leygardagur 22. oktober 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
KONSERTUMMÆLI
Rókur Jákupsson Jakobsen
Tað er eftirhondini ein sjáldsom
luksus hjá føroyingum at uppliva
Eivør "live", og tískil er tað grav-
gangur eftir atgongumerkjum, tá
ið hon vitjar her heima. Og
soleiðis var eisini hesaferð, nú
Eivør skuldi vísa síni kynstur
saman Danish Radio Big Band í
Læraraskúlahøllini. Saman
spældu tey fólkatónleikakend løg
hjá Eivør í jazzuttum hami.
Eivør og Bigbandið løgdu frá
landi við eini sterkari útseting av
lagnum "Nú brennur tú í mær".
Hetta er helst mest hoyrda lagið
av "Trøllabundin" fløguni, og
hetta er ikki uttan grund. Or-
kestrið svingar væl í lagnum, og
tað sleppur eisini væl framat.
Ikki tí, sjálvt tá ið teir ikki blástu
alt út, so hoyrdist tað, at teir alla
tíðina vóru til staðar. Teir leggja
tónar, fraseringar og hitað
tónleikin væl. Tað er kanska júst
hetta sum ger, at Danish Radio
Big Band er í heimsklassa. Teir
eru nærlagdir, og har er ongin
tilvild í tónleikinum. Teir eru
sera ruddiligur í sínum stíli, og
ongin tóni verður spældur uttan
grund.
Konsertin var stílrein og 100%
skipað. Tað einasta lagið sum
sleit heilt frá tí reyða tráðnum
var triðja lagið. Hetta var eitt
instrumental lag, sum skuldi seta
futt í áhoyrararnar, og hetta
riggaði eisini, tí at nógv byrjaðu
at klappa í takt við orkestrinum.
Sjálvur haldi eg, at hetta var eitt
malplasera lag í eini annars
stílreinari konsert.
Hóast big band traditión ofta
verður knýtt at jazz tónleiki, so
má ein ásanna at instrumentala
improvisatiónin ikki fekk nógv
rúm á hesi konsert. 95% av allari
konsertini var niðurskriva á nóta-
blaðið, so hetta var eitt stórt
maskinarí sum koyrdi frá byrjan
til enda. Tá ið onkrar solo´ir
vóru spældar, merkti tú eisini
styrkina í hesum. Tað óvæntaða,
sum ger tónleikin so livandi,
kom veruliga til sjóndar tá ið
hesir frálíku tónleikarar fingu
høvi at vísa sínar improvisator-
isku dygdir. Men hetta var alt ov
sjáldan, haldi eg. Konsertin var
eitt programmerað show, og
sjálvt práti millum løgini var
tilrættislagt. Her vóru komisk
innsløg, har ið ljómborðsleikarin
fekk nøkur snarskeið í føroysk-
um málburði, og hetta dámdu
áhoyrarunum væl.
Eivør skaraði framúr
Hóast orkestrið var framúr gott,
so var ongin ivi um, hvør ið var
stjørnan. Eivør inntók pallin, og
hennara leiklutur var at leggja
gandin afturat tónleikinum. Og
enn einaferð skaraði framúr hon.
At hon hevur einastandandi
songgávur, er ongin ivi um.
Hennara rødd riggaði væl aftur
við heitu akustisku ljóðførinum,
og har var ikki eittans lag, hvar
Eivør ikki fekk høvi at leypa upp
í hæddirnar. Hetta at Eivør so
ofta fór at upp um høga C´ið,
gjørdist tó til tíðir ørkymlandi, tí
at onkutíð helt undirritaði, at tað
hevði klætt lagnum betri, at ligið
á melodiinum. Tað tyktist sum
um Eivør onkuntíð setti røddina
ov nógv í fokus, heldur enn at
lata lagið hvíla í sær sjálvum.
Hetta var eitt sindur keðiligt, tí at
onkur av løgunum høvdu verið
vakrari og snøggari, um tey vóru
hildin longur niðri. Tá ið lagið
"Om jeg vågar" byrjaði, hoyrdi
tú hvussu góður tónasmiður
Eivør er. Lagið er ótrúliga
vakurt. Tað er eisini gleðiligt at
Eivør hevur skrivað lagið á
svenskum. Eftir at hava hoyrt
lagið, kann ein slettis ikki
ímynda sær lagið á øðrum máli.
Samanum tikið kann ein ikki
siga annað enn, at hetta var ein
sera góð konsert. Vit kunnu
faktiskt ikki krevja nógv meiri av
eini konsert. Eitt væl spælandi
big band, og ein hugtakandi
songkvinna gevur eina heild,
sum vit ikki kunnu seta fingur á.
Vit hava ofta lyndið til at
gloyma, at okkara stjørna enn er
rættiliga ung. Eivør hevur verið
ein týðandi agentur á føroyska
tónleika pallinum síðan hon festi
seg í okkara hjørtur í 1999, tá
hon saman við Clickhaze vísti
seg fyri okkum. Men hóast tað
eru 6 ár síðani, so er Eivør enn
ung, og tískil eitt listafólk í
menning. Hon er ótrúliga dugna-
lig nú....hvussu verður um 5 ár?
Vit mugu virða hesa ungu
kvinnu - hon er okkara gim-
steinur.
Eivør er kvalitetur!
Danish Radio Big Band & Eivør Pálsdóttir framførdu eina framúr
konsert. Áhoyrararnir kunnu ikki annað enn frøast um eina sjáldsama
góða konsert, og longu nú merkja vit, at songkvinnan úr Gøtu er í
heimsklassa