina positiva áheitan á
felagið, at fólk gera vart
við vantandi endurskinini
á ítróttardraktunum
Fer at heita á feløgini
- Eg fari alt fyri eitt at
heita á tey ymsu feløgini,
um at hava ferðslutrygdina
í huga, tá draktirnar verða
útflýggjaðar, sigur Heðin
Mortensen, men minnir
samstundis á, at øll eiga at
kenna sær ábyrgd av, at
endurskin eru á klæðun-
um, so tey eru sjónlig á
gøtunum í myrkri.
Heðin ivast eisini í, hvør
besta loysnin er. Áseym-
aðu endurskinini kámast
ofta nógv á klæðum, sum
verða nógv vaskað, og
gera í nógvum førum lítla
nyttu, sum frá líður. Tí
kunnu tey lætt blíva ein
falskur tryggleiki, heldur
hann.
- Men tað skal ikki
verða nøkur umbering fyri
at lata standa til. Eg kundi
til dømis ímyndað mær, at
feløgini keyptu armbonds-
endurskin inn, sum vórðu
útflyggjað
saman
við
draktunum, ella í øllum
førum vórðu tøk, tá tørvur
varð á teimum, sigur
Heðin Mortensen.
ave
Ítróttarsamband Føroya:
Positiv áheitan
Tað er positivt, at fólk gera vart við vantandi endurskinini á
íróttardraktunum, heldur formaðurin í ÍSF, Heðin
Mortensen, sum alt fyri eitt fer at heita á feløgini um, at
hava hetta í huga, tá draktirnar verða útflyggjaðar
Ráðið fyri Ferðslutrygd:
Ongin undanførsla
- Tað finst ongin undan-
førsla fyri, ikki at hava
ferðslutrygdina í huga -
heldur ikki hjá
feløgunum sum, keypa
og útflýggja tær væl
umtóktu ítróttar-
draktirnar, sigur Rúna
Sivertsen, formaður í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd