Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 152 - 13. august 2005 Durita L. Jóansdóttir. B.A. Universität Bremen 2. partur Eitt løgið universitet Universitetið í Bremen er bygt fyrst í 1970-inum. Ein professari, ið eg tosaði við, segði mær, at tá var tann týski arkitektururin ringastur. Eg má partvís geva hesum manni rætt. Eg kann ikki heilt finna tann reyða tráin í hes- um arkitekturi, sum universitetið er vorðið útsett fyri. Hann fyri- kemur mær at vera ein løgin vavgreytur av tilvildarligum bygningum, sum ikki tykjast at smelta saman í nakra hægri estetiska eind. Høvuðsinngongd- in til universitetið er sera hábærslig. Tað er ein stórur og høgur stásiligur kvadratiskur glasbygningur prýddur við ymiskum rørum, sum snúgva seg í eitt flott mynstur í allar ættir. Innanfyri er gólvið klætt við sandlittum steinklinkum. Tá eg tríni inn í bygningin, síggi eg ein stóran hvítan bannara, sum hongur í einum trappurekkverki. Við stórum svørtum bókstavum stendur skrivað: "Freie Ausbild- ung für freie Menchen!". Aftanfyri hendan fornemma bygning goyma tað seg tó stórir klossutir gráir betongbygningar. Teir líkjast stórum vilstum augustum, sum av óvart hava gjørt landgongd og hava rent seg fastar. Í einum av hesum bygn- ingum, sum ein alla tíðina sær, halda millum onnur samfelags- frøðingarnir og lingvistarnir til. Søgurnar siga, at hesin bygning- ur er so púrasta ómøguligur at finna runt í, ein sonn villiniborg. Eg øtist við tankan, eg skal lesa politik og fari at ferðast nógv í hesum bygningi. Á veg at hitta professara Míni ørindi í hesum bygningi hendan dagin eru tó at hitta ein professara, sum er sera áhugaður í Føroyum og føroyska málinum. Tá eg stígi inn í bygningin, má eg geva søgunum rætt. Bygning- urin er ikki fyri fólk. Hann er ein stórur kvadratur við einum stór- um holi, atrium, í miðjuni. Skriv- stovur og undirvísingarhølir liggja so úti við kantin og um hetta hol. Hetta hol ger, at eg ikki kann taka snarvegir, eg noyðist alla tíðina at ganga í ein fýrakant og røra meg antin uppeftir ella yvireftir alt eftir, hvørja hædd eg skal á. Í niðastu hæddini eru veggirnir bert betong. Fyri at lætta um hendan gráa lit er graffiti málað á vegg- irnar. Bráddliga á veg til lyftina og upp til triðju hædd, har profess- arin bíðar eftir mær, gangi eg meg inn í ein stóran bláan fisk. Hann hevur kjaftin opnan og fullan av hvøssum tonnum. Nú mundi eg verið etin, hugsi eg og gangi víðari. Aðrastaðni er ein pálmi málaður á veggin. Tað er ein sindur minni hvøkkur at fáa at renna seg í ein pálma, og ynski eg at hava gjørt tað í staðin. Beint áðrenn eg fari inn í lyftina á veg upp til professaran, síggi eg, at tað uppi yvir einari kaffiautomat stendur skrivað við reyðum: "Question the authority!". Eitt opið universitet Komin upp á triðju hædd leggi eg til merkis, at hurðarnar til tey ymisku hølini hava ein løgnan gulan lit, og veggirnir her eru ljóst sitrón-gulir, tað er tó so mikið ov nógv sitrón í teimum, at tað stingur í eyguni. Tá eg endiliga finni professaran, greiðir hann mær frá, at upp- runaliga varð bygningurin bygdur uttan veggir. Hugsanin var, at hetta skuldi verða eitt frælst og opið universitet, har øll kundu luttaka. Veggir eru so komnir aftaná. Nú veit eg ikki júst, hvussu nógv teir kønu tá á sinni hava hugsað um tær prakt- isku avleiðingarnar av ongum veggum. Eg dugi ikki rættiliga at