Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 22. oktober 2005 33 – Vit hava eitt greitt mál við at fara á Faroexpo: Vit ynskja at fáa samband við kundar í øðrum lond- um, m.a. innan sól- orkuna, sigur Erling Jacobsen, sølumaður hjá Normek í Norðra- gøtu FAROEXPO Snorri Brend Myndir: Jens Kr. Vang Norðragøta: Hóast sólin ikki skínur so ofta her hjá okkum, so vísir tað seg kortini at føroyingar hava stóran áhuga í sólorkuskip- anini hjá Normek. Teir hava longu selt fleiri slíkar skipanir til sethús kring alt landið — m.a. til Havnar, Runavík, Hósvík og í Miðvági. Hesar skipanir kunnu tó ikki nýtast ístaðin fyri ta vanligu elveitingina. Her verður mest hugsað um at hita vatn upp til húsar- haldið. Hesar skipanirnar eru framúr góðar, og minna nógv um tær, sum aðrir framleiðarar gera. Men tað er kortini ein stórur munur: – Okkara skipan kemur úr Polen, har kostnaðar- støðið ikki er so høgt. Og tí er okkara skipan bíligari enn tær hjá øðrum, sigur Erling Jacobsen. Men teir á Normek eru sannførdir um at henda skipanin eisini kann seljast í øðrum londum. Teir hava einaumboð uppá hesa skipanina í Norðurlondum, og síggja tí stórar møgu- leikar í Faroexpo í næstu viku. Fiskur og kranar Normek kann í stuttum lýsast sum eitt vanligt maskinverkstað, sum tekur sær av tænastuum innan fiskivinnuna, alivinnuna og annað á landi. Eitt annað øki hjá Nor- mek er søla av teimum so- nevndu HIAB-kranunum. Fyritøkan er einaumboð av hesum kranum í Føroyum. At vera einaumboð tað forpliktar eisini fyritøkuna í stóran. Og tað vita teir hjá Normek. Gjøgnum hesa umboðan ynskja teir altíð at veita kundum teirra loysnir til ein hvønn tørv, tá talan er um kranar til ymisk enda- mál. Men ikki nokk við tað: – Gjøgnum hesa umboð- an, leggja vit eisini stóran dent á at hava neyðugan førleika, fyri at kunna veita eina góða tænastu innan viðlíkahald og umvæling av kranum. — Tí skipa vit soleiðis fyri, at tey starvsfólkini, sum hava ábyrgdina av kranunum, eru regluliga á skeiðum í Danmark, sigur sølumaðurin. Við seinastu útbygging- ini hjá fyritøkuni er sera einfalt at røkka hesum endamáli. Til ber at taka inn kranar, bussar og annað til umvælingar í høllini. Hevur tú hinvegin størri áhuga í dekkum og sports- felgum, so ber eisini til at tosa við teir hjá Normek um tað. Á heimasíðuni hjá fyritøkuni kann ein nevni- liga bíleggja hetta umvegis alnótina. Hjá Normek arbeiða í løtuni 20 mans. Normek: Ynskja at koma longur út Hjá Normek gera teir bæði stór og smærri arbeiðir – á myndini v.m. Erling Jacobsen og Johnny K. Nón Nógv føroysk húski hava longu útvegað sær sólkyknur. – Nú skal henda framleiðslan eisini út í heim, sigur sølumaðurin, Erling Jacobsen Farpack hevur síðan tað vrð stovnað fyri 11 árum síðani lagt dent á góðsku og at virkið samstarv við veitarar teirra FAROEXPO Snorri Brend Havn: Lýsingin var ikki sum aðrar lýsingar. Og tað var helst ikki ætlanin held- ur. Teksturin til lýsingina var hin einfaldi: Pakkitilfar til øll endamál. Men myndin til hesa lýsing var kortini ein, sum fekk fólk at steðga á og lesa tekstin. Miðskeiðis í lýsingini sást nevniliga ein persónur, sum var pakkaður og inn- ballaður sum ein mumia - í tilfar, sum sjálvandi var keypt hjá Farpack. - Skal okkurt pakkast inn, so hava vit loysnina, varð boðað frá í hesi lýs- ingini. Nú Faroexpo stendur fyri framman er heilt natúrligt at Farpck er millum luttak- arnar. Oljuvinna Á stevnuni í Runavík í komandi viku fer Farpack at luttaka saman við OSR á Tvøroyri. Hesar báðar fyri- tøkurnar hava eitt samstarv, sum luttakarnir á Faroexpo eisini skulu gerast varugir við. OSR (Oil Spill Res- ponse) tekur sær av at skipa eina tilbúgving um ein oljudálking tekur seg upp, so umboðar Farpack í dag størsta úrvalið av øllum tí, sum hoyrir til pakning á sjógvi og landi. Men við teim møguleik- um, sum vónandi liggja í eini komandi oljuvinnu, eru fyritøkurnar báðar í einum samstarvi, tá ein kemur so langt. At Farpack haraftrat hev- ur fingið ISO-góðkenning ger bara tað, at fyritøkan lýkur øll krøv innan t.d. innkeyp, marknaðarføring, sølu og flutning av pakki- tilfari og øðrum vørum til fiskivinnuna og annan ídn- að. Á heimasíðuni hjá fyri- tøkuni ber til at lesa alt um fyritøkuna, tær vørur og tær tænastur sum hon kann veita. Tað byrjaði við einum ávísum úrvali av pakkitil- fari og tí, sum hoyrir til fiskivinnuna. Síðani tá er vøruskráin økt munandi, soleiðis at ein í dag kann staðfesta at vinnan her hjá okkum sum heild er at meta sum kundar teirra, eins og fleiri kundar úti í heimi. - Og menningin heldur bara áfram, og vøruskráin økist alsamt. Hetta hevur ført við sær, at Farpack hevur Føroya størsta úrval av pakkitilfari, pakkiútgerð og pakkiamboðum til alla vinnuna á sjógvi eins og á landi. Útvegararnir hjá fyritøk- uni eru allir valdir eftir ser- støkum eyðkennum. Hetta førir við sær, at teir skulu helst hava umhvørvisgóð- kendar vørur. - Tað er alneyðugt at vør- an er av besta slagi og livir upp til ásettu fyrimyndina. Vit hava fingið eitt sera gott samstarv við okkara útveg- arar, sum eru sera góðir at finna røttu loysnirnar til okkum. - Og hetta kemur so aftur kundanum til góðar, sigur Farpack. Farpack: Vøran skal vera av besta slagi Vøruskráin hjá Farpack er økt ár undan ári. Í dag hevur fyritøkan størsta føroyska úrvalið av pakkitilfari, pakkiútgerð og pakkiamboðum Mynd: Jens Kr. Vang