Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 202 - 22. oktober 2005 THOR Offshore Service í Hósvík rekur í løtuni 14 skip, sum eru stødd kring allan heimin. Mikudagin í hesi vikuni vóru skipini hjá felagnum á hesum støðum: 1 THOR er undir Føroyum til fiskaríð 2 Tórsvík arbeiðir í Norðsjónum. Fer í vetur til Mexico-flógvan 3 North Star er vaktarskip fyri Statoil í Norðsjónum 4 Thor Chaser hevur verið í Norðsjónum í summar. Er nú á veg til Franskt Guyana í Suðuramerika 5 Thor Supporter er í Svartahavinum 6 Thor Server er í mexikanska flógvanum 7 Leitisteinur er í Svartahavinum 8 Vesturland er til fiskiskap við Føroyar 9 Thor Pioneer er í Mauritanien, Vestur- afrika 10Thor Goliath er í løtuni ávegis úr Rott- erdam til Gabon í Afrika, hagar hann sleipar ein prám 11Thor Supplier arbeiðir sum útgerðar- skip fyri eitt seismikkfelag í Norðsjó- num, og skal til Lybia í næstu. 12Thor Provider er í Istanbul, Turkalandi har hann verður gjørdur klárur at fara til fyrstu uppgávu sína í Svartahavinum. 13Mars Chaser er vaktarskip fyri Statoil í Norðsjónum 14Ran sum THOR er reiðarí fyri er til fiskiskap Uttan góð starvsfólk bar ikki til hjá THOR at halda høga støðinum í tænastum sínum. Her síggjast fimm teirra — forstjórin, Hans Andrias Joensen, saman við (vm.) Sue Philbrow, Joe Simonsen, Arnfríð Joensen og Daysie Johannesen Kring allan heimin