leygardagur 22. oktober 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– til tess at kunna
forða fyri og minka
um oljudálking eitt
nú í sambandi við
komandi oljuboring
sigur stjórin í OSR,
Pauli Einarsson
TILBÚGVING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Eg seti mítt álit til, at
landsstýrið í komandi fíggj-
arlóg fer at seta pengar av
til at fáa Føroyum eina
munadygga
tilbúgving
móti oljudálking á havin-
um. Hetta sigur stjórin í
OSR, Oil Spill Response,
Pauli Einarsson. Fyritøkan,
sum er góð 5 ára gomul, sá
dagsins ljós í kjalarvørrin-
um á fyrireikingunum til
oljuleiting á føroyska land-
grunninum. Hon var eitt
náttúrligt lið í hesi fyrireik-
ing og varð miðjað ímóti at
útvega útgerð til at kunna
forða fyri og minka um
oljudálking frá boripallum
og skipum á víðum havi og
inni við land. Pauli Einars-
son, sum sjálvur hevur siglt
við seismikkskipum í olju-
vinnu í útlondum og sum
eisini hevur verið knýttur at
oljufeløgum, sum eru kom-
in til Føroya at leita eftir
olju, fekk tíðliga áhuga fyri
spurninginum um tilbúgv-
ing og dálking. - Á mongu
vitjanum mínum, skeiðum
og ferðum í útlandinum
gjørdist eg varugur við,
hvussu týdningarmikil nett-
upp tilbúgvingin er fyri eitt
land, sum av álvara fer und-
ir at búgva seg út til olju-
leiting og seinni fram-
leiðslu. Eg gjørdist sann-
førdur um, at vit sjálvi
máttu taka stig til at fáa
nakað upp at standa, tí ann-
ars fóru allar uppgávurnar
bara til útlendingar, av
landinum. Tað hevur so
ikki verið meiningin við at
menna eina føroyska olju-
vinnu og egnan førleika á
ymsu økjunum.
OSR varð stovnað við tí
fyri eygað at hava eina til-
búgving móti oljudálking
bæði úti til havs og inni
móti landi. Fyritøkan út-
vegaði sær útgerð og menti
egnan førleika við at lut-
taka á skeiðum. Samstarv
varð tikið upp við so frægar
fyritøkur sum Brigg í Bret-
landi og MMB í Noregi.
OSR hevur síðani fingið
nógvar uppgávur og hevur
havt útgerð úti á feltinum
og á landi. Eisini hava fólk
á landi fingið venjing. Fyri-
tøkan hevur so eisini sett
upp útgerð kring landið.
Somuleiðis vóru boð eftir
OSR at rudda upp í Spania
eftir eina herviliga olju-
dálking har.
Pauli Einarsson sigur, at
arbeitt hevur verið við at
menna fyritøkuna og fólk-
ini, soleiðis at tey í dag eru
við at vera klár til eina ISO
9000 góðkenning. Tey hava
so eisini tikið instruktør-
skeið í Bretlandi saman við
kendu fyritøkuni BMT
Cordah, soleiðis at OSR
fólkini eisini eru góðkend-
ir instruktørar. OSR hevur
fingið fyrispurningar at
koma út í onnur lond at
arbeiða eisini. ì løtuni eru
trý fólk hjá fyritøkuni. Um-
framt at vera við til minka
um dálking á firðum og
sundum serliga, hava OSR
fólkini eisini hildið skeið
fyri fólki hjá V&B. Í dag
standa tey so og bíða eftir at
fáa nýggjar sáttmálar.
Ongin lands-
tilbúgving
- Vit eru so eisini spent, um
tað almenna megnar at fáa
eina landstilbúgving upp at
standa í Føroyum, har vit so
kunnu vera ein partur.
Hóast arbeitt hevur verið
við hesum leingi, so hava
vit framvegis onga lands-
tilbúgving sigur Pauli Ein-
arsson.
