leygardagur 22. oktober 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 202 - 22. oktober 2005
- Hetta er eitt nýtt
konsept í Føroyum,
men sum er vælkent í
grannalondum okk-
ara. Men tað er eingin
ivi um, at hetta kemur
at verða til gagns fyri
føroyskt vinnulív,
sigur samskiparin av
Faroexpo, Símun
Hammer
FAROEXPO
Snorri Brend
Mynd: Jens Kr. Vang
Saltangará: – Faroexpo er
ikki at meta sum ein vanlig
sølustevna. Hetta er ein
ráðstevna, har fólk hittast
við tí fyri eyga at tosa um
samstarv í framtíðini.
– Á henda hátt hava fyri-
tøkurnar
møguleika
at
kunna víðka um virksemið
sítt og at økja um samstarv-
ið við fyritøkur í øðrum
londum,
sigur
Símun
Hammer.
Hetta er fyrsta ráðstevnan
av sínum slagi í Føroyum,
men miðað verður eftir at
henda stevnan verður end-
urtikin tvey tey komandi
árini í øllum førum.
– Verða úrslitini nøkt-
andi, so vóna vit, at henda
ráðstevnan er komin fyri at
vera, sigur hann.
Á ráðstevnuni í næstu
viku verða íalt 40 fyritøkur,
harav føroyingar eiga 20
teirra. Fokus verður hesa-
ferð sett á oljuvinnuna og
annað virksemi í tí sam-
bandinum.
Samstarv báðar vegir
Símun Hammer er sum
vera man spentur uppá
úrslitið av hesi ráðstevnuni
í Runavík. Og hann ivast
heldur ikki í, at tær ymisku
fyritøkurnar eisini eru tað.
Nógvar av føroysku fyri-
tøkunum eru ikki so stórar,
um sammett verður við tær
útlendsku. Hetta kann vera
ein vansi, men kann eisini
verða ein fyrimunur.
– Fær ein føroysk fyri-
tøka ein sáttmála um eina
av sínum framleiðslum, so
kann tað merkja sera nógv
fyri hesa í framtíðini. Tað
skal nevniliga ikki nógv til,
fyri at tað kann gerast til
nógv.
– Tí er eisini rættari hjá
teimum føroysku fyritøk-
unum at satsa smalt, heldur
enn breitt, sigur Símun.
Hann væntar tí ikki, at
talan bara verður um ein-
vegis úrslit. Tær føroysku
fyritøkurnar kunnu á ráð-
stevnuni vísa fram sínar
tænastur og soleiðis finna
fram til útlendskar fyritøk-
ur, sum eru viðkomandi
fyri tær.
– Her er talan um sam-
starv báðar vegir, sigur
Símun Hammer.
Faroexpo: EIN sáttmáli
kann fáa stóran týdning
Símun Hammer samskipar tann vinnuliga partin, meðan Rannvá Troest hevur ábyrgdina av tí mentanarliga partinum av
Faroexpo 05
- Vit hava lagt eina
fjølbroytta skrá fyri
alla næstu viku. Og tí
vóna vit, at fólk í
hópatali fara til hesi
tiltøkini, sigur
Rodmundur Nielsen,
borgarstjóri í Runa-
víkar kommunu
FAROEXPO
Snorri Brend
Runavík: Tað verður sum á
ólavsøku í Runavík hesa
komandi vikuna.
Tvey rættiliga stór og
umfatandi tiltøk fara at
bakkastokki um somu tíð -
Faroexpo 05 og Mentanar-
vikan.
Frammanundan
hava
nógvir fundir verið hildnir
og nógv er stungið út í
kortið. Nú eru so báðar
skráirnar lidnar. Og tað er
ikki at taka seg aftur í, at
her er nakað fyri øll.
Sjálv vinnuráðstevnan er
ikki opin fyri almenningin-
um, men almenningurin
fær kortini ein smakk av
hesi ráðstevnuni við teim
almennu
fyrilestrunum,
sum eru á skránni.
Hinvegin so fær tann
stóra fjøldin møguleika at
luttaka við okkurt av teim-
um mongu mentanartiltøk-
unum, sum byrja í kvøld og
sum halda fram alla næstu
viku.
- Her er nakað fyri øll.
Og tí vóna vit, at maður fer
av húsi til øll hesi spenn-
andi tiltøkini, sigur Rod-
mundur Nielsen.
Gamal tanki
At ráðstevnan og mentanar-
vikan eru lagdar júst í kom-
andi viku er ikki uttan or-
søk.
Tá ein hugsar um tað
mentanarliga virksemið, so
er henda tíðin at meta sum
ein meiri rólig tíð.
Nógv virksemið er í
gongd innan mentanina um
summarið og eisini tá tað
fer at nærkast jólum. Men
um heystið er hetta mun-
andi minni.
Við teirri áhugaverdu
skránni á hesi mentanarvik-
uni verður gjørligt hjá fólki
at fara til eina rúgvu av til-
tøkum á mongum ymiskum
støðum í Runavík og har á
leið.
Og alt hetta fer fram,
samstundis sum kommun-
an er karmur um Faroexpo
– ta fyrstu ráðstevnuna av
slíkum slagi.
- Hetta er ein gamal
tanki, um at fáa vinnuna og
mentanina at samstarva. Og
tí vóna vit, at fólk fara at
taka væl undir við hesum
samstarvinum og øllum
teimum
tiltøkum,
sum
verða teir komandi dagar-
nar, sigur borgarstjórin.
Gongst sum hann og fyri-
reikararnir ætla og vóna, so
verður tað ikki seinastu
ferð at Faroexpo verður í
Runavík.
Hetta er í øllum førum
eitt gylt høvi at víðka um
sjónarringin – bæði vinnu-
liga og mentanarliga!
Vinnan og mentan hond í hond
- Ein gamal tanki um samstarv millum vinnuna og mentanina er nú vorðin veruleiki, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í
Runavíkar kommunu