leygardagur 22. oktober 2005síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 22. oktober 2005
Niels Halm, stjóri í
Norðurlandahúsinum
Hvørja bók lesur tú í løtuni?
– Eg lesi altíð fleiri bøkur sam-
stundis. Í løtuni eri eg í ferð við
fyrsta part av sjálvævisøguni hjá
Bob Dylan, Krøniker; Andersen:
En biografi bind 2 eftir Jens
Andersen; John Kenneth Gail-
braith: his life, his politics, his
economics, og so eri eg júst
liðugur við ævisøguna Mærsk,
manden og magten.
Í juli mánað fekk Norðurlanda-
húsið 1 mill kr frá A.P. Møller og
Chastine Mc-Kinney Møller
grunninum til almenn endamál.
Pengarnir verða brúktir til at um-
byggja stóru høllina, sum verður
tikin í brúk leygardagin. Tá fer
Tórshavnar Manskór at hava
konsert í høllini, áðrenn teir fara
víðari á sangferð í Íslandi.
Er tað onkur bók, tú minnist
serliga væl?
- Ja, Huset Buddenbrook eftir
Thomas Mann.
Tá eg var undir útbúgving var
er sera upptikin av, hvussu
familjan hevur ment seg í 20.
øld. Í hesum sambandi var Huset
Buddenbrook, frá fyrst í 20. øld,
ein ótrúlig lesiuppliving. Kjarnin
í skaldsøguni er, at teir modern-
aðu individualistarnir eru orsøkin
til, at húsið Buddenbrook gongur
til grundar. Har teir eldru
patriarkarnir vóru nøgdir við at
eita Johann, vera keypmenn og
gifta seg við teimum gentunum,
páparnir funnu teimum, byrjar
tað yngra ættarliðið at fáa sær
onnur nøvn og hava aðrar kensl-
ur og tráanir. Tey droyma um at
útbúgva seg innan eitt fak, sum
hevur teirra áhuga, og at arbeiða
í tí yrkinum restina av teirra
yrkisleið. Stutt sagt: Tey droyma
um at realisera seg sjálvi.
Hvør var tí fyrsta lesiuppliving?
- Eg minnist ikki heilt, men tað
hevur heilt víst verið okkurt,
mamma mín las fyri mær. Eg
haldi tað var eitt av ævintýrunum
hjá H.C. Andersen.
Hvørja bók vildi tú ynskt, tú
hevði lisið?
- Ulyssus eftir James Joyce er ein
av teimum bókunum, eg eri byrj-
aður at lesa, men sum eg tíverri
mátti sleppa, tí hon kortini ikki
fangaði meg. Tað harmar meg, tí
bókin er jú eitt meistarverk innan
heimsbókmentir.
Hondina á hjarta - lesur tú altíð
eina bók lidna?
– Nei. Tað eru nógvar bøkur, eg
ikki fái lisið lidnar, serliga
krimibøkur, sum eg annars lesi
rættiliga nógvar av. Sum oftast
eru tað bøkur, eg finni á
flogvøllinum, men har teksturin
á bakpermuni ikki heldur, tað
hann lovar. Ella at eg fari í
gongd við onkra aðra bók, tá eg
komi heim.
Bøkurnar og eg
Norðurlendsk
realisma
Herfyri kom árliga tíðarritið
Nordisk Litteratur, sum verður
ritstjórnað av Jógvan Isaksen.
Nordisk Litteratur 2005 er skip-
að í tveir partar. Tann fyrri um-
fatar ummælir av øllum verkun-
um, sum vórðu innstillað til
Norðurlanda Bókmentavirðis-
lønina í ár. Eygnamørk eftir
Tórodd Poulsen verður ummæld
av Jórunn Sigurðardóttir, sum
meinar, at yrkingasavnið er tað
besta hjá Tóroddi higartil. "Savn-
ið er heilskapað, men yrkingin er
enn ávegis - nakað, sum ger
savnið áhugavert og marglitt,
men ikki so fyndugt.", verður
millum annað sagt.
Seinni parturin av tíðarritinum
viðgerð hesuferð endurføðingina
av realismuni í norðurlendskum
bókmentum. Greinarnar spenna
vítt og viðgera alt frá Herman
Bang til sjálvævisøguna hjá
dýnukonginum Lars Larsen.
Í hesum partinum av ritinum
umrøður Kim Simonsen før-
oyska realismu í greinini "Litte-
rær realisme og vitalisme i
færøsk litteratur". Fyri tey, ið eru
kunnug við metingarnar hjá Kim
av føroyskum bókmentum, er
ikki so nógv nýtt at frætta í
greinini. Í eini heldur provoker-
andi niðurstøðu grunar Kim, um
tað í veruleikanum eru danir
(Krasilnikoff og Nebelong), sum
eru teir størstu føroysku sam-
tíðarrealistarnir. Um so er, kundi
ein her ynskt onkrar uppfylgj-
andi tankar um, hvør munurin
millum eina føroyska og eina
danska føroyska samtíðarskald-
søgu so kann hugsast at vera.
Nordisk Litteratur 2005 fæst
hjá Nordisk Ministerråd
me@norden.org og kann eisini
takast niður á
www.nordic-literature.org
Børn - nei takk!
John O’Farrel, The best a man can get,
Umsett: Henrik Andersen, Det bedste en
mand kan få,
Borgen, 2005
So er enn ein ensk mannlig anti-
hetja endað í botnleysu familju-
suppuni í bókini Det bedste en
mand kan få. Hetta er fyrstu ferð
enski journalisturin John O’
Farrel verður útgivin á donskum,
og sjálvt um bókin upprunaliga
kom út í 2000, er lítið broytt hjá
ørkymlaða familjupápanum.
Høvuðspersónurin Michael
Adams ger jinglar til lýsingar-
filmar, og býr í London saman
við trimum vinum. Halda vit,
inntil tað vísir seg, at Michael
faktiskt hevur konu og trý børn,
sum hann skal eitast at búgva
saman við. Hann tímir bara ikki
serliga væl at vera saman við
familjuni, har hann mest sum
kennir seg sum træl. So hann
billar konuni inn, at hann
arbeiðir dag og nátt í sínum
studio. Í veruleikanum liggur
hann og dovnast, spælir teldu-
spøl, drekkur øl og etur junk
food saman við vinunum. Sum
hann sigur: Smá børn eru
keðilig. Tað eru tey also!
Sjálvandi má okkurt henda.
Og tað ger tað eisini, tá vit sum
frá líður hoyra útgávuna hjá
konuni av søguni. Men áðrenn
og aftaná er bókin rættiliga
undirhaldandi við sínum
fynduga, ónda, bretska humori.
Vit kenna hetta slagið av ensk-
um antihetjum eftirhondni frá
filmum og bókum. Men Michael
tykist hóast alt munandi meir
menniskjaligur enn teir ein-
státtaðu nørdarnir, vit hava sæð í
til dømis bókunum hjá Nick
Hornby.
Mest minniliga bókin, Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum, hevur lisið, er stórverkið Huset Buddenbrook eftir
týska skaldið Thomas Mann
Mynd: Jens K. Vang
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo