leygardagur 22. oktober 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 22. oktober 2005
39
til íbúðina. Sum oftast er tað
gentan, sum togar dreingin aftan
á sær og velur og peikar. Hetta
slag av pørum fer gjølla
gjøgnum hvørja deild í IKEA.
Drongurin gongur nøkur fet
aftan fyri gentuna og sær oftast
ikki sørt misnøgdur ella
mótfallin út. Hann hevði kanska
heldur vilja bíðað við at flutt
saman, og kanska eisini ikki
keypt so nógv í senn, pengarnir
eru ikki har. Harafturat skal
gentan avgera alt. Hetta fellur
sjálvandi ikki altíð í góða jørð.
Drongurin vil óivað bert finna
sær eina góða song og eitt stórt
sjónvarp. Gentan hjá honum skal
sjálvandi eisini hava smá ljós,
blondir á dúkin, eina fitta borð-
lampu, pútur til sofuna og for-
restin, so skal sofan vera beiga
og passa saman við gardinunum,
sum eisini eru beigalittar og
teimum beigalittu ljósunum í
vindeygakarminum.
Tey etableraðu
Í barnadeildini síggi eg barna-
konur við maka, sum sera ágrýt-
in leita sær eftir møblum og
øðrum lutum til ófødda barnið.
Her er maðurin ein størri partur
av innkeypinum og er sera eld-
hugaður. Bæði tykjast at hava eitt
felags projekt. Kanska er tað tí,
at maðurin følir, at nú fyrireikar
hann seg til eina framtíð, hann
sjálvur hevur verið við til at gjørt
og havt ávirkan á. Tá er alt meira
spennandi.
Í stovudeildini síggi eg upp
aftur eldri og etablerað pør, sum
eru komin at keypa okkurt ein-
stakt innbúgv. Mátibandið er
tikið við, tey hava eitt ungt
starvsfólk at hjálpa sær, og
diskutera umaftur og upp í
saman vinklar, longd, breidd og
hædd. Konan stendur og peikar,
meðan maðurin mátar og skrivar
niður. Starvsfólkið hinvegin
stendur tolið, smílist og bíðar.
Tó, aftanfyri hendan blíðsníðaða
gekkaskortin hómi eg ein farra
af ungdómsins ótolni yvir hesi
gomlu, sum altíð taka so langa
tíð.
Einstaklingurin
Fyri einstaklingar sum meg, ið
koma í IKEA, er tað mest tann
niðasta hæddin, beint áðrenn
útgongdina, sum er áhugaverd.
Hetta er smálutadeildin. Her
koma fólk, ið bert skulu hava
eina skál, eina lampu, ella sum
eg, einar gardinur. Úrvalið av
gardinum er ikki ovurhondsstórt.
Til alla lukku fyri meg. Eg hyggi
eina løtu og taki so einar, ja, tað
má eg viðganga: beigalittar! men
við nógvum smáðum reyðum
romantiskum blómum.
Við útgongdina virkar tað, sum
at alt fólkið nú er lættað og
róligt. Nú er stríðið av millum
pørini - mann og konu - hesu
ferð. Tey flestu, sum eru vorðin
svong av øllum "keyparíðnum",
brúka teir seinastu pengarnar upp
á ein hotdog. Eg fari har, sum
bussurin steðgar. Har stendur
eisini ein annar drongur. Hann
hevur keypt sær onkra skál síggi
eg. Vit nikka bæði skiljandi til
hvønn annan, glað um at hetta er
yvirstaðið. Í bussinum taki eg
mina ´Tysk Grammatik` fram,
meðan drongurin lesur ´Harry
Potter`. Til næstu ferð hugsi eg
við mær sjálvum og vinki farvæl
til IKEA á hesum sinni. At næstu
ferð longu vísir seg at verða
dagin eftir, veit eg tíðbetur ikki.
Tí gardinurnar vísa seg at vera
heilar tveir metrar ov langar.
"Og hvat heldur tú so
um Týskland?"
Stuttligt er, hvussu eitt fólk altíð
vil hava at vita, hvussu tey eru.
Føroysku fjølmiðlarnir duga sera
væl at spyrja standardspurningin:
"Og hvussu dámar tær so Føroy-
ar og føroyingar, og hví valdi tú
Føroyar" Eg haldi, at hesin
spurningur varð givin hvørjum
einasta útlendskum tónleikabólki
og orkestri, sum hevur spælt á
teimum nú mongu festivalum og
tónleikatiltøkum, sum hava
stungið seg upp á klettunum.
Einki galið er tó í hesum, tí eg
vildið mett, at soleiðis eru allar
tjóðir í størri ella minni mun
eisini Týskland.
