Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 202 - 22. oktober 2005 Gullbrúdleyp Í dag, 22. okotober hava Súsanna og Meinhard Jacob- sen á Argjum gullbrúdleyp. Tey, ið vilja heilsa uppá gullbrúðarparið, eru vælkomin í heimið í Reynstún 18 ímillum kl. 10.00 og 16.00. Silvurbrúdleyp Týsdagin 25. oktober hava Jóna og Poul Jespersen í Hvalba verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin heima kl. 18.00. Brúdleyp Í dag, 22. oktober giftast Elsa Martina Huusgaard, Syðrugøta og Yuichi Sakaguchi, Osaka, Japan. Vígslan verður kl. 14.00 í Filadelfia í Gøtugjógv. Øll tey, ið vilja gleðast saman við brúðarparinum á hesum stóra degi, eru hjartaliga vælkomin í veitslu kl. 19.00 í Filadelfia. Í dag, 22. oktober giftast í Glerárkirkjuni á Akureyri, Dania Anfinnsdóttir Heinsen og Guðni Helgason. Brúdleypsadr.: Smarahli 3 I, 603 Akureyri. 80 ára føðingardagar Í dag, 22. oktober, verður Hans Jacob Hansen, Tórs- havn, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við familj- uni. Mánadagin 24. oktober fyllir Sigurd Johannesen (nevndur Sigurd á Brúgv), Vestmanna 80 ár. Sunnudagin 30. oktober verður Svanhild Danielsen, Tórshavn, 80 ár. Opið hús verður leygarkvøldið 29. oktober kl. 19.00 í hølum Starvsmannafelagsins J. H. Schrøtersgøta 9, Tórshavn. 60 ára føðingardagar Í dag, 22. oktober, verður Elsa Maria Sigurdson, Klaksvík, 60 ár. Hon er burturstødd. Leygardagin 22. oktober verður Hans Pauli Daniel- sen, 60 ár. Dagurin verður hildin í Reynsgøtu 33, Argir. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 90 ár Heilsan til Karl Jespersen á Tvøroyri Nú, tú hevur lagt tíni níti ár um bak, og veit teg at hava framt álitisverk frá ungum árum av og gjøgnum langt áramál, til gagns í felagsarbeiði við strevi fyri mannsømiligum korum á sjógvi og landi, í heimbygd tíni og oyggj, eins og í øllum landinum og eisini uttanlands, verður tær og tínum veitt heilsan og tøkk við minnum um farnar dagar og ynskjum um blíðan byr í kvøldloti svølum. Starvsbrøður frá Íslandstíðini 1941 Mikudagin 19. oktob- er var almenn mót- tøka hjá Statens Luft- fartsvæsen á Flogvøll- inum í Vágum í sam- band við at verkstaðs- leiðarin Hjørleif Christiansen í Sør- vági fer úr starvi, nú hann fyrsta dagin verður 67 ár MÓTTØKA Myndir: Jákup Persson Nógv fólk vóru savnaði til móttøku í bilhúsinum og í torninum á Flogvøllinum í Vágum mikudagin, tá eitt av trúgvu starvsfólkunum hjá Statens Luftfartsvæsen, Hjørleif Christiansen, al- ment segði favæl eftir 32 ár í sama starvi. Har vóru fa- milja, vinir og starvsfelag- ar. Finnbogi Niclasen flog- vallarovasti helt takkarrøðu fyri Hjørleifi, og hann fekk m.a. gávur frá starvsfeløg- unum og ein hóp av blómu- heilsanum. Hjørleif, sum er sørving- ur, hevur arbeitt sum mekanikari hjá Statens Luftfartsvæsen síðan 1973, har hann hevur havt ábyrgdina av øllum rullandi og siglandi flutningstólun- um hjá stovninum á Flog- vøllinum, bæði akførum og bjargingarbátum. Saman við øðrum hevur Hjørleif eisini verið við í kavarudd- ingini um vetrarnar, eld- sløkkingararbeiðinum, og ikki minst hesi seinastu árini, hevur hann verið við í arbeiðinum í samband við strongu trygdarreglurnar á Flogvøllinum. Foreldrini hjá Hjørleif vóru Elisabeth, f. Samuel- sen, og Jákup Christiansen, bæði úr Sørvági. Hjørleif er yngstur av seks systkjum. Eftir lokna skúlagongd róði hann út við bátum í Ravnstóroy í Grønlandi. Har var hann í tvey ár. Í 1956 fór hann í læru sum bilmekanikari hjá Wenzel Petersen í Havn. Meðan hann lærdi, var hann eitt ár burturfrá, tá hann tók "Den almindelige maskinist- eksamen" á Sjómansskúl- anum í Havn. Í 1961 var hann so eisini útbúgvin bil- mekanikari. Eftir tað sigldi Hjørleif við tí tá nýggja trolaranum Brandi Sigmundarsson. Hann byrjaði sum fýrbøtari ella assistentur, seinni bleiv hann 2. meistari og síðan 1. meistari. Miðskeiðis í 60-unum fekk Hjørleif sær egnan bilverkstað heima hjá sær sjálvum í Sørvági, har hann umvældi bæði smáar og stórar bilar. Fyrst í 70- unum bygdi hann sær ein nýggjan bilverkstað, men hann var ikki meira enn byrjaður har, tá hann í 1973 fekk eitt tilboð frá Statens Luftfartsvæsen um at ar- beiða hjá teimum sum mekanikari. Síðan hevur Hjørleif arbeitt har. Honum hevur dámt arbeiðið sera væl, men nú má hann leggja frá sær fyri aldur. Hjørleif fer nokk ikki at keða seg, honum dámar væl at svimja, og hann hev- ur t.d. gingið til telduskeið. Eisini hevur hann møgu- leikan at fara á flot, tá hann hevur hug til tað. Hjørleif er giftur Vígdis, f. Thomasen, úr Sandavági, Tey fingu trý børn: Elisa- beth, sum býr í Onglandi, Dánial, sum býr í Dan- mark, og Miriam, sum andaðist í 1991, bert 16 ára gomul. Vígdis og Hjørleif eiga seks barnabørn, tríggj- ar gentur og tríggjar dreing- ir. Hjørleif gevst hjá Statens Luftfartsvæsen Hjørleif Christiansen í Sørvági gevst nú eftir at hava arbeitt hjá Statens Luftfartsvæsen í 32 ár Esbern Joensen handar Hjørleifi, vegna starvsfólki, ein málning av Vága Floghavn, sum Poul Skarðenni hevur málað Finnbogi Niclasen heldur takkarrøðu fyri Hjørleif Christiansen 4 av teimum 5 eftirlivandi systkjunum, f.v.: Rigmor Reyndal, Hjørleif Christiansen og Frits Christiansen, sum øll búgva í Sørvági, og Jastrid Gullbein, sum býr í Havn. Ein onnur systir, Sofía Olsen, býr í Saltangará. Ein beiggi, Djóni Christiansen, sum búði í Danmark, andaðist fyri nøkrum árum síðan Lesið -so eru tit við!