leygardagur 22. oktober 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 22. oktober 2005
17
Jón Johannesen, TB:
1. Skála
2. B36
3. HB
8. VB
9. TB
10. GÍ
Heðin á Lakjuni, KÍ:
1. Skála
2. B36
3. HB
8. VB
9. TB
10. GÍ
Pól Thorsteinsson, B36:
1. B36
2. Skála
3. HB
8. VB
9. TB
10. GÍ
Sámal Joensen, GÍ:
1. HB
2. B36
3. Skála
8. VB
9. GÍ
10. TB
Pauli G. Hansen, Skála:
1. Skála
2. B36
3. HB
8. VB
9. GÍ
10. TB
B68 eigur
avgerðina
B71 roknar ikki við
møguleikanum at
flyta beinleiðis upp,
og í Eysturoyh er
møguleiki fyri, at
drúgvastu feløgini í
Eysturoy í dag fara
at skifta um pláss
2. DEILD
Jóannes Hansen
Síðsta umfarið í 2. deild
er á skránni í dag klokkan
13.00. Tó er dysturin í
Hvalba, har B71 fer at
vitja, útsettur ein hálvan
tíma. Fyrsta bríkslið har
verið klokkan 13.30.
Tá ið Royn vitjaði á
Sandi, vann heimaliðið
10-1. Men sandoyingar
taka uppgávuna í dag í
stórum álvara. Teir siga
seg ikki rokna við, at B68
fer at snáva móti GÍ, sum
longu er niðurflutt, og
sum er manningarliga so
illa
spert,
at
onkrir
dreingjaliðsspælarar fara
at hjálpa til á Svanga-
skarði í dag.
Sambært B71 heima-
síðuni - b71.com - so ætla
sandoyingar at nýta løt-
una á grasinum í Hvalba
sum fyrireiking til enda-
spælið um pláss í bestu
deildini. Teir báðir dyst-
irnir verða á skránni 26.
og 29. oktober ella nú
mikudagin og leygardag-
in um eina viku.
Í B68 síggja teir seg
sjálvar sum vandamikl-
astu
hóttanina
undan
síðsta
heimadystinum,
sum verður móti GÍ. Tað
ræður um at finna hug-
burðin fram aftur, sum
varð vístur í Sandavági
fyri viku síðani, siga
toftamenn, og so verður
undirstrikað, at dysturin
móti GÍ ikki er vunnin
frammanundan.
- Tá ið vit vóru í Gøtu,
var GÍ botnlið, og vit vóru
oddalið. Vit vunnu 4-2,
men teir vóru framman-
fyri 1-0 og 2-1, og tað var
ikki fyrrenn síðsta korter-
ið, at tað glapp hjá okk-
um, verður sagt av Toft-
um.
AB, sum Jóannes Jak-
obsen fyri síðstu ferð
hevur ábyrgdina av, eigur
heimadyst móti Sumba.
Argjamenn kappast við
FSVágar04 um bronsu-
merkini.
FSV04
skal
spæla í Gundadali móti
B36, sum er næstniðast
og harvið á plássinum,
sum ber endaspæl móti
KÍ, ið var næstbest í 3.
deild, um pláss í deildini
við sær.
Í Leirvík fara teir næst-
bestu í HB at spæla. Báðir
partar hava tryggjað sær
rættin at halda fram í
deildini.
Og so er tað spurning-
urin um, hvør fer at verða
toppskjútti. Súni Fríði
Barbá í AB gjørdi fyri
viku síðani stórt hál.
Hann hevur nú skorað 26
ferðir ella eitt mál meiri
enn Clayton Soares hjá
B71, sum leingi hevur
verið ovast á málskjútt-
aralistanum í 2. deild.
Hóast fuglfirðingar
hava skemtað við
gøtumenn um alt
annað, so siga teir seg
ætla at gera alt fyri at
varðveita sætta plássið
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Í gjárkvøldið fóru tvørá-
menn enn eina ferð norður
um fjørðin í fótbóltsørind-
um. Ferðirnar hava verið
nógvar í ár, og í TB gleða
teir seg til at fáa frí frá fót-
bóltsferðingini. Men teir
høvdu einki havt ímóti, at
talan kanska gjørdist um
eina ferð afturat norðureftir.
