Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 202 - 22. oktober 2005 Tað er at gleðast um, at verfallið er av fyri hesu ferð. Báðir partar hava boygt seg, og ikki kann sigast, at hetta er ein sigur fyri ein einstakan av hesum. Starvsmannafelagið fekk eina loysn uppá minni enn eitt prosent og Fíggjarmálaráðið góðtók eina loysn uppá eitt ár. Tað var nær við, at Løgtingið legði uppí hetta verkfallið uppá ein heldur óhepnan máta. Tað er neyvan sæð fyrr, at eitt ávíst øki av einum sáttmála verðru lóggivið burturúr honum, og avleiðingarnar av einari slíkari avgerð kundu verið rættiliga óruddiligar fyri ikki at siga katastrofalar. tá hugsað verður um avleiðingarnar hetta kundi fingið fyri alt klimaiið á arbeiðs- marknaðinum í framtíðini. Skuldi verið lagt uppí vildi helst verið betur at lóggivið øll til arbeiðis aftur, um man endiliga skal lóggeva. Og tá at gjørt semingsuppskotið til lóg. Verkfalsrætturin er rættiliga grundleggjandi og skal tí nýtast við ábyrgd. Vit hava fyrr sæð, at fakfeløg hava gjørt undantøk í verkføllum, so at til dømis landssjúkrahúsið hevur verið frí- tikið á ávísum økjum. Hetta eru dømi, har Føroya Arbeiðara- felag og onnur feløg hava víst stóra samfelagsábyrgd, og er tað alla æru vert. At lógggevandi valdið leggur uppí eina arbeiðsósemju eigur bert at verða seinasti útvegur. Hesin útvegur eigur bert at verða valdur, um tað eru grundleggjandi tænastur, sum liggja stillar. Vit sóu tað fyri ikki so langari tíð síðani, tá landið lá í streym- loysi. Tað ber ikki til, og tí má Løgtingið leggja uppí. Hugsið tykkum, um ambulansurnar, sløkkiliðsbilar og skaðastova lá still av verkfalli. Slíkt ber ikki til í einum framkomnum landi. Um ein borgari fær eina skattarokning nakrar vikur fyrr ella seinni, ger helst lítlan mun, men um onkur ikki fær eina bráðfengis tænastu, so er galið. Um fakfeløg ikki brúka verkfalsrættin við ábyrgd og niðurleggja tænastur, sum eru grundleggjandi bráðfengis samfelagstænastur, so eigur boðskapurin frá politikarum at verða, at tað verður lagt uppí polistiskt morgunin eftir. Hvat samfelag kann t.d. liggja í streymloysi ella mangla sjúkraflutning, fyri at taka nøkur eks- trem dømi. Svarið er sjálvandi einki, og tí mugu í hvussu so er allir teir fýra stóru flokkarnir melda út, at um bráðfeingis ella grundleggjandi tæanstur eru í vanda, so verður lagt uppí eitt verkfall. Hetta hevur søguligani víst seg at verið neyðugt einans í fáum førum, tí okkara fakfeløg sum oftast geva undantøk til slíkar bráðneyðugar tænastur. Í kjalarvørrinum á arbeiðssteðg- inum kundi verið spurt, um tað ikki hesum seinasta verkfall- inum hevði tænt Starvsmannafelagnum væl, um tað hevði givið undantak til manningina á strandfaraskipum. Tað má verða eina grundleggjandi rættur hjá útjaðarnum at hava samband til mið- staðarøkið. Hetta er í hvussu so er nakað, man eigur at diskutera politiskt í kjalarvørrinum av hesum verkfallinum. Hinvegin ber eisini til at skilja fakfeløg, at verða gjørd ov nógv undantøk, so er verkfallsrætturin innanholaður og einki verdur. Spurningurin er heilt einfalt, um samband hjá útjaðarnum skal flokkast í bráneyðugar tænastur, sum gera politiska uppí- blanding í eitt verkfall neyðuga. Lat okkum fáa eina útmeld- ing frá flokkunum oø. um hetta. So vita fakfeløgini eisini, havt tey hava at halda seg til í framtíðini. Men rós til Starvs- mannafelagið og Landsstýrið, at tey loksins sóu álvaran og funnu eina neyðsemju. DAGSINS MEINING Sosialurin Verkfallið av VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Hvat hendir við Føroyska projektinum á Sri Lanka??? Stella Zachariassen Argir Eg fari hervið at taka sam- an um, hvat hendir á Sri Lanka viðvíkjandi projekt- inum, har eg samlaði peng- ar inn fyri at hjálpa aftaná flóðalduna 