Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-22, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Glaður, trúgvur og eitt sindur dovin. Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Less is more. Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? øllum. Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin? umleið 15 min. Hvat stressar teg? Tá eg lovi ov nógv. Hvat gleðir teg? At spæla og lurta eftir tónleiki. Nær feldi tú seinast eitt tár? Tá abbi mín doyði í vár. Nær smakkaði tú tær seinast á? Seinasta leygarkvøld. Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? Tá eg slapp inn á MGK (musikskolernes grund kursus) Hvørji ráð hevur tú til fólk, sum ætla sær at spæla bass? 1.Less is more 2.ikki keyp ein 5 streingjaðan Yammaha Hvar arbeiðir tú? Eg gangi á SIT og MGK Hvat er besta uppfinningin og hví? Tannbustin - annars kann man ikki busta tenn! Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Eina fartelefon, ein plektari, ein lykil og 54kr. Hvat er títt besta heimaráð? At busta tenn! Hvør er stuttligast í Føroyum og hví? Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe - tí teir duga væl at herma eftir fólki. Hvør er keðiligast í Føroyum og hví? Tað er eingin í mínum huga beint nú. Hvussu ofta speglar tú tær? Næstan hvørja ferð eg hyggi í eitt spegl Hvussu ofta ert tú hjá frisør? Nakrar ferðir um árið. Hvør er tín løgnasta tónleikauppliving Tað var tá Búgvi gjørdi stage-dive, og ongin var har til at lofta honum! Andreas Restorff, bassleikari í Paradox, 16 ár Nr. 202 - 22. oktober 2005