Til mína fyrstu veitslu í
Bremen, spyrja næstan øll, sum
eg tosi við, hví eg havi valt
Bremen, hvussu mær dámar
týskarar, og hvat eg haldi vera
øðrvísi í Týsklandi samanborðið
við Føroyar og Danmark. Sann-
leikin er, at týskarar ikki eru so
nógv ørðvísi enn føroyingar ella
danir. Smámunir koma altíð at
verða, men at finna hesar krevur,
at ein hevur verið eitt longri
tíðarskeið í einum samfelag. Teir
stóru munirnar finnir ein serliga,
tá ein ferðast í ørðum heims-
pørtum sum t.d Kina, hetta
risastóra land líkist so avgjørt
ikki Europa. Í veitsluni royni eg
sum frægast at siga týskarunum,
hvat teir vilja hoyra. Eg greiði
frá, at teir eru sera fyrikomandi,
sjálvt um tað er mær fortalt, at
Bremar eru svinnir. Hetta segði
ein týskari mær, sum kom úr
München. Tað er sera áhugavert,
at kemur ein úr sama landi, tá er
tað í lagið at samanbera sín
heimstað við ein annan í hesum
sama landi og siga, at sín er tann
betri.
Hin fremmandi og
nýggja samfelagið
Er ein hinvegin fremmandur í
landinum, verður væntað, at
samanberingin ella lýsingin av
samfelagnum komið er til, altíð
er góð. Meg lysti at vita reak-
tiónina hjá føroyingum, um
Simon Kvamm úr danska tón-
leikabólkinum Nephew hevði
sagt í øllum fjølmiðlum og á
pallinum á G í summar, at tær
føroysku genturnar eru ljótar, og
at G festivalurin stinkar.
Eg haldi áfram at lýsa týskarar
við nøkrum sera positivum og
almennum lýsingarorðum, men
skjótt er uppi. Týskararnir eru tá
fúsir at hjálpa mær at greiða
teimum frá, hvussu teir eru
ørðvísi. Hvussu júst ein veitsla
hjá teimum gongur fyri seg. At
teir eru buldrutir og drekka nógv.
Hetta hevur vist hvør ein føroy-
ingur búsitandi í Danmark eisini
fingið at vita. Eg smílist og eri
samd við týskarunum, at soleiðis
eru teir av sonnum. Tað góða er,
at nú havi eg fingið nøkur
lyklaorð frá týskarum, sum eg
kann nýta til at lýsa teir næstu
ferð, eg møti einum týskara, sum
vil hava at vita, hvussu hann er
ørðvísi, við hansara egnum
orðum sjálvandi. Endamálið við
øllum hesum er at fáa staðfest og
sett orð á sín egna nationalitet.
Tjóðskaparligur samleiki
Mentanin hjá einari tjóð er eitt-
hvørt inngrógvið, men av
sonnum eisini nakað uppfunnið
og nakað, sum broytist og verður
skapað av nýggjum. Føroyingar
vilja eisini staðfesta sín egna
tjóðskaparliga samleika so nógv,
at tað oftani verður til eina
sjálvútinnandi profeti. Í
Danmark kunnu føroyingar t.d
finna uppá at larma ekstra nógv
til eina veitslu og syngja
uppaftur meira, enn teir eru
vanir. Hetta fyri ikki at missa
okkara tjóðskaparliga samleika í
einum øðrum landi og fyri at
vísa dønum, at vit eru føroyingar
og avgjørt ikki danir. Frændir og
Kári P., hugsi eg, eru oftani
meira spældir í Danmark enn í
Føroyum.
Í Bremen detti eg eisini bein-
anvegin sjálv í hesa veit. Eg havi
lovað at luttaka í einari ølstafett í
desember. Tá eg eri føroyingur
og norðbúgvi, meta týskarar meg
eisini hava víkingarøtur, og at eg
tí kann drekka nógv. Eg noyðist
sjálvandi at geva teimum rætt, tí
ein føroyingur eri eg av sonnum,
serliga í Bremen, har eg gangi
einsamøll við mínum føroyska
samleika. Tað eru góðar 6 vikur
til desember. Eg havi góða tíð at
venja, og ølið er bíligt, tíbetur.
Kortini vænti eg ikki, at hvørki
føroyingar ella týskarar halda
meg svíkja land mítt, um eg ikki
vinni eina ølstafett ella
yvirhøvður luttaki í hesum.
Deiligt er at fáa sær ein kaffimunn á universitetinum eftir ein langan dag. Á myndini eru 5 tjóðir umboðaðar.
Uttast frá vinstru: Danmark, Svøríki, Danmark, Rumenia, Italia og Føroyar
Tá lesturin hevur verið strævin er gott at kunna ganga sær ein túr og njóta áirnar, sum prýða
universitetsumhvørvið.
Allur arkitekturur á universitetinum kann tó ikki vera líka hugtakandi