Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 202 - 22. oktober 2005 Edvard Joensen Tað lýsti vestur úr Kap Trafalgar sunnalaga á sponsku strondini, tá bretarnir umborð á flaggskip- inum Victory hjá Nelson lordi sóu fyrstu mastratopparnar á fransk/spanska flotanum, teir í longri tíð høvdu ligið og lúrt eftir. Nelson visti av, at hesin flotin hevði ligið í spanska havnarbý- num Cadiz og ætlaði sær at sleppa til Gibraltar og haðani inn í Meðalhavið. Men hetta hildu bretar ikki vera nakað serliga gott hugskot, og við øðrum skot- um enn hugskotum, steðgaðu teir hesi ætlan í tí sjóbardaganum, sum seinni kom at gerast eitt tað kendasta sjóglagið í søguni yvir- høvur. Kanska tí, at hetta var seinasti stór sjóbardagin, har bara seglskip luttóku. Men helst meira tí, at enski høvuðsmaður- in, Horatio Nelson, doyði í hes- um bardaga av eini franskari kúlu. Undirskrivaði testamenti Nelson var væl hýrdur undan sjálvum bardaganum, vita søgu- skrivarar at siga frá. Hann sat í kahytt síni og undirskrivaði testamenti saman við tveimum yvirmonnum, sum skuludu vera vitni. Hann visti sjálvandi, at hetta kundi gerast endin, hóast hann ivaleyst hevur vónað nakað annað. Mótstøðumenninir vóru fleiri í tali. Sameindi franski og spanski flotin, hann helt ímóti, taldi 33 skip, og trann bretski taldi 28. Men hetta ræddi ikki tann við tíðini roynda ovastan á enska Meðalhavsflotanum. Hann helt eggjandi røður fyri manningum sínum og setti skiparar sínar væl inn í tær ætlanir, hann hevði, áðrenn hann lat vinda upp kenda tekin sítt England roknar við, at hvør maður ger sína skyldu . Hetta merkti kríggj, vistu allir, sum á flotanum vóru. Tað var umleið middagsleiti, at fyrsta kanónskotið varð latið av umborð á Royal Sovereign, sum Cuthbert Collingwood, admiralur, hevði ræði á. Og so var bardagin byrjaður. Flaggskipið Victory hjá Nelson endaði so við og við í stríði við flaggskipið Bucentaure hjá franska admiralinum Ville- neuve og eitt annað franskt skip, Redoubtable. Klokkan var farin eitt sindur av eitt seinnapartin, tá ein skjútti umborð á Redoubtable rakti Nelson við eini kúlu. Væl er seinni lýst, hvussu hendan kúlan ferðaðist gjøgnum kroppin á admiralinum. Hon fór gjøgnum herðar og lungu. Rakti tvey rivjabein, áðrenn hon steðg- aði millum sætta og sjeynda riggjageisla. Nelson fall á knæ og mælti: So komu teir at enda eftir mær . Hann varð borin niðurundir og helt fyri við skipslæknan, at her var ikki nógv hjá honum at gera. Væl vitandi um, at hetta var endabresturin. Kortini hevði hann vit til at takka Guði fyri, at eisini hann kláraði at gera sína skyldu, tí hann var púra sann- førdur um, at bretar høvdu vunn- ið hendan sjóbardagan, sum í veruleikanum gjørdi enda á franska yvirvaldinum á sjónum og gjørdi England til flotastór- veldi komandi øldina. Nelson doyði um hálvgum fimm tíðina seinnapartin 21. oktober 1805. Men tá høvdu bretsku herskipini eisini vunnið endaliga á fíggindanum og tikið eini 15 fíggindaskip til fanga. Teirra millum var eisini franska flaggskipið Bucentaure. Nelson var ikki einasti admiralurin, sum lat lív í sjóbar- Søgan skap Nelson lordur hevði ætlanir um at gerast heimskendur, tá hann byrjaði tann seinni so kenda sjóbardagan við Trafalgar. Well, mínir harrar. Lat okkum í dag gera okkurt, sum heimurin seinni fer at tosa um , vóru boðini til yvirmenninar, áðrenn fyrsta kanónbrakið um middagsleiti tann 21. oktober 1805 Nelson lordur er gitin fyri sínar sigrar í sjóbardaga. Frekleiki, sjómnasskapur og eydna hava samstarva til tess at gera navn hansara ódeyðiligt