Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 22. oktober 2005 19 Oddurin skiftur 10 ferð Oddastríðið hevur verið óvanliga hart í ár. Heili tíggju ferðir hevur oddasessurin skift eigara, og tíggju ferðir hava ávíkavist B36 og Skála verið ovast HAGTØL Jákup Mørk Tað man vera sjáldan - um nakrantíð - at spenningurin í fótbóltslandskappingini hevur verið somikið stórur, sum hann er tað í ár. Hóast ÍF tvey av trimum fyrstu umførunum var á odda, so hevur tosið at kalla alt árið snúð seg um tey trý liðini, sum nú mynda odd- in. Og fram til seinasta vikuskiftið hevði oddurin skift eigara heilar tíggju ferðir. Fimm stig er metið Tað hevur fleiri ferðir verið tikið til, at tey trý odda- liðini oftani hava fingið ein eyka møguleika. Hetta tí liðini hava skiftst um at snáva. Og líta vit at mynd- ini á hesi síðu, so sæst eis- ini heilt skjótt, at nakað er um tosið. Tí hóast dystir eru endaði við bæði javn- leiki og tapi hjá teimum trimum oddaliðunum, so hevur munurin ongan tíð verið tann heilt stóri. Størstur var hann í 12. og 13. umfarinum, tá Skála stríddist »heili« fimm stig aftan fyri HB og B36. Tvær ferðir hevur munurin verið fýra stig, og annars hevur so bara tann eini dysturin - ella minni - verið á muni millum nummar eitt og trý. Tríggjar ferðir hevur talan enntá verið um javnstøðu millum tey trý liðini í stigum, og ikki færri enn fimm ferðir hava tvey lið verið ájøvn í stigum. Spenningur til tað seinasta Undan seinasta umfarinum er tað B36, sum er á odda, og tann leiklutin eru teir ikki heilt óvanir við. 10 ferðir hevur árstalsfelagið sitið á oddasessinum í ár, har av trý av umførunum eru tey trý seinastu. Skála hevur somuleiðis verið tíggju ferðir verið á odda, meðan HB »bara« hevur roynt hendan leik- lutin fimm ferðir í ár. Og seinasta ferðin av hesum higartil var, tá teir eftir 17. umfar hildu seg framman fyri grannarnar úr B36 við einum betri málmuni. Men tann veruleikan munnu tey í HB tó leggja lítið í, um tað eydnast liðnum fyri sættu og avgerandi ferðina at leggja seg ovast. Men tað verða teir í HB ikki einsamallir at gera av. B36 kann við einum sigri halda fast um verandi støð- una í oddinum. Og finna teir báðir grannarnir ikki út av tí heila, so stendur Skála til reiðar at taka av. Sjálv- andi treytað av, at teir vinna sín dyst. Meira spennandi enn tað sama fær tað illa verið, og leygardagin fer størsti part- urin av fótbóltsføroyum ivaleyst at halda ondini í samfullar 90 minuttir Eisini eldfimt botninum Skuldi tað hent seg, at spenningurin um odda- sessin ikki er tann stóri, tá tað gongur móti seinastu minuttunum, so verður spenningur ivaleyst at finna aðra staðni. Í botninum er støðan at kalla hin sama. Har er TB í løtuni niðasta liði. Men munurin upp til GÍ er bara eitt stig, og í sínum lag hevur GÍ bara eitt stig upp til VB. Stóran part av árin- um hava tað eisini verið hesi, sum hava myndað botnin, og á myndini sæst so eisini, hvussu liðini í botnstríðnum hava roynst í stigasavnanini, sum higartil hevur fevnt um 26 umfør. Men har seinasta orðið enn ikki er sagt. HB fær gullið, og spenn- ingurin er, um Skála so megnar at taka silvurið. Samtundis tykist VB skula bjarga sær, meðan ivamálið í botninum stendur millum GÍ og TB. Soleiðis skuldi gongdin í øllum førum verði, um hag- tølini eru eftirfarandi, tá metast skal um seinastu dystirnar í Formula-deild- ini í ár. So er spurningurin bara, hvørt hagtølini hava nakað at siga. Stuttlig kunnu tey í øllum førum vera. Talvan sýnir, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðu- liðini sunnudagin hava tik- ist í tilsvarandi dystunum í bestu deildini seinastu 10 árini. -mørk Hagtølini siga HB Dystir um vikuskiftið Fótbóltur - Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 22.10 Skála-GÍ Dagfinn Olsen 22.10 VB-EB/S Eiler Rasmussen 22.10 ÍF-TB Lassin Isaksen 22.10 KÍ-NSÍ Georg Rasmussen 22.10 B36-HB Petur Reinert 2. deild 22.10 B36-FSV04 Ransin N. Djurhuus 22.10 Royn-B71 Jens P. Brattalíð 22.10 AB-Sumba Páll Augustinussen 22.10 LÍF-HB Hans F. Hansen 22.10 B68-GÍ Milan Cimburovic v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B36 26 14 - 9 - 3 36 16 20 51 2 HB 26 15 - 5 - 6 65 33 32 50 3 Skála 26 13 -10 - 3 53 28 25 49 4 NSÍ 26 13 - 8 - 5 52 39 13 47 5 EB/Streymur 26 11 - 9 - 6 47 34 13 42 6 ÍF 26 6 - 8 - 12 32 57 -25 26 7 KÍ 26 7 - 4 - 15 35 46 -11 25 8 VB 26 6 - 5 - 15 35 56 -21 23 9 GÍ 26 6 - 4 - 16 33 56 -23 22 10 TB 26 5 - 6 - 15 26 49 -23 21 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B68 17 13 - 3 - 1 63 15 48 42 2 B71 17 13 - 2 - 2 66 15 51 41 3 FSV04 17 11 - 2 - 4 49 18 31 35 4 AB 17 11 - 2 - 4 48 32 16 35 5 HB 17 7 - 1 - 9 40 44 -4 22 6 Sumba 17 6 - 1 - 10 33 61 -28 19 7 LÍF 17 5 - 3 - 9 45 48 -3 18 8 Royn 17 5 - 2 - 10 23 52 -29 17 9 B36 17 4 - 3 - 10 21 45 -24 15 10 GÍ 17 0 - 1 - 16 17 75 -58 1