týsdagur 25. oktober 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 25. oktober 2005
3
Eitt-ára føðingardagur
í Maritugøtu
Fríggjadagin fylti dag-
stovnurin í Maritu-
gøtu í Hoyvík eitt ár,
og tað varð hildið við
maner
FØÐINGARDAGUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ein tann feskasti dagstovun-
urin í høvuðsstaðnum er
tann í Maritugøtu í Hoyvík,
Stovnurin hevði fríggjadag-
in eitt ára føðingardag, og
tað var vorðið sum dagur
hjá teimum smáu, ið hava
sína dagligu gongd á stovn-
inum.
Rógvi undirhelt
Børnini á teimum trimum
stovunum, Smálambadalur-
in, Kettuvík og Haruurðin,
fingu sanniliga at merkja, at
føðingardagur var í húsinum.
Borðreitt var við kaku og
bollum, og á miðdegi fingu
børnini eisini døgurða.
Prikkurin yvir i'num hjá
børnunum var seinnapartin,
tí tá ið vitjaði gyklarin
Rógvi, sum tey flestu av
børnunum kenna aftur frá
sjónvarpinum, har hann er
fastur fúsur hvørt fríggja-
kvøld saman við drekanum
hjá sær.
Rógvi trøllabant børnini
við sínum gandakynstrum,
og tá ið hann endaði við at
blása sápubløðrur út í alt
rúmið til børnini, var fagn-
aðurin stórur. At Rógvi
endaði framførsluna hjá
sær við at bjóða øllum
børnunum ein slikkipinn,
gjørdi tað heldur ikki verri.
Hesir báðir smádreingirnir
síggja út til at stuttleika sær
óført, meðan Rógvi
undirheldur fyri børnunum.
Mynd: Terji Nielsen
Gyklarin Rógvi, sum børnini
kenna frá sjónvarpinum, har
hann er fastur gestur við
drekanum hjá sær, vitjaði
børnini í dagstovninum í
Maritugøtu á eitt-ára føð-
ingardegnum hjá stovninum.
Mynd: Terji Nielsen