- Hjá okkum er einki sum
eitur. Tað er alneyðugt hjá
okkum at fáa stig í Fugla-
firði. Um tað eydnast at
vinna, kunnu vit enda á 8.
plássinum. Tað er ynski-
støðan. Men okkara enda-
støða er eisini treytað av,
hvussu tað fer at hilnast hjá
GÍ og VB. Málið er í fyrstu
atløgu at sleppa av aftasta
plássinum. Um vit fáa stig í
Fuglafirði, og úrslitini aðra
staðni laga seg soleiðis, at
vit skulu spæla um plássið í
deildini, so fara vit at taka
tað sum gott úrslit, sigur 37
ára gamli TB veteranurin
Jón Johannesen.
Umhugsar tú at gevast?
- Tað hevur verið sera
áhugavert at vant og spælt í
ár, og í løtuni er tað ikki at
gevast, sum liggur fremst í
huganum. Eg haldi, at okk-
ara avrik hava verið væl
betri enn til niðurflyting.
Eina ferð man fara at
gleppa. Vónandi verður tað
nú. Vit sóu, hvussu tað eitt
nú var hjá Skála. Teir strídd-
ust í fleiri ár fyri at sleppa
undan niðurflytingini, og nú
er teir við í FM stríðnum.
Jón
Johannesen
sær
møguleikan at vera góðan
fyri, at teir í kvøld kunnu
fara suður aftur á øðrum
enn aftasta plássinum.
- Um vit skulu meta út
frá úrslitunum higartil, so
eigur tað at vera ógvuliga
lítið sannlíkt, at Skála
missir stig á heimavølli
móti GÍ. Hvussu tað kann
fara at laga seg í Vági, har
EB/Streymur fer at vitja, er
kanska meiri opin spurn-
ingur. Men framvegis er tað
soleiðis, at tað fyrst og
fremst er upp til okkum at
fáa stig. Um tað ikki
eydnast, so fer tað einki at
nytta, hvussu tað fer at
ganga aðra staðni.
Alexandar Jovevic er
leikbannaðu, og tað er iva-
samt, um Jón Tórður Holm
verður førur fyri at spæla.
Fuglfirðingar og gøtu-
menn hava støðugt spæl
gangandi, har tað ikki er
frítt, at teir í fótbóltshøpi
arga hvønn annan. Í mong
ár hava gøtumenn verið om-
aná, og tað vóru teir eisini á
Ólavsøku, tá ið teir vunnu
Løgmanssteypið móti ÍF.
Nú eru tað fuglfirðingar,
sum hava fatur á langa end-
anum, og tað kann væl fara
at vísa seg, at úrslitið í
Fuglafirði fer at verða av-
gerandi fyri, um tað verður
TB ella kanska GÍ, sum fer
at flyta beinleiðis niður.
- Kanska hava fuglfirð-
ingar eisini hesa seinastu
vikuna argað teir eitt sind-
ur. Men eingin ivi skal vera
um, at vit ætla okkum at
dríva á í dag. Málið er at
varðveita sætta plássið. Um
tað lagar seg illa, so er
møguleiki fyri, at vit fara at
detta niður á áttanda pláss-
ið. Tað ætla vit okkum ikki.
Tað sigur ÍF miðvallarin
Høgni Zachariasen. Hann
er tann einasti á ÍF liðnum,
sum hevur verið á liðnum í
øllum landskappingardyst-
unum í ár.
- Vit hava so at siga vant
út í eitt síðani fyrst í januar.
Málið var at stabiliserað
okkum mitt í deildini.
Sætta plássið er ikki heilt
nóg gott. Vit løgdu væl fyri,
men so vóru tað ov nógv
umfør, tá ið vit fingu ov
lítið burturúr. Nú fram móti
endanum hevur tað aftur
hilnast hampuliga væl.
Í Fuglafirði eru allir teir
tøkir, sum spældu í Runa-
vík
síðsta
sunnudag.
Spurningurin er eitt nú, um
Bartal Eliasen, sum í Runa-
vík var á beinkinum í 1.
hálvleiki, hesa ferð verður
millum teir fyrstu ellivu.
ÍF-TB:
TB spælir fyri lívinum
Tvøramenn hava enn einaferð knívin á barkanum. Og hesa
ferð ER talan um seinasta útkall