leygardagur 22. oktober 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 202 - 22. oktober 2005
Dysturin
í Vági
fram-
skund-
aður
FSF boðar frá, at á
seinasta leikdegi verður
dysturin millum VB og
EB/Streym spældur kl.
14.30 og ikki kl. 15.00,
soleiðis sum tað annars
varð fráboðað fyrr í
vikuni.
Hetta verður gjørt, so-
leiðis at tað skal bera til
hjá gestunum at sleppa
norður um Suðuroyar-
fjørð sama kvøld, sum
dysturin verður spældur.
Hetta brýtur annars við
prinsippið um, at allir
dystir skulu spælast sam-
stundis á seinasta leik-
degi, soleiðis at eingin
partur kann gera sær dælt
av at "spekulera" í longu
kendum úrslitum.
-mørk
Leik-
bannið
kann
strikast
Kappingarnevndin
hjá
FSF fer leygarmorgunin
at taka støðu til, hvørt
Ovi Nysted kann spæla
dyst leygardagin.
Ivamálið um hetta
stendst av, at Ovi eftir
dystarlok í Gundadali
sunnudagin fekk reytt
kort
frá
dómaranum.
Kortið
sjálvt
stendur
sjálvandi við, men tað er
væl hugsandi, at leik-
bannið verður strikað,
eftir at tað er komið fram,
at dómarin sjálvur heldur
seg kanska hava gjørt
dekan ov nógv av.
Formaðurin í kappingar-
nevndini, Bjarki Mohr,
hevur í vikuni verið burt-
urstaddur, og tí hevur ikki
verið gjørligt at samla
nevndina í vikuni. Sjálv-
ur sigur Bjarki, at hann
ikki kann siga nakað her
og nú um, hvørt leik-
bannið verður strikað ella
ikki.
- mørk
KÍ-NSÍ:
Niðurflytingin var ikki langt burturi
KÍ venjarin, sum í dag
biður farvæl, hevði
ikki roknað við, at
støðan var so vánalig,
og NSÍ venjarin vil
hava sínar menn at
vera klárar at taka
móti bronsumerkj-
unum
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Tá ið KÍ og NSÍ fara á
vøllin í Klaksvík í dag,
kenna báðir partar seg hava
nógv at spæla fyri. NSÍ
hevur framvegis møguleika
at røkka bronsukrónunum,
men so skal tað ganga
framúr væl.
- Vit hava tvær ferðir fyrr
í ár vunnið á KÍ - 3-2 í
Klaksvík og 1-0 í Runavík -
og vit hava framvegis nógv
at spæla fyri. Tað hevði
verið sera óheppið, um vit
ikki vóru klárir at taka okk-
um av bronsukrónunum,
um Skála ikki vinnur á GÍ,
heldur Trygvi Mortensen,
NSÍ venjarin, sum hevur
allar spælararnar tøkar, og
sum ikki ætlar sær at gera
nýggjar royndir við NSÍ
uppstillingini í Klaksvík.
Tað heldur hann dystin vera
ov týdningarmiklan til.
Oddbjørn Joensen fer fyri
seinastu
ferð
at
hava
ábyrgdina av KÍ liðnum.
Ábyrgdina fekk hann, eftir
at KÍ móti NSÍ í Klaksvík 1.
mai hevði verið á odda 2-0
og kortini tapti 3-2. Tað var
eftir ta uppgerðina, at Ove
Flindt Bjerg varð upp-
sagdur.
Tað er greitt, at Oddbjørn
Joensen ikki skal venja KÍ
næsta ár. Kennir tú ikki tað
sum misálitisváttan?
- Eg havi valt at fokusera
upp á uppgávuna, sum eg
fekk. Hon var at hava
ábyrgdina av KÍ í ár. Liðið
var illa fyri, tá ið eg kom
norður, og tað gjørdist upp-
aftur verri, tá ið Eyðun
Klakstein og Erling Fles í
summar vórðu langtíðar-
skaddir. Tá var møguleikin
fyri niðurflyting ikki langt
burtur. Vit royndu onkrar
ungar og evnaríkar spælarar,
men uppgávan var ov stór
hjá so ungum monnum. Tí-
betur fingu vit onkrar veter-
anar at hjálpa til, og saman
við onkrum øðrum yngri
monnum, sum aftur vórðu
tøkir, hevur tað eydnast at
hildið liðnum í deildini.
