leygardagur 22. oktober 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 • leygardagur • 22. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
B36-HB:
Nú er bara dysturin eftir
Nú er nóg mikið
tosað og skrivað um
brakið í Gundadali.
Klokkan 15 leygar-
dagin er tað bara
gerðin, sum telur
UPPTAKT
Jákup Mørk
Soleiðis tykist aðalhug-
burðurin at vera, nú ein
tann
»størsti«
dysturin
millum tey bæði stóru
havnarfeløgini í nýggjari
tíð stendur á skránni.
Hóast Skála eisini hevur
sín møguleika, so hevur
størsta fokusið higartil ver-
ið á teimum báðum havnar-
feløgunum, og tað munnu
vera fáar hugleiðingar um
dystin, sum ikki hava verið
á prenti ella á munni hesa
seinastu vikuna.
Tá vit høvdu samband við
legurnar báðar hóskvøldið,
tóktust teir reyð/svørta fyri
norðan ikki at vera í so heilt
góðum skørum.
Hóast tað ikki stóð á
dómaraseðlinum
leygar-
dagin, so fekk Kári Nielsen
tá gult kort. Hetta varð
eisini rættað stutt eftir dyst-
in, og tí er hann leikbann-
aður til dystin. Og hartil
tykist fleiri smærri skaðar
at gera um seg.
- Uni Arge hevur als ikki
vant, síðani hann varð skift-
ur út fyri steðgin í dystinum
móti KÍ. Jákup á Borg varð
skiftur út seinni í dystinum,
og hann royndi seg fyri
fyrstu ferð aftur hóskvøldið,
uttan at hann tó kendi seg
heilt kláran. Og bæði Janus
M. Joensen og Tór-Ingar
Akselsen hava eisini havt
trupulleikar av skaðum.
Soleiðis staðfestir HB-
liðformaðurin, Rúni Nol-
søe, sum tó ásannar, at helst
verður onkur av monnun-
um tøkur.
- Sjálvandi kanst tú til ein
slíkan seinasta dyst pjøssa
spælarar saman, eins og
onkur blokada kann koma
upp á tal. Spurningurin er
bara, hvørt spælarin so
heldur allan dystin, og
hvussu nógvar slíkar hálv-
skaddar spælarar tú torir at
satsa uppá, heldur hann.
Hjá teimum hvít/svørtu
fyri sunnan hava hvørki
skaðar ella leikbann gjørt
seg undan seinasta umfar-
inum. Tá vit hóskvøldið
tosaðu við Klæmint Matr-
as, staðfesti hann, at talan
bara var um eitt ivamál.
- Pól Thorsteinsson hevur
ikki vant í vikuni, tí hann
hevur havt ein ferðir av
krími. Men vit bæði vóna
og vænta, at hann kortini
verður tøkur, staðfestir
Klæmint.
Aðrastaðnis her á síð-
unum geva teir tíggju
liðskipararnir í For-
muladeildini sítt boð
uppá, hvussu heiðurs-
merkjabýtið verður,
og hvussu endaliga
støðan verður niðast
á stigatalvuni. Sam-
anumtikið kann sig-
ast, at stór ósemja er
um, hvar gullið endar
ENDABRESTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sum tey flestu ivaleyst vita,
eru tað trý lið, ið kunnu
gerast
føroyameistari
í
fótbólti 2005. Flestu eyguni
eru vend móti brakinum í
Havn, har grannarnir úr
B36 og HB bresta saman.
Vinnur annað liðið dystin,
kann tað rópa seg føroya-
meistara. Hinvegin kann
Skála gerast meistari, um
havnarliðini spæla javnt, og
teir sjálvir vinna sín dyst
móti GÍ á Skála.
Skála góðar
møguleikar
Út frá tí, sum teir tíggju lið-
skipararnir siga, so eru
útlitini hjá Skála ikki so
galin, hóast teir noyðast at
dúva upp á ein javnleik í
Havn. Av teimum 10 lið-
skiparunum eru tað ikki
færri enn fýra, sum rokna
við, at tað verða Pauli G.
Hansen og liðfelagar hans-
ara á Skála, sum taka ímóti
steypi og gullkrónum um
fimmtíðina
seinnapartin
leygardagin.
Tríggir liðskiparar Egil á
Bø úr EB/Streymi, Bjarni
Johansen úr VB og Pól
Thorsteinsson
hjá
B36
vænta, at tað verður árstals-
liðið úr Havn, sum fer av-
stað við gullinum. Hinveg-
in halda tríggir aðrir, Sámal
Joensen úr GÍ, Bartal Elia-
sen úr ÍF og Rúni Nolsøe úr
HB, at tað verður Rúni
Nolsøe, sum fjórða árið á
rað skal taka ímóti FM-
steypinum.
Út frá hesum kunnu vit
staðfesta, at tað millum lið-
skipararnar í fremstu deild-
ini ikki tykist verða nakar
upplagdur FM-favorittur.
GÍ ella TB
Er spenningurin stórur í
fremstu røð, er hann ikki
minni í botninum. Har hava
trý lið, TB, GÍ og VB møgu-
leika fyri at flyta beinleiðis
niður í aðru deild. TB er í
løtuni aftast, eitt stig aftan
fyri gøtumenn og tvey aftan
fyri vágbingar.
Hóast TB er aftast undan
seinasta umfarinum, so
heldur ein lítil meiriluti av
liðskiparunum,
at
tað
verður GÍ, sum noyðist tað
tungu leið niður í aðru
deild, meðan TB skal spæla
um upp/niðurflyting móti
næstfremsta liðnum úr 2.
deild, sum verður annað-
hvørt B68 ella B71.
Hetta merkir, at teir
flestu av liðskiparunum
vænta, at TB fer at fáa í
minsta lagi eitt stig móti ÍF
í Fuglafirði, og at GÍ einki
fær burtur úr vitjanini á
Skála. Um so er, at TB fær
javnleik í Fuglafirði, og GÍ
tapir á Skála, eru tey bæði
liðini jøvn í stigum, men av
tí at TB er betur innanhýsis,
verður tað tískil GÍ, ið skal
tað tungu leið beinleiðis
niður í 2. deild. Fær TB ikki
stig í Fuglafirði, verða tað
tvøramenn, sum eftir eitt ár
í Formuladeildini, noyðast
niður aftur í næstfremstu
deildina.
Hóast VB bert er eitt stig
framman fyri GÍ og tvey
framman fyri TB, so eru
allir liðskipararnir á einum
máli um, at vágbingar
koma at halda fast í átt-
andaplássinum, og harvið
eru tryggjaðir framhald-
andi lív í fremstu deildini.
VB fær leygardagin vitjan
av EB/Streymi vesturi á
Eiðinum í Vági.
Tvær ferðir í ár hava B36 og
HB spælt javnleik. Men tað
úrslitið metir hvørgin
parturin seg kunna nýta til
so øgiliga nógv hesaferð
Liðskipararnir eru ósamdir
Skal metast eftir tí, sum teir 10 liðskipararnir siga, so sleppur Skála at lyfta nýggja FM-steypið,
tá 27. og seinasta umfarið av fótbóltslandskappingini er spælt