Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 22. oktober 2005 11 UTTAN ÚR HEIMI Cameron á odda Nógv bendir á, at teir konservativu í Bretlandi ætla at fáa sær ein ungan formann hesaferð. Fyrradagin atkvøddu teir 198 konservativu limirnir í Undirhúsinum ímillum trý formansevni, og tá uppteljingin var liðug, hevði tann ungi Cameron Davis fingið 90 atkvøður, meðan mótvalevni hansara, David Davis og Liam Fox, høvdu fingið ávikavist 57 og 51 atkvøður. Nú skulu Cameron og Davis so dystast um, hvør teirra skal taka við eftir Michael Howard, og tað skal avgerast við einari atkvøðugreiðslu ímillum teir um- leið 300.000 limirnar í flokkinum. Úrslitið kemur ætl- andi tann 6. desember. Nógvir konservativir bretar síggja David Cameron sum eina konservativa útgávu av Tony Blair, og Cam- eron hevur eisini sagt, at hann ætlar sær at nú- tímansgera flokkin, verður hann formaður. Tað gjørdi Blair eisini, tá hann gjørdist formaður í Labour. Háða Islam Amerikanskir hermenn í Afghanistan verða nú lagdir undir at háða ta islamsku trúnna, eftir at sjónvarps- myndir hava avdúkað, at hermenninir hava brent líkini av tveimum Taliban-hermonnum. Myndirnar hevur ein avstralskur myndamaður tikið. Hann var saman við hermonnunum, og teir greiddu honum frá, at líkini vórðu brend av reinførisorsøkum. Men seinni greiddu aðrir hermenn myndamanninum frá, at líkini vórðu brend við andlitinum vestureftir, og tað er ein háðan ímóti Islam. Amerikanska herleiðslan hevur fordømt líkbrenn- ingina og hevur lovað at kanna tilburðin. Eisini teir afghonsku myndugleikarnir fara at kanna málið, tí teir vilja hava greiði á, um hermenninir hava háðað Islam og teir afghonsku muslimarnar við vilja. Børn til sølu á alnótini Kinesisku myndugleikarnir eru farnir at kanna, hvør tað var, sum herfyri royndi at selja børn á alnótini. Seljarin segði seg vera føran fyri at lata bæði dreingir og gentur, og at keypararnir kundu fáa børnini í seinasta lagi hundrað dagar eftir, at børnini vóru fødd. Eingin prísur var ásettur, men minstaprísurin fyri ein smádrong var 28.000 yuan ella einar 19.000 krónur, meðan minstaprísurin fyri eina smágentu var 13.000 yuan ella einar 9.000 krónur. Sambært blaðnum China Daily høvdu fleiri fólk verið á heimsíðuni og kannað prísirnar, áðrenn myndugleikarnir stongdu hana. Eftir kinesiskari lóg skulu hjún ikki fáa sær meiri enn eitt barn, og tað hevur elvt til ein umfatandi svart- an marknað við børnum. Men myndugleikarnir fara sera harðliga fram ímóti teimum, sum selja ella keypa børn, og fleiri eru dømd til deyða fyri slíkan handil, skrivar China Daily. Sló hávin Tann 20 ára gamla Megan Halavais gjørdist sjálvandi kløkk, tá ein hávur legði eftir henni í Bodega-víkini í Kalafornia. Men hon var kortini ikki í iva um, hvat hon skuldi gera, so hon tók akibrettið og sló hávin so hart við tí, sum hon orkaði. Hetta var eftir øllum at døma ikki tað, sum hávurin hevði væntað, so hann slapp sær til rýmingar. Heilt snikkaleys slapp Megan Halavais kortini ikki frá tilburðinum, tí tað eydnaðist hávinum at geva henni eina skeinu frá lærinum niður á tjúkkan. Løgreglan í Kalifornia heldur, at tað mundi vera ein stórur hvíthávur, sum legði á Megan Halavais. Tey