leygardagur 22. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 22. oktober 2005
9
Tá ið børnini í dag-
røktini í Hvalba fóru
út at spæla nú ein
morgunin, funnu tey
nakað so sjáldsamt
sum eina flogmús í
túninum
NATTÚRUFYRIBRIGDI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Av og á kemur tað fyri, at
sjáldsom dýr, ið ikki hoyra
heima um okkara leiðir,
kortini villast hendavegin.
Tað fingu børnini í dag-
røktini í Hvalba at sanna nú
ein dagin.
Tá ið tey fóru út at spæla
um morgunin, fekk dag-
røktarmamman eyga á okk-
urt undarligt í túninum.
Tey tordu ikki ordiliga at
nærkast hesum, men tá ið
tey so spakuliga prikaði
undir tað við einum pinni,
spenti tað veingirnar út og
tá sóu tey, at talan var um
eina flogmús.
Ikki var hon stór, kropp-
urin lítið frægari enn ein
eskja við svávulpinnum,
men livandi var hon hóast
alt, tó at hon tóktist nakað
ússalig.
Tey fingu hana so í eina
krukku.
Jens
Keld
Jensen
í
Nólsoy, sum er dýrakønur
sum fáur, sigur tað er ikki
ofta at flogmýs verða funn-
ar í Føroyum, men kortini
veit hann um útvið 30 skrá-
settar tilburðir.
Men hann sigur, at slíka
flogmýs eru ikki heilt
vandaleysar, tí tær kunnu
verða smittaðar við hunda-
øði og bíta tær, kunnu tær
smitta fólk. Hann veit um
ein finnlending, sum er
deyður av tí sama.
Hvalbingarnir fingu tí
tey ráð at frysta flogmúsina
og Jens Keld vil fegin hava
hana til kanningar at vita.
Eitt nú skal hann kanna
hana fyri loppur og lýs,
sum hann hevur stóran
áhugað fyri.
Jens
Keld
Thomsen
sigur, at summar flogmýs
eru flytimýs, akkurát sum
vit hava flytifuglar, men
viðhvørt villast tær av leið
og soleiðis er hendan uttan
iva flogin til Føroya.
Uttan at hava kannað
hesa flogmúsina nærri,
heldur hann, at talan er um
eina trølla-flogmús og so
kann hon verða komin so
langa leið sum sunnarlaga
úr Póllandi ella úr Ungarn.
Men tær liva av flogkykt-
um og teimum er ikki nógv
av í Føroyum hesa ársins
tíð, so líkindini fyri at fáa
hana at liva eru at kalla
ongi.
Hvalbiarbørn fingu
sjáldsaman fong
Flogmúsin royndi at spenna veingirnar, men hon var ússalig og orkaði ikki úr stað
Børnini sótu spent og eygleiddi flogmúsina, har hon lá í eini krukku, sum enskar karamellur
høvdu verið í. Frá vinstru eru børnini: Andrias Trygvi Midjord, sum nanar hjá dagrøktar-
mammuni, Sigrun Berg. Síðani koma Jónas Jespersen, André Thomsen og systkinini Manni Næs
Mortansson og Elma Næs Mortansdóttir
Fyri jól kemur
nýggj fløga á
marknaðin. Tað eru
finalistarnir í før-
oysku barnaprix-
kappingini, sum
luttaka á fløguni.
Løgini eru nýggj og
stílurin er nútím-
ans poppur, so sum
ungdómurin í dag
vil hava hann
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Prix ella Nósabarnaprix.
Vit kenna øll føroysku
sangkappingina, har tað
ræður um at kjósa –
saman við Nósa – besta
føroyska sangaran í ung-
dómsbólkinum.
Og
finalistarnir
í
barnaprixnum eru við á
fløgu, ið sum eisini sagt
innan kappingina, kemur
á marknaðin.
Og fløgan kemur fyri
jól.
James Olsen, fyrireik-
ari, leggur í hesum døg-
um síðstu hond á fløg-
una.
– Øll, uttan ein sang-
ari, hava verið í upp-
tøkuhølunum og sungið.
Tá tað er av, so er klárt at
ljóðblanda og væntandi
kemur fløgan til jóla,
sigur James Olsen.
James Olsen sigur, at
talan er um nýggj løg í
nútímans poppstíli, so
sum tey ungu vilja hava
tað. Løgini hava m.o.
James Olsen, Kim Han-
sen og Bárður Háberg
gjørt.
– Hetta eru góð løg og
óivað er okkurt hitt ímill-
um tey, sigur James, ið
leggur afturat, at arbeið-
ið at gera løgini hevur
tikið tíð, tí tað at gera eitt
gott lag er ikki sum at
siga tað.
Dugnalig børn
– Tað er fantastiskt, sum
føroysk
børn
í
dag
syngja væl. Og sjálvandi
hevur tíðin nakað við
hetta at gera. Tey eru
uppvaksin við MTV og
øðrum, ið ikki var fyrr.
Og tað er gott, at børn
koma fram ung, og ikki
tá tey eru 25 ár, tí tá er
mangan nakað seint, sig-
ur James Olsen.
– Fleiri av okkara
dugnaligastu sangarum
hava tikið lut í slíkum
kappingum.
Nevnast
kunnu úr rúgvuni Eivør,
Guðrun, Kaj, eg sjálvur
og Brandur, ið øll hava
verið ársins songrødd,
vísir James Olsen á.
Ongin ársungi
James Olsen er, sum
árini eru liðin, ongin árs-
ungi innan føroyskan
tónleik. Hann kom fram
sum ungur trummuleik-
ari og sangari fyrst í átta-
tiárunum og av álvara
síðst í áttatiárunum.
Hann fór til Íslands og
fór á tónatindarnar har.
Hann er vorðin betri og
betri og er við í fleiri og
fleiri samansetingum og
tiltøkum.
Men sum fyrireikari er
hann sermerktur, tí børn-
ini og barnaprixkapping-
in hevur hansara áhuga.
– Ja, tað skerst ikki
burtur, at eg havi víst
børnunum ans og kanska
hevur onkur lagt hetta til
merkis. Ein hevur jú
fyrireikað og staðið fyri
mongum tiltøkum og
prixkappingum millum
ár og dag, sigur ein lítil-
látin James, tá eg spyrji
eitt sindur um søguligt
tilfar í samband við
James og barnatónleik.
Vit semjast um at
nevna nøkur av teim
leiklutum hann hevur
havt; Tiltøk sum barna-
prix og so fløgurnar
Grísaflísa Pætur, Terji og
ketlingarnir og so eisini
onkur íslendsk barna-
fløga.
Jú, James drívur á, og
gongst sum ætlað, so er
ein fløga við yngstu og
dugnaligastu spírunum
innan føroyskan popp á
marknaðinum fyri jól.
James og børnini
við nýggjari fløgu