týsdagur 25. oktober 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 203 - 25. oktober 2005
Starvsmannafelagið
er ikki áhugað í at
finna eina serliga
skipan sum ger, at
strandfaraskipini ikki
aftur verða rakt av
arbeiðssteðgi.
Maskinmeistarafel-
agið sigur, at skulu
teirra limir missa
verkfalsrættin, verður
tað ikki ókeypis
ARBEIÐSSTEÐGUR
OG STRANDFERÐSLA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Sáttmálaøkið hjá Starvs-
mannafelagnum
er
ein
heild og vit ætla ikki at býta
limir okkara sundurí bólkar
við ymsum rættindum.
Gunnleivur
Dalsgarð,
formaður í Starvsmannafel-
agnum er lítið hugaður at
ganga ynskinum hjá lands-
stýrinum á møti um at finna
eina serliga skipan so at
skipini hjá Strandferðsluni
ikki longur verða umfatað
av arbeiðssteðgi.
Hann sigur, at politikarar
hava eisini eina ábyrgd fyri
at hava skipað viðurskifti á
árbeiðsmarkaðinum, men í
samráðingunum hesuferð
løgdu teir nettupp upp til
tað øvugta, bæði við at al-
mannakunngera framman-
undan, at ongin lønarhækk-
ing skuldi vera og við at
hótta við at fáa løgtingið at
leggja upp í.
– At arbeiðssteðgir raka
ymisk øki í samfelagnum
og at teir raka hart summa-
staðni, er júst ætlanin fyri
at fáa eina skjóta loysn og
tað eru spælireglarnar.
Gunnleivur Dalsgarð er
samdur við landsstýrið í, at
tað er ein mannarættir at
kunna ferðast um firðir og
sund, eins og ígjøgnum
tunlar og eftir vegum.
– Tað hava vit minst líka
stóran áhuga í og tað verður
ikki ein trupulleiki, fyrrenn
sáttmálaloysi er og tað eru
reglarnar.
Gunnleivur
Dalsgarð
leggur kortini afturat, at
enn hevur hann ikki sæð
eitt útspæl frá landsstýrin-
um og tí vil hann ikki siga,
um felagið er sinnað at fara
í samráðingar um eina aðra
skipan.
– Tað havi eg ongar við-
merkingar. Hann vil fyrst
síggja
eitt
útspæl
frá
landsstýrinum, áðrenn hann
sigur meiri um tað.
– Vil onkur tosa við
okkum um ymisk viður-
skifti, eru vit sinnað at tos-
að, tí tað eru vit altíð
Jógvan Nybo, formaður í
Maskinmeistarafelagnum,
sigur stutt, at hann hevur
ikki sæð nakað útspæl frá
landsstýrinum og tí ber ikki
til at siga nakað um tað.
Men hann leggur kortini
afturat, at skulu limir í
maskinmeistarafelagnum
siga verkfalsrættin frá sær,
skulu teir hava okkurt
afturfyri, tí tað verður ikki
ókeypis.
Í Sosialinum leygardagin
høvdu vit samrøðu við
løgmann um, at tað kend-
ist sum ein stórur lætti, at
tað slapst undan at biðja
Løgtingið leggja upp í
arbeiðssteðgin.
Lands-
stýrið varð til reiðar at
leggja uppskot fyri tingið
um at longja sáttmálan hjá
teimum, sum sigla við
Strandferðsluni
so
at
skipini komu aftur í
sigling.
Men tá ið partarnir fóru
til
samráðingar
aftur
mikudagin, varð uppskot-
ið tikið aftur.
Í greinini stóð at málið
varð ikki tikið meiri aftur
enn so, at endaði tað ikki
við semju hósdagin, hevði
tað verið lagt fram aftur.
Í hesum sambandi er
neyðugt at nágreina, at
løgmaður segði bara, at tá
ið partarnir fóru aftur til
samráðingar, varð málið
tikið aftur, uttan at nevna
nakrar tíðarfreistir.
–Àki–
– Ein tænastumanna-
skipan er ikki til at
liva við hjá eini ný-
mótans fyritøku,
sigur stjórin á Strand-
ferðsluni
ARBEIÐSSTEÐGUR
OG STRANDFERÐSLA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Ein tænastumannaskipan
er ikki ein skipan, sum ein
nýmótans fyritøka kann
liva við.
Tað heldur Kristian Dav-
idsen, stjóri á Strandferðsl-
uni.
Seinastu tíðina hevur
nógv verið tosað um at
finna eina varandi loysn, so
at skipini hjá Strandferðsl-
uni ikki longur verða rakt
av ósemjum á arbeiðs-
marknaðinum.
Í hesum sambandi hevur
mest verið tosað um at gera
manningarnar á skipunum
hjá Strandferðsluni til tæn-
astufólk, tí so hava tey ikki
loyvi til at fara í verkfall.
Men hevur ávarar stjórin
á Strandferðsluni staðiliga
ímóti.
– Ein tænastumannaskip-
an loysir trupulleikarnar
við verkføllum. Men ein
slík skipan ber so nógv
annað í sær, at tað er als
ikki til at liva við hjá eini
nýmótans fyritøku, sigur
Kristian Davidsen.
– Skal manningin á
Strandferðsluni gerast til
tænastufólk, snýr tað seg
um nógv fólk, so tað er eitt
ómetaliga stórt stig at taka
og eg ávari staðiliga ímóti
at leypa í eina slíka skipan.
Hann vísir á, at allastaðni
rundanum okkum royna tey
av øllum alvi at sleppa av
við tænastumannaskipanir
og tað gera vit eisini hjá
okkum.
Einastu tænasufólk, sum
skjótt eru eftir, eru tey
allarovastu toppembætis-
fólkini í almennu umsiting-
ini.
Hann vísir á, at er talan
um tænastufólk, missir ar-
beiðsgevaran ein stóran
part av sínum rættindum og
tað bindur arbeiðsgevaran
nógv meiri enn hann er
bundin nú, eitt nú sambandi
við uppsagnir, har tænastu-
fólk hava trý ára uppsagn-
artíð.
– Tískil er tað ómetaliga
torført at umskipa ein
stovn, eitt nú til eitt alment
partafelag, ella at laga ein
stovn til nýggjar tíðir, táið
fólkið er tænastufólk.
Hinvegin hava tænastu-
fólk rættiliga stóra trygd í
starvinum og tað er sjálv-
andi gott.
– Men verður trygdin ov
stór, skerst ikki burtur, at
tað er í hvussu so er ein
ávísur vandi fyri, at tað
gerast ein koddi og at tað
kann føra til ein ávísan
ineffektivitet í stovninum.
Hