Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 22. oktober 2005 37 daganum hendan dagin. Eisini spanski admiralurin Duque Federico de Gravina lá eftir á. Umframt doyði eisini nógv herfólk. Tølini eru eitt sindur ójøvn og siga alt frá 1.200 til 1.500 bretar og úr 2.300 upp til heilar 14.000 mans hjá sameinda flotanum. Líkið av Nelson admirali varð flutt heim til Englands, og hann er jarðaður í St. Paul's katedralinum í London. Men heldur ikki í deyðanum slepti hann fransmonnum heilt, tí kistan, hann varð lagdur í, var gjørd úr vrakgóðsi av einum fronskum herskipi, hann hevði tikið í stríðnum við Nilánna tann 1. august 1798. Gløgt hepni Eitt sindur hevur verið kjakast um, um Nelson vann sínar sigrar av gløggskygni ella av berum hepni. Helst hevur ein blanding verið av báðum, tí neyvan er tað bara hepni, ið hevur skapt hesa stóru krígshetju, sum bretar meta so høgt, at teir framvegis hátíðar- halda 21. oktober til minnis um bardagan við Trafalgar. Men eitt sindur av einum røvara hevur hann ivaleyst verið, hesin góði prestaonurin, Horatio Nelson. Hann varð føddur í 1758, og var, eftir sum søgufólk siga, klæntrasligur á vøkstri og heilsuveikur. Tí undraði tað familjuna, tá hann longu sum 12 ára gamal fór at tosa um, at hann vildi sleppa í herflotan. Men tað gjørdi hann so 15 ára gamal í 1773, og tað var rímiliga skjótt, at hann fekk skip at føra. Og síðan gekk so at siga "slag í slag". Einum fýra kendum sjóbardøgum luttók hann í, áðrenn hann doyði við Trafalgar. Særdur varð han nakrar ferðir í sínum mongu bardøgum. Í 1794 misti hann annað eygað á Korsika, og í 1797 lá høgri armur eftir í álopi á Tenerife. Men vinstra arm fekk hann tó brúkt, tá hann setti kikaran fyri tað blinda eygað. Tann søgan verður søgd soleiðis í søgubókum, at undir álopinum á Keypmannahavn í 1801 fóru eini tvey skip á land, og flotaovastin, ið tá var, sir Hyde Parker, gav boð um afturtøku. Hetta gjørdu menn Nelsons hann varugan við, men hann setti bert kikaran fyri tað blinda eygað og staðfesti, at: Eg síggi einki tekin um afturtøku, sum jú eisini var púra satt. Eftir deyða Nelsons er ein høg minnissúla við standmynd av admiralinum ovast uppi reist á Trafalga Square í London, eins og skip hansara HMS Victory er varðveitt á flotasavninum í Portsmouth. ti hetjuna Eitt av hansara genialu - ella kanska svakligu álopum - var, tá hann eyðmýkti franska Meðalhavsflotan út fyri Nilósanum uttan fyri Alexandria í Egyptalandi Lady Emma Hamilton gjørdist stóri kærleiki Nelsons, hóast bæði vóru gift øðrum. Nelson við Fanny Nesbitt, og Lady Hamilton við enska ráðharranum Sir William Hamilton, sum var 35 ár eldri enn hon