ímynda mær, hvussu tað skal kunna bera til t.d. at hava bæði filosofi-og tónleikastuderandi sitandi í sama høli. Sum heild dugi eg ikki at ímynda mær, hvussu tað skal kunna bera til at hugsað og læra nakað uttan veggir. Eg má staðfesta, at hesin bygningur berur stóran dám av at vera ávirkaður av hippie-mentali- tetinum. Eg kenni ein ávísan lætta í mær sjálvum um, at hippie-tíðin ikki fekk størri fastatøkur á samfelagið enn tað sama. Eitt fátækt universitet Professarin greiðir mær eisini frá, at universitetið ongar pengar hevur. Úrslitið av PISA kanning- ini hevur verið sera vánaligt millum fólkaskúlanæmingar í Týsklandi - eins og í Danmark. Tí halda teir týsku politikararnir, at hetta má fáa avleiðingar. Tað sær tíðverri út til at ganga út yvir humaniora í Týsklandi. Í løtuni verður umrøtt at niðurleggja lingvistik í Bremen og gera alt humaniora sum heild bert til læraralesandi. Sum humanistur haldi eg sjálvandi at hetta er ótrúliga spell og burturvið, at politikarar soleiðis uttan víðari vilja niðurleggja eina heila vísind bert av einari kanning, sum enntá hevur fingið sera stóran kritik. Tað er fullkomiliga vitleyst.. IKEA, ein heimur fyri seg Í Bremen havi eg eitt møblerað kamar, men eg hevði ongar gardinur. Nú ger tað ikki so nógv, tí eg búgvi á ovastu hædd. Grannin yvir av mær býr tó eisini á ovastu hædd, og kann lættliga síggja inn. Eftir at hava skift klæðir undir borðinum í nakrar dagar, avgeri eg at fara í IKEA at finna mær einar gardinur. Tað sigst at vera ein jarðsálaferð út til IKEA, og nemi eg tí við mær bíblina hjá mær í løtuni ´Tysk Grammatik`. Eg eri eingin IKEA fjeppari. Eg kann ikki torga at vera í hesum handli. Eg villist og verði ørkymlað beinan vegin av øllum fólkinum og keypiherðindum teirra. Næstan øll lesandi eru fastir kundar hjá IKEA, sum er sera bíligt. Hetta ger eisini tíverri, at stílurin hjá øllum verður tann sami. Eg havi lagt til merkis, at í Danmark hava øll míni vinfólk kremlittar ella beige - beiga - møblar frá IKEA. Tey hava eina beigalittað sofu, beiga lenistól, beiga gardinur og beiga borð. Tað er komin inflatión i beige- ella beigalitin. Enntá tallerkar og krúss skulu vera beiga. Í IKEA síggi eg tó eisini møblar, sum ikki eru beiga. Har eru vøkur myrk træborð og fagurlittar sofur, so hví keypa míni vinfólk ikki hetta. Kanska eru hesir lutir dýrari enn allir beiga møblarnir, ella kanska dáma teimum bara væl beiga litin. Eg haldi sjálv, at hesin litur er lítið áhugaverdur, serliga í ovurstórum nøgdum. Leitandi pør Stuttligt er tó at síggja, hvussu fólk bera seg at í IKEA. Fyri antropologar átti hesin stóri handil at verið eitt paradís. Hann er ein heimur fyri seg. Her ber rættuliga til at eygleiða atferðina hjá menniskjanum í einu sosial- um samanhangi og síggja, hvussu tað stríðist fyri lívsins uppihald. Ofta síggi eg nógv ung pør, sum óivað júst eru flutt saman og nú skulu hava møblar Lesandi í Týsklandi Durita L.Jóansdóttir,úr Havn,B.A.í fjølmiðlavísindi,lesur nú "European Studies" við Aarhus Universitet.Hon er gestalesandi við Universität Bremen og greiðir frá,hvussu tað er at finna seg til rættis í einum nýggjum lestrarumhvørvi nú beint eftir týska valið. Høvðusbygningurin hjá universitetinum kallaður "Glashalle" er gjørdur av glasi og stáli og hevur ein hugtakandi arkitektur. Allur arkitekturur á universitet- inum kann tó ikki vera líka hugtakandi