26. december 2004. Síðani hetta hendi, so havi eg roynt eftir førimuni at gjørt mín part at hjálpa heimlandi mínum. Øllum kunnugt so samlaði eg pengar inn og fór til Sri Lanka og hjálptu 67 familj- um og meiningin var at brúka restina av pengunum at stuðla 20 børnum á ein- um barnaheimi í Baticaloa í eitt ár. Nú eru so 10 mán- aðir farnir síðani vanlukk- una, og higartil hava tey bert fingið 11 børn inn á heimi av tí at tað gongur so seint við tí "legalu" fram- gongdini á Sri Lanka tí at stjórnin er sera varin við hvør kann adopterað for- eldraleys børn. Eg havi so steðga stuðulin til alt er blivið ílagið og eg fái boð av Sri Lanka nær eg kann halda á við hesum. Eg hoyrdi so at lands- stýrið hevið latið 3 mill. Kr. í ein grunn til menningar- hjálp í flóðalduraktu lond- unum, og eg søkti so um at fáa eina upphædd at byggja eitt barnaheim á Sri Lanka. Og eftir at hava verið á fundi við landsstýrið, so var játtað 1,7 millión kr. til hetta arbeiði, har eg sam- arbeiðið við føroyska fel- agsskapin Barnabata, sum kemur at taka sær av tí fin- anciella, so at pengarnir, sum er ein sera stór upp- hædd, ikki kemur á privatar hendur, og at alllar upp- gerðir og notur kunnu verða bókførdar av barna- bata, so at landsstýrið kann fylgja við øllum pengunum sum fara inn í hetta projekt. Aftaná nógvar fundir og planlegging í fleiri mánaðir so fara eg og 3 persónar frá barnabata til Sri Lanka fyrst í november mánaði í 2 vikur har vit vónandi kunnu keypa jørð at byggja barnaheimið á. Tað gongur seint fyri seg á Sri Lanka og møguliga verða broyttar eitt lítið sindur, men vit hava fingið samband við ein Pastor í Trincomalee, sum liggur á norður eystur síðuni á Sri lanka, sum misti sítt barnaheim í flóð- alduni. Hann leigar seg nú inn í eitt hús, sum hann ikki hevur ráð til at fíggja og sum bert er fyribyls. Hann hevur sera trupult at fíggja og hjálpa børnunum. Vit hava so avgjørt at hjálpa honum við at byggja eitt barnaheim og síðani í eina tíð fram stuðla heiminum fíggjarliga. Meiningin er at keypa 1 hektar(10.000 m2) av jørð har heimi skal standa á, men har eisini verður gjørt klárt til land- brúk, so at heimið eisini sjált kann útvega sær fíggj- arligan stuðul frá hesum ístaðin fyri at verða totalt avhengig av føroysku pengunum. Vit hava eisini valt pápa mín, Pastor Mervin Guna- selvam, at verða millum mann millum føroyar og barnaheimið. Hann kemur at hava eftirlit við bygging- ini o.s.fr. Tað fara at verða gjørdir fleiri túrar til Sri Lanka fyri at fylgja arbeið- inum upp, og so verður in- formatión fylgjandi í bløð- unum viðvíkjandi arbeiðin- um. Møguleiki ferð at verða hjá áhugaum at koma við, men hetta verður seinni. Hetta vendi eg aftur við seinni. Aftur til restina av peng- unum frá mínari innsavn- ing. Ístaðin fyri at hava peningin standandi í Før- oyum, so havi eg avgjørt at keypa 10 fiskibátar til fiskimenn, sum hava mist arbeiði og inntøkugrundar- lagið og eg skal hava video og myndir við aftur frá Sri Lanka tá eg komi aftur. Tað eru nøkur sum enn stuðla arbeiðinum og eg takki øll- um fyri teirra stuðul til tey sum hava tørv fyri tí so tey kunnu merkja okkara og umsorgan. Tá vit verða aftur frá Sri Lanka fara vit at geva tykk- um fulla upplýsing av tí vit gjørdu og hvat vit fara at gera. Vit eru sera spent uppá hetta projekt og biðja og vóna at alt fer at ganga væl. Hetta fer at verða ein trupul ferð við nógvari ferðing, næstan hvønn dag í fleiri tímar og bið fyri okkum so at Harrin skal leiða okkum og geva okk- um styrki og vísdóm. Til síðst, men ikki minst vil eg takka Landsstýrinum fyri fíggjarliga stuðulin og fyri møguleikan at hjálpa mínum heimlandi, og eg biði um at Harrin vil væl- signa okkara landsstýri, landi og fólki fyri tykkara gávumildni. Takk fyri.