leygardagur 22. oktober 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 22. oktober 2005
41
FESTIVALMINNI
Kári á Rógvi
At standa á summarfestivali og
lurta eftir Tveimum - fyrr Teim-
um - av Kamarinum er sum at
fara at á konsert saman við
ótilvitskuni hjá sær. Tá Nikolina
syngur: "Tann vinurin kæri, hann
elskar meg ei..." er tað sum at eg
kenni roykin og cecil í næsunum
og liggi á bonkinum á Frúutrøð,
har omma skiftir ímillum guds-
tænastu frá norðmanninum,
kvøðuljómar og ynskikonsert.
Onkursvegna dugi næstan
hvørt einasta orð, ið Nikolina
syngur. Ja, satt at siga, er rættast
at siga, at meðan Eyðbjørn og
Marner og teir spæla undir, so
skipar Nikolina, og vit taka
undir. Hundraðtals fólk taka
undir armin á hvørjum øðrum og
tjaldið er um at fara omanav, tá
vit tríva í "eeeeinaferð hon bert
man blóma, fóóóóólnar hon, eg
fólni við."
Føroyska málið livdi í fleiri
øldir uttan skriftmál, tí mentan
og máliskur vóru varðveittar í
kvæðum, sum enn í dag ganga
væl - og sum vóru at hoyra sum
tungmálmur í Vágsbøi í summar.
Sum so mong smá tungumál, var
eisini føroyskt farið aftur í ommu
sína, um ikki bólkar sum Tey av
Kamarinum fóru at syngja popp-
løg. Nú hava vit so nógvan
tónleik á føroyskum, at Frændur
og Terji verða sagdir at vera
klassikarar, og tá teir spæla, eru
tað "tey eldru," sum skemta sær
á festivalinum. Vónandi sigur
hetta heldur, hvussu nógv er til
av føroyskum tónleiki, enn at vit
gingu hundraðtals ellismerktir
ferstivalsgestir og slota eftir
sorgblíðum tónum.
Nikolina og tey hava spælt í
hálva øld; langt áðrenn fleiri av
áhoyrarunum vóru so frægt sum
gessugt eygnabrá hjá feðrunum,
"hittaðu" tey og gjørdu tað viður-
kent og spennandi at skriva og
spæla føroyskan tónleik. Og eya
meg, um ikki Nikolina ferð eftir
ferð boðar frá, at nú kemur
onkur nýggjur sangur. Tá ilskast
ótilvitskan hjá mær - vil heldur
út á bátadekkið seint á náttartíð
enn hoyra okkurt nýtt. Men hví
frøðast vit so nógv um kendar
sangir, vísur og kvæði? Eisini
við laghallum listarligum virði á
tekstinum? Jú, tá vit øll syngja
"nei, aldri eg elska vil fleir"
saman við Nikolinu (ella hvat tað
skal vera av kendu tekstum
saman við Dynamitt, Jørgen
Dahl ella máltungum kvøðarum)
so koma fram kenslur, minni,
samleiki. Kenslur krevja kendar
tónar, minni vekjast og samleikin
skapast. Okkurt í okkum hevur
tikið til sín Nikolinu og Tey og
latið tey sett orð og lag til sam-
leika okkara.
Sum vit standa og vagga har,
eru eisini fleiri pør, sum taka sær
ein swing-om. Tey Tvey av
Kamarinum eru frá teirri tíðini,
tá tónleikur ikki skuldi imponera
nørdugtar ummælarar við ný-
skapan og innviklaðum tóna-
kynstrið. Tá tónleikur heldur
skuldi brúkast at dansa eftir, at
fáa fólk í gott lag. Tað munnu
vera milliónir av dansum, sum
eru dansaðir til country-kendar
tónar av Kamarinum, samvera,
sum summi tíverri ongantíð fáa
lut í, tí tey vaksa upp við techno
og ymsum sofistikeraðum. Plagi
at stuttleika mær við at biða fólk
syngja onkran sang hjá hesum
ymsu buldrandi døgnflugunum.
Tað er sjálvdan tey megna tað. Tí
tí flestu av teimum "stóru nøvn-
unum" framføra ikki sang við
teksti ella sang, ið kann syngjast
í felag, ella løg at dansa til uttan
smílkandi tablettir.
Sjálvur ivist eg ikki. Tey Tvey
vóru mítt hæddarpunkt, bæði í
Klaksvík og í Gøtu í fjør - tá tey
vóru enn betri, tí tey tá tíbetur
gloymdu at endurnýggja seg og
tóku øll country- og dansiløgini
ígjøgnum á spæliplássinum og
fóru so laaaangt út um tíðina. At
Nikolina og Tey kundu havt lagt
verðina undir seg, var eitt og
annað øðrvísi lagað, merktist
týðiliga, tá Nikolina í fjør bjóð-
aði Eiðvør á pallin og tær saman
sungu saman. Vit kunnu takka
Teimum fyri at hava verið við til
at lagað tann pallin sum seinnu
bólkarnir spæla á. Sum "salurin
kókar" hetta kvøld í Klaksvík,
ynski eg mær, at onkur hevði
givið út einar fimm-seks fløgur
við Nikolinu og Teimum av
Kamarinum til okkara sum
vuksu upp við kvøðuljómum,
dansi og felagssangi.
Tvey Tey Bestu
Jensina og Johan og Sigrid og Símun høvdu leitað sær úr Havn á Summarfestival at hoyra 2 av
Kamarinum. Tey vórðu ikki skuffað
Hundraðtalsfólk tóku undir armin
og hvøjrum øðrum og sungu undir
við Nicolinu so takið mundi farið
oman av tjaldinum, tá hon sang
»eeeeeinaferð hon bert man blóma,
fóóóólnar hon, eg fólni við...«
Árni Andreasen og Hans Christian
Clementsen pældu undir
Rættuliga nógv fólk vóru komin saman í tjaldinum at lýða á konsertina hjá Tveimum av
Kamarinum