Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 203 - 25. oktober 2005 Vegurin Langi • HoyvÌk • Tel. 353040 • Fax 353041 rs@reyniservice.fo • www.reyniservice.fo Vit bjóða nú 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta meira enn 85.000,- Garanti skipanin, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-, fevnir um allar knappliga íkomnar feilir, ið eygsæð ikki skyldast nýtslu brúkarans, rust, uttanífrákomnir skaðar ella væntandi tænastueftirlit. Eingin gandur og eingir smáir bókstavir. Kom og vitja okkum · landsins fremstu bilasølu. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum prentvillum. Lagalig fígging fæst til brúktu bilarnar Hálkan komin Í morgun var nakað av hálku ymsastaðnis í land- inum, og sum vanligt, tá ið fyrsta hálkan á vetrinum ger vart við seg, kemur hetta óvart á bilførarar. Løgreglan í Havn og í Eyst- uroynni segði seg tó ikki hava frætt um nakað ferðsluóhapp í sambandi við hálku, tá ið vit tosaðu við tær mánamorgunin. Men sum tað sæst á mynd- ini, so var onkur bilur farin út av vegnum. Hesa mynd- ina tók okkara maður um hálvgum áttatíðina mána- morgunin beint við Norðskálatunnilin. tn Ein 30 ára gamal maður gjørdi um seg í høvuðsstaðnum sunnunáttina. Hann bleiv tikin fyri at koyra ávirkaður í stolnum bili og uttan koyrikort POLITITÍÐINDI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var um eitt-tíðina sunnunáttina, at løgreglan steðgaði einum bili við trimum fólkum í. Tá ið bil- urin bleiv steðgaður, sluppu tey trý fólkini sær til rým- ingar, men løgreglan fekk skjótt fatur á teimum inni í einum húsum, har tey royndu at goyma seg. Stolið bilin frá bilasølu Tað vísti seg, at bilurin, sum tey trý koyrdu í, var stolin frá einari bilasølu í høvuðsstaðnum. Tann 30 ára gamli maðurin, ið koyrdi bilin, var eisini rús- drekkávirkaður, og haraft- urat hevði hann mist koyrikortið. Bilførarin kann tí fyrireika seg til at møta upp í rættinum, har hann verður ákærdur fyri stuldur, rús- drekkakoyring og fyri at føra bil í frádømingartíðini. Fyri at gera ilt verri, so gjørdi sami maður um seg seinni um náttina, eftir at hann var leyslatin av løg- regluni. Tá fekk løgreglan nevnliga boð um, at maður- in gjørdi ónáðir á einum dansistað í Havn, men tá ið løgreglan kom á staðið, var maðurin rýmdur. 30 ára gamal gjørdi um seg Breyt beinið Beint eftir døgurða sunnudagin fekk løg- reglan fráboðan um, at ein maður var gliðin í Skorunum millum Skæling og Norðadal. Maðurin var saman við fleiri øðrum, og tey fingu givið boð frá sær, og tyrlan kom eftir manninum, sum bleiv fluttur á landssjúkra- húsið við brotnum beini. tn Um hálvgum fimm- tíðina sunnunáttina gjørdi løgreglan í Havn eina roynd at steðga einum bili, men bilførarin koyrdi undan, og hann bleiv ikki tikin fyrr enn komið var í Eystur- oynna POLITITÍÐINDI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Løgreglan fekk illgruna um, at bilførarin koyrdi ávirkaður, og tí vildu teir steðga honum. Men bilfør- arin aktaði ikki boðunum frá løgregluni, og hann helt tí undan við nógvari ferð. Av tí at ferðin var so nógv, og maðurin ikki var koyri- førur, valdi løgreglan ikki at leggja ov nógv fyri í royndini at fáa bilin aftur. Teir koyrdu aftaná bilinum, men hildu eina ávísa fjar- støðu, so at bilførarin ikki skuldi kenna seg ov hart kroystan, tí so kundi tað lættliga enda við eini vanlukku. Men alt fær ein enda, og tað fekk henda biljagstr- anin eisini, tá ið løgreglan at enda fekk fatur á mann- inum norðuri í Svínáum. Drúgv biljagstran