seinastu árini hava fleiri hvíthávar gjørt um seg í Bodega-víkini, men aftan á tað seinasta álopið hava myndugleikarnir sett fólki forboð fyri at stuttleika sær har. ST sigur jarðskjálvtan í Pakistan vera eina størri vanlukku enn flóðalduna í Suður- asia, men kortini er viljin at hjálpa nógv minni nú enn tá NEYÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk - Hetta er tað ringasta, sum vit nakrantíð hava sæð. Flóðaldan í Suðurasia var ring, men hendan vanlukk- an er verri, sigur ST-vara- aðalskrivarin Jan Egeland. Hann hevur vegna ST biðið altjóða samfelagið um hjálp fyri 312 milliónir dollarar, men enn, fjúrtan dagar aftan á skjálvtan, er bara ein fjórðingur komin. Øðrvísi var aftan á flóð- alduna. Tá komu 80 prosent av pengunum inn eftir tíggju døgum. Í Danmark kæra hjálpar- felagsskapirnir seg eisini um vantandi hjálparvilja. Felagsskapir sum Reyði Krossur, Neyðhjálp Fólka- kirkjunnar, Red Barnet og UNICEF hava roynt at savnað pening inn til tey neyðstøddu, men saman- borið við flóðalduna hevur unfirtøkan verið sera lítil. - Myndirnar av baði- strondunum í Teilandi kendust meiri viðkomandi enn fjøllini í Kashmir, sigur aðalskrivarin í danska Reyða Krossi, Jørgen Poul- sen, sum ikki dylur fyri, at hann er vónsvikin av teirri vantandi hjálpini. Milliónir mistu hús og heim í jarðskjálvtanum og hava sovið undir opnum himli síðani, og ST og hjálparfelagsskapirnir hava sagt, at tørvur er á minst 200.000 tjøldum, so fólk í minsta lagi kunnu fáa skjól. Reyði Krossur hevði sett sær fyri at lata 30.000 tjøld, men í gjár hevði felags- skapurin bara fingið 200. Og tørvurin á skjóli er stórur. Tann ísakaldi Himmalaya-veturin stendur fyri durum. Tað kavar longu summastaðni í fjøll- unum, og í nógvum fjalla- bygdum er hitin komin niður um frostmarkið. Men har eru eingi hús eftir, so fólk noyðast at sova undir toftunum ella úti í náttar- frostinum. Jan Egeland sig- ur, at í veruleikanum er vandi fyri, at tríggjar milli- ónir fólk kunnu doyggja í kulda, fáa tey ikki hjálp. Ann Venemann, aðal- skrivari í ST-barnahjálpar- stovninum UNICEF, rópar eisini neyðarróp. Sum altíð eru tað børnini, sum eru ringast fyri, og hon stúrir fyri, at 10.000 børn kunnu doyggja í kulda og hungri, kemur hjálpin ikki fram skjótt. - Orð kunnu ikki lýsa, hvussu stór neyðin er, og hvussu stórur tørvur er á hjálp. Støðan í fjøllunum er ræðandi, og eg haldi ikki, at vit nakrantíð hava verið so illa stødd. Sjálvt ikki flóð- aldan var so ring, sigur Ann Venemann. Pakistonsku myndugleik- arnir siga, at 79.000 fólk eru deyð, og at onnur 74.000 hava fingið skaða. Tíðinda- stovurnar skriva, at minst 2.000 doyggja um dagin, tí tey fáa ikki ta neyðugu hjálpina, og ST sigur, at tal- ið á deyðum fer skjótt at koma upp í 100.000. - Fleiri tíggjutúsund eru í vanda og fara at doyggja, kemur hjálpin ikki nóg skjótt, sigur Jan Egeland. Her kunnu 10.000 børn doyggja í kulda Ein hermaður gevur einum smábarni vatn. Pápin liggur frammanfyri og grætur Hesin drongurin hevur fingið skaða í høvdið og hevur fingið læknahjálp. Mong verða skurðviðgjørd uttan doyving, tí eingi doyvandi evni eru at fáa Hesin drongurin er heppin at hava pápa sín. Mong børn mistu foreldrini í skjálvtanum