Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 202 - 22. oktober 2005 Bartal Eliasen, ÍF: 1. HB 2. Skála 3. B36 8. VB 9. GÍ 10. TB Rúni Nolsøe, HB: 1. HB 2. Skála 3. B36 8. VB 9. TB 10. GÍ Egil á Bø, EB/Streymur: 1. B36 2. Skála 3. HB 8. VB 9. TB 10. GÍ Jens Martin Knudsen, NSÍ: 1. Skála 2. B36 3. HB 8. VB 9. GÍ 10. TB Bjarni Johansen, VB: 1. B36 2. Skála 3. HB 8. VB 9. TB 10. GÍ SKÁLA-GÍ: Popczynski biður farvæl Um tað eydnast heimaliðnum at fáa fult, so heldur Skála formaðurin, at tað er størri orsøk at fegnast um besta úrslitið nakrantíð, enn tað er at iðra seg um mista oddasessin UPPTAKT Jóannes Hansen Gøtumenn fara seinnapart- in við bivandi hjarta út á Skála. Samstundis sum teir fara út um Gøtueið, so fara hugsanirnar eisini inn um Varmakeldueið. Uppgávan á Skála er stór, men í GÍ ætla teir sær at stríðast fyri at loysa hana. Og um tað ikki eydnast, so fer møgu- ligur ÍF sigur á heimavølli móti TB at leingja lívið hjá GÍ í bestu deildini - í hvussu so er í eina viku! - Vit kunnu ikki líta á aðrar. Hjá okkum ræður um at fáa stig og vinna. Um tað eydnast, so fara vit ikki at flyta beinleiðis niður. Vit kenna støðuna, og spælar- arnir vístu síðsta sunnudag móti B36, at teir eru upp- settir og sinnaðir at arbeiða fyri søkini, staðfestir hjálp- arvenjarin Pauli Jarnskor. Hann spældi fyri fyrstu ferð á besta GÍ liðnum í 1982 ella tvey ár eftir, at teir vóru fluttir upp. Síðani hevur hann - burtursæð frá einum ári í Fuglafirði - verið í Sarpugerði og við GÍ vunn- ið nógv gull og skreyt. Seinasta gullið vunnu teir á Ólavsøku, tá ið GÍ vann Løgmanssteypið. - Í steypakappingini vunnu vit í hálvfinaluni 3-1 móti Skála. Tað hevði verið framúr, um vit kundu end- urtikið tann sigurin í dag. Men tað verður ógvuliga torført, heldur Pauli Jarn- skor. Í Gøtu eru allir spælarar- nir tøkir uttan Magni Jarnskor. Hann varð inn- skiftur móti B36, og tá sá hann gult fyri fimtu ferð í ár. Tað er greitt, at Krzystof Popczynski í dag verður at síggja fyri síðstu ferð á GÍ liðnum - um endastøðan verður onnur enn 9. plássið. Popczynski verður ikki í Gøtu næsta ár. Hann er í FSF høpi farin undir hægstu venjaraútbúgving- ina í Føroyum. Fleiri søgur hava verið um, at hann skal venja eitt nú HB og VB, men enn hevur einki alment verið at frætt um, hvar meistaravenjarin hjá VB í 2000 skal starvast næsta kappingarár. Á Skála publiserað teir í dag nýggja fløgu. Hon verður seld fyri 120 krónur. Á fløguni eru sjey sangir, sum allir snúgva seg um fótbóltin á Skála. Lokalar kreftir standa aftanfyri. Jens L. Thomsen hevur havt høvuðsábyrgdina av at leggja til rættis. Bjartur F. Johannesen og Hans Jákup Kollslíð eru eisini sentralir, og onnur nøvn eru Helena Christiansen, Jóna Thom- sen, Magni Højgaard, Svein Thomsen, Rúni Haraldsen og James Olsen. - Tað hevði verið huga- ligt, um vit umframt nýggju fløguna eisini høvdu vunn- ið meistaraskapin í dag. Vit mugu gera okkara besta. Um tað eydnast at vinna í dag, so verður endastøðan í hvussu so er silvur krónur- nar, og tað hevði verið besta endastøðan nakrantíð hjá Skála. Um tað skal verða fínari enn gull verður upp til havnarfeløgini at avgera, staðfestir Skála formaðurin, Hans Jákup Andreasen. Eru tit vónbrotnir av, at tað ikki eru tit, sum hava avgerðina í tykkara hond- um? - Sjálvandi er tað huga- ligari at vinna FM, enn tað er at vinna alt annað. Vit mugu staðfesta, at skaðar- nir í heyst hava kostað fleiri stig. Tað var meint, at vit mistu málverjan, hóast Eugen Voda í flestu førum hevur staðið væl, og á Sevmýri var tað heilt týðu- ligt, at vit ikki megnaðu at vera fleiri lyklaspælarar fyri uttan. Um tað gongur heilt illa í síðsta umfarin- um, so kunnu vit missa bronsukrónurnar. Tað hevði verið stórt vónbrot. Um tað eydnast at vinna silvur, so fara vit heldur at fegnast um tað, enn vit fara at iðra okkum um gullkrónurnar sum eitt langt skifti hava verið í eygsjón. Hvønn stigamiss ert tú mest vónbrotin av? - Tá ið vit í fimta umfar- inum taptu 1-0 á heimavølli móti VB. Tá høvdu vit allar spælararnar tøkar. Tapið var púra óneyðugt, og nú høvdu tey trý stigini komið væl við at havt, heldur Hans Jákup Andreasen. Liðformaðurin, Pauli G. Hansen, er leikbannaður. Bjarni Jørgensen verður ikki við, og tað verður Al- exandur Johansen heldur ikki. Eingin endi tykist vera á skaðunum, sum hann hevur verið plágaður av í ár. Pætur Dam Jacobsen fekk ein løst á Eiði. Hann hevur ikki vant við fullari ferð í hesi vikuni, men teir vóna og rokna við, at hann fer at spæla í dag. Við sigri kann Skála undir øllum umstøðum vissa sær besta úrslitið í felagssøguni, og tí vilja spælararnir heldur enn fegnir náa