leygardagur 22. oktober 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 22. oktober 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Mánadagin, hin 24. ok-
tober, verður Jana H. Dals-
gaard 50 ár. Jana er dóttir
Fríðbjørg og Andreas Høj-
gaard í Rituvík. Hon er gift
við Egili Dalsgaard, sonur
Sigrun og Viggo Dalsgaard
í Skálavík. Tey eiga synir-
nar Hall og Andreas.
Jana er næstelst av 8
systkjum, har pápin megin-
partin av barnaárunum
sigldi úti. Tí kom hon sum
elsta systir tíðliga at kenna
til, hvat tað merkir at hjálpa
til í einum húsarhaldi á
bygd. Hon fór altíð stillis-
liga um; men har Jana var,
visti tú, at har var góð
manning: inni til tað hús-
liga, úti til hoygging, velt-
ing og annað uttandura ar-
beiði. Jana hevur altíð verið
eitt álitisfólk, har hon var
stødd - dúglig og arbeiðs-
som. Hon tók realskúla-
prógv á Glyvrum í 1972,
studentsprógv í Hoydølum
í 1976. Var síðan vikarur í
Eysturskúlanum í eitt ár.
Haðani gekk leiðin í 1977 á
Sjúkrasystraskúla Føroya,
har hon leyk prógv í 1981.
Innan hetta yrki hevur Jana
- eins og so mangar aðrar
føroyskar sjúkrasystrar -
tikið mangt ódnartakið.
Hon starvaðist á Lands-
sjúkrahúsinum í mong ár
og var álitiskvinna í eitt
longri tíðarskeið. Arbeiddi
eisini í eitt áramál í við-
taluni hjá Petur Højgaard,
kommunulækna í Tórs-
havn. Jana las løgfrøði við
Århus Universitet í eitt ár
og hevur eisini lisið løg-
frøði við fjarlestri.
Hon varð vald inn í
nevndina í Felagnum hjá
Føroyskum Sjúkrarøktar-
frøðingum, har hon hevur
tikið við 2. skeiði sum for-
maður í felagnum. Her hev-
ur hon fingið brúk fyri øll-
um sínum góðu eginleik-
um: sinnilig og skilagóð,
hugsar seg væl um, áðrenn
hon handlar. Tá ið so handl-
ast skal, hendir tað við fast-
ari hond og stórari vilja-
styrki. Hetta gerst í hesum
døgum alt meira neyðugt
fyri fakfelagið, tí t.d. hetta
árið hevur sýnt, at har
leggjast bæði gribbar og
sjakalar á sjúkrarøktarfrøð-
ingarnar, tá ið ein kjansur
er. Jana hevur - saman við
nevndini - klára væl at vart
borg, tá ið harðast hevur
leikað á. Týdningarmesta
samráðingarúrslitið
hjá
Janu er ivaleyst, at komandi
føroyska sjúkrarøktingar-
frøðinga-útbúgvingin er
viðurkend at hava bachelor-
stig. Eitt úrslit, ið kemur at
lyfta ein stóran part av
føroysku útbúgvingarskip-
ani eitt sera týðandi stig
fram á leiðini at fáa hægri
fakligan førleika inn í alt
samfelagið. Vit eru tí
mong, ið ynskja Janu eitt
stórt tillukku á komandi
ST-degnum, hin 24. ok-
tober.
Dánjal Petur
Jana H. Dalsgaard 50 ár
Í dag, leygardagin 22. ok-
tober, fyllir Elsa Maria
Sigurðsson í Klaksvík 60
ár. Elsa Maria varð fødd í
Árnafirði og er bóndadóttir.
Foreldur
hennara
vóru
Sofía og Erhard Mikkelsen.
Í 1970 giftist Elsa Maria
við Torleif Sigurðsson,
fyrrverandi formaður í FSF
og reiðari í Klaksvík og tey
búgva við Stangaskákið í
Klaksvík. Elsa Maria og
Torleif fingu fýra børn:
Steindor í 1969, sum lat lív
í ferðsluvanlukku í 1990.
Sofía fødd í 1971, sum er
gift við Jóhannes. Tey eiga
trý børn, Jákup, Elsa Maria
og Torleif. Margretha í
1972, sum er gift við Eyð-
stein. Tey eiga tvey børn,
Steintóra og Rói. Og Erna í
1978, sum livir saman við
Magna. Tey eiga somuleið-
is tvey børn, Bjørt og eina
lítla diddu, sum ikki hevur
fingið navn enn.
Elsa Maria gekk heima í
mong ár og passaði heim
og børn. Meðan hon gekk
heima, vaskaði hon hand-
ilshølini hjá Føroya Keyps-
samtøku í Nólsoyar Páls-
gøtu, og tað ger hon fram-
vegis. Eitt starv, sum hon
hevur røkt í yvir tríati ár.
Hon arbeiðir eisini hálva
tíð á Norðoya Heimavirki á
Biskopstø í Klaksvík.
Elsa Maria er burtur-
stødd á føðingardegnum,
men vit vilja ynskja henni
hjartaliga til lukku við stóra
degnum og takka fyri alla
hjálp og alt tað, hon gevur.
Heilsan børnini,
svigerbørn og ommubørn
Elsa Maria Sigurðsson seksti ár
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá elskaði sonur, bróðir, svágur,
mammu- og pápabeiggi okkara
Páll Thomsen
Strendur
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum
og í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar.
Tøkk til tykkum øll, sum bakaðu og tykkum,
sum hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir
og uppringingar.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hansina
Tøkk
Eina hjartans tøkk verður veitt øllum sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæra móðir,
vermóðir, omma og langomma okkara
Anna Stenberg
Sandvík
doyði og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til heimahjálpina, Suðuroyar Ellis-
og Røktarheim og til Jónsvein Beck, prest, fyri góð
og troystarrík orð.
Fyri tey avvarðandi
Tórálvur, Emmy, Asbjørn og Annbjørg
Dagurin
22. oktober. Cordula. Hon var ein av teimum 11.000
moyggjunum, sum eru umtalaðar 21. oktober
23. oktober. Severinus, deyður umleið ár 400. Biskupur
í Køln. Í Danmark er hann komin í bland við tann halga
mannin Søren úr Ry í Jútlandi.
Latínskt navn, ið merkir tann strangi ella álvarsami.
24. oktober. Prokles. Deyður ár 443. Var næmingur hjá
Chrysostomosi, og endaði sum biskupur í Kon-
stantinopel. Nógvar av prædikum hansara eru varð-
veittar.
Sameindu tjóðir samtyktu skipan sína í mai-juni
1945, og henda dag høvdu so nógv lond góðkent
skipanina, at hon kom í gildi. Dagurin verður tí hildin
sum ST-dagur.