Hvat spælinum viðvíkur, so
hava vit móti øllum teimum
fýra ovastu víst góð avrik,
men tíverri hava úrslitini
oftast koppað skeiva vegin.
Nú hava vit síðsta møgu-
leikan, og eg kenni á spæl-
arunum, at teir eru uppsettir,
sigur Oddbjørn Joensen.
Men ert tú vónbrotin av
ikki at hava fingið møgu-
leikan at halda fram?
- Eg havi valt at taka
hetta, sum tað er komið. KÍ
er felagið, sum eg eri
uppvaksin í, og felagið fer
altíð at standa mær nær, og
eg ynski teimum alt tað
besta. Tá ið KÍ í summar
samráddist
við
nýggja
venjaran órógvaði tað, og eg
spurdi meg sjálvan, um eg
skuldi taka meg aftur ella
halda fram. Eg fekk holla
ráðgeving, og nú eri eg
fegin um, at eg helt fram,
sigur Oddbjørn Joensen.
Í Klaksvík eru allir spæl-
ararnir væntandi tøkir. Ein-
asta ivamálið er Ovi Ny-
sted, sum fekk reytt kort
móti HB seinast. Sum tað
framgongur aðrastaðni á
síðuni, so er tó møguleiki
fyri, at leikbannið verður
strikað.
Inntil fyri stuttum var
møguleiki fyri, at KÍ skuldi
flyta niður í dag. Síðsta
umfarið í 1988 hevur kenst
sum marra hjá klaksvíking-
um, ið hava stúrt fyri end-
urtøku av tí dramanum. Ta
ferðina hevði KÍ flutt niður,
um NSÍ hevði fingið stig.
KÍ vann 2-1, og NSÍ flutti
niður. Men tað var tætt við,
at heimaliðið reyk, og hjá
summum KÍ viðhaldsfólk-
um fer tað framvegis kalt
niður eftir rygginum, tá ið
tey hugsa um NSÍ stútaran
á tvørtræið dygst undan
leikloki!
Hóast talan undir
øllum umstøðum
verður um fimta
pláss, so siga gestirnir
seg ikki vilja lata
nakað fyri einki
UPPTAKT
Jákup Mørk
Hjá vágbingum er setning-
urin greiður undan seinasta
dystinum á árinum. Hóast
sigurin á Sevmýri fyri viku
síðani, er enn ikki leyst og
liðugt í botninum.
Tí eru trý stig tað einasta,
sum spælararnir hugsa um,
og fyri aðru ferð á rað tyk-
ist liðið vera so sterkt, sum
tað á nakran hátt ber til.
Roknað verður við, at allir
teir, sum vóru á Sevmýri,
eisini eru tøkir hesaferð, og
so er spurningurin, um
setningurin eisini verður
rokkin hesaferð.
Sjálvir siga vágbingarnir
seg ikki ivast. Dysturin skal
vinnast, og so er tað líka
mikið, hvussu leikur fer
aðra staðni kring landið.
Og sum so kann seinasta
uppgerðin kanska eisini
tæna sum ein eyka motiva-
tión hjá liðnum. Í fyrsta
umfarinum eftir summar-
steðgin fekk VB nevnliga
av at vita á Eiði.
Á pappírinum er upp-
gávan kanska yvirkomulig,
nú EB/Streymur ikki hevur
stórt meira at spæla fyri í
ár. Men fyri tað siga teir á
felagsliðnum, at teir vilja
enda árið væl og virðiliga.
Í mun til vanligu mann-
ingina, verður tað tó eitt
nakað skert EB/Streymur,
sum fer á vøllin til seinastu
uppgávuna á árinum. Sorin
Anghel er leikbannaður, og
hann fær tí ikki tikið sein-
asta umfarið av kappingini
um gylta skógvin við. Har-
til verður Egil á Bø heldur
ikki partur av ferðalagnum.
Ikki tí at honum bilar nak-
að, men barnsburður stend-
ur fyri framman, og so
verður tað mett heldur vág-
ið at fara til Vágs at spæla
fótbólt.
Tað telur tó rætta vegin,
at Fróði Clementsen aftur
er tøkur eftir skaða, og so er
spurningurin bara, hvussu
Piotr Krakowski blandar
kortini undan seinasta dyst-
inum í ár.
VB-EB/Streymur:
Eingin avspákan hjá gestunum
Niðurtúrurin hjá VB tóktist av álvara at byrja, tá teir tíðliga í august mánaði vórðu avbukaðir
á Eiði