leygardagur 22. oktober 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Vit meta okkum at
vera kappingarførar í
prísi, tænastu og út-
gerð. Haraftrat hava
vit gott og roynt fólk,
og við hesum ætla vit
okkum at røkka long-
ur út í heim. Faro-
expo er eitt gott høvi
til júst hetta, siga
marknaðarleiðarin,
Sofus S. Gregersen og
søluleiðarin, Viggo
Johannesen hjá KJ
Hydraulik í Kambs-
dali
FAROEXPO
Snorri Brend
Mynd: Jens Kr. Vang
Kambsdalur: Hóast tú ert
kappingarførur
í
prísi,
hevur eina góða fram-
leiðslu og hevur drúgvar
royndir, so er tað ikki alt.
Hjá KJ Hydraulik leggja
teir eisini stóran dent á at
skapa álit og relasjónir við
kundarnar. Og hetta hevur
eisini eydnast teimum.
– Tí er tað altíð ein trygd
hjá kundanum, at hann
kann hava álit á okkum, og
at vit veita ta tænastuna,
sum vit hava lovað.
– Starvsfólk okkara hava
somuleiðis eina stóra tekn-
iska vitan, og tí kann kund-
in altíð fáa fatur á einum
starvsfólki, sum kennir til
tann
trupulleikan,
sum
kundin hevur, siga Sofus S.
Gregersen og Viggo Jo-
hannesen.
Fyri at veita kundunum
bestu tænastuna hevur fyri-
tøkan eitt telefonnummar,
sum svarar allar 24 tímar-
nar í døgninum alt árið
ígjøgnum.
Út í heim
Í dag er høvuðsarbeiðið hjá
KJ Hydraulik at veita tæn-
astur til fiskivinnuna og
alivinnuna, tá talan er um ta
hydraulisku útgerðina.
Hinvegin so bjóðar fyri-
tøkan seg eisini fram á
øðrum økjum, m.a. við
vanligum
smiðjuarbeiði,
mekaniskum umvælingum,
sum umboð fyri m.a.
Palfinger—kranar
og
annað.
Teir átaka sær eisini at
útvega eykalutir til teir
mongu kundarnar í Føroy-
um og uttanlanda.
– Vit hava góðar kontakt-
ir uttanlands, og tí er mál
okkara at gerast enn sjón-
ligari í øðrum londum, siga
teir.
Í løtuni verða eini 15 %
av vørunum seldar uttan-
landa, men ætlanin er at
hetta talið skal økjast mun-
andi.
– Okkara mál er at økja
hesa søluna munandi, og í
longdini at koma heilt uppí
ein triðing, siga teir.
Júst eitt slíkt forum sum
Faroexpo er eitt hent høvi
at hitta útlendsku kund-
arnar. Og teir vita longu um
at her verða fleiri áhuga-
verdir kundar, sum teir ætla
sær at tosa við um tænastur,
eykalutir og annað.
– Oljuvinnan er eisini eitt
øki, har vit síggja stórar
møguleikar, siga Sofus og
Viggo.
Í dag starvast 50 fólk í
fyritøkuni.
34
Nr. 202 - 22. oktober 2005
El-Service hevur við
árunum ment seg til
eina vala fyritøku,
sum hevur gott orð á
sær bæði í Føroyum,
Europa, Afrika og
Asien
FAROEXPO
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Skála: "Við at veita ta lov-
aðu góðskuna, vinna vit álit
hjá kundanum, soleiðis at
tað er kundarnir sum koma
aftur, og ikki vørurnar!"
Hesi
rámandi
orðini
hanga á fleiri støðum runt
um í hølunum hjá El-Ser-
vice á Skála. Hetta eru
merkisorð, sum henda fyri-
tøkan hevur gjørt sítt til at
útinna.
Úrslitið av hesum sæst
eisini aftur í tí sera vítt-
fevnda virkseminum, sum
fyritøkan hevur verið í, og
framvegis er virkin í kring
allan heimin.
Síðani El-Service varð
stovnað í 1988 hevur fyri-
tøkan luttikið í ymiskum
verkætlanum, m.a. í Føroy-
um, Danmark, Fraklandi og
Skotlandi, eins og í so fjar-
skotnum londum sum Tan-
zania,
Malawi,
Ghana,
Cambodia og Vietnam.
Tað seinasta stóra arbeið-
ið, sum fyritøkan hevur
verið í, var at gera høvuðs-
talvuna til ta elektrisku
skipanina umborð á nýggja
Smyrli. Hetta var sam-
stundis tann størsta talvan,
sum er framleidd í Føroy-
um.
– Vit ynskja eisini, at
gongd skal koma aftur á
føroyskt skipasmíð, so-
leiðis at vit eisini kunnu fáa
ein útflutning á hesum øki.
– Tí eru vit við í fyrireik-
ingini til Faroexpo, og vóna
eisini sjálvir at fáa væl
burtur úr, sigur stjórin,
John Eli Joensen.
Víða um
Ein stórur partur av virk-
seminum hjá El—Service
er framleiðsla av alarm—
og stýriskipanum til skip.
Fyritøkan hevur rættiliga
drúgvar royndir á hesum
øki, og hevur longu gjørt
vart við seg á okkara leið-
um, Afrika, Asien og í
Canada.
Umframt hetta er El-
Service einasta fyritøkan í
Føroyum, sum hevur øll
loyvi til at installera ta so-
nevndu Argonite sløkki-
skipanina, bæði á lamdi og
umborð á skipum.
Fyritøkan hevur somu-
leiðis øll loyvi og autorisa-
tión til at installera brand-
alarm-anlegg á landi og
umborð á skipum, og er
haraftrat einasta fyritøkan
her á landi, sum kann in-
stallera Co2—anlegg.
Annars sær El-Service
eisini nógvar møguleikar í
eini komandi oljuvinnu. Og
kann væl henda, at okkurt
munagott stig tann vegin
verður tikið á Faroexpo í
næstu viku.
Kring heimin
við El-Service
KJ: Við góðsku og rela-
sjónum inn í framtíðina
Eltalvurnar hjá El-Service eru
vælkendar kring allan heimin.
Her stendur stjórin, John Eli
Joensen við eini talvu í hondini
Palfinger-kranarnir eru væl umtóktir í
Føroyum. KJ Hydraulik er einaumboð í
Føroyum – v.m. Sofus S. Gregersen og
Viggo Johannesen
– Vit ynskja at gerast meira sjónligir uttanlands, siga
marknaðarleiðarin, Sofus Gregersen og søluleiðarin, Viggo
Johannesen