OSR arbeiðir bæði við
tilbúgving í sambandi við
oljuleiting fyri eygað og so
verður eisini arbeitt inni á
firðunum, har tað hava ver-
ið fleiri dálkingarvanlukk-
ur. Har hava fólkini og út-
gerðin hjá OSR munað væl.
Talan er um ymisk sløg av
óhappum so sum yvirbunk-
ring, skip renna á land ella
olja ella onnur evni eru
runnin av virkjum á landi
og út á sjógv.
Uppgávan er at forða
fyri, at slík dálking ger seg
ov nógv inn á umhvørvið.
Best er at vera fyrivarðin,
men har ólukkan er hend
ræður um at hava atgongd
til røttu útgerðina og koma
á staðið skjótast. Í dag
hevur OSR útgerð liggjandi
eitt nú á Tvøroyri og í
Runavík. Sløkkiliðini á
staðnum kunnu so brúka
hesa útgerðina.
- Høvdu vit eina felags
tilbúgving fyri allar Føroy-
ar, har sløkkiliðini arbeiddu
saman, so kundi OSR sam-
skipað hetta við útgerð og
við at hjálpa til við upp-
venjing av fólki.
Pauli Einarsson vísir á, at
vit í Føroyum fyrr hava
dúvað uppá fremmandar
instruktørar úr Noregi og
Skotlandi. Hetta er ikki
neyðugt í dag, tí OSR kann
taka sær av hesum uppgáv-
um. - Er tað ikki júst ætlan-
in og endamálið við menn-
ingini av eini oljuvinnu, at
vit føroyingar sjálvir skulu
fáa okkum førleika til at
kunna átaka okkum upp-
gávur her heima spyr stjór-
in í OSR.
Bíða
– Nú verður so bíðað eftir,
at pengar verða settir av á
fíggjarlógini og at komm-
unurnar koma aftur inn í
myndina. Tað er ábyrgdin
hjá Fiskimálaráðnum at fáa
gongd á. Ongir pengar
vórðu tó til tilbúgvingina á
verandi fíggjarlóg. Teir
vóru spardir burt. So tað
sær ikki út til at myndug-
leikarnir taka tilbúgving
móti dálking serliga alvor-
ligt. Vit kunnu bara vóna, at
politikararnir
veruliga
meina tað, tá teir tosa um
eitt reint umhvørvi.
Stjórin í OSR er rættiliga
avgjørdur, tá vit spyrja
hann, hvussu nógvan skund
hetta hevur: -Tað er sera
týdniningarmikið at hava
eina tilbúgving uppá pláss
innan ársskiftið, tí boringin
eftir olju byrjar longu næsta
ár. Nú vita vit ikki, hvørjar
avtalur okkara myndugleik-
ar hava gjørt við oljufeløg-
ini, um tey hava loyvi til at
biðja onnur feløg uttan fyri
Føroyar taka sær av til-
búgvingini. Tað vildi tó
verið bæði skeivt og óskilj-
andi, nú vit sjálvi hava bygt
upp henda førleika og gjørt
íløgur á økinum. Men er
einki ynski um at hava
okkara egnu tilbúgving, so
noyðast feløgini at fara
aðrastaðni eftir henni.
Pauli Einarsson vónar, at
landsstýrið og eisini løg-
tingið taka hetta málið í
allar størsta álvara, tvs. seta
pengar av á komandi fíggj-
arlóg og seta sær sum mál,
at vit føroyingar sjálvir
skulu taka okkum fullu
ábyrgdina av tilbúgvingini
móti oljudálking. Hann
nevnir í hesum sambandi,
at til ber at leggja hetta
skilagott tilrættis eitt nú við
í eini sonevndari poolskip-
an, har allir hava somu út-
gerð og har hon verður betri
samskipað og bíligari. Har
tú ikki nýtist at eksperi-
mentera. Men har allir
kunnu hjálpa hvørjum øðr-
um.
Føroyum tørvar tilbúgving
móti dálking á havinum
OSR á Tvøroyri hevur fingið sær bæði útgerð og førleika at taka sær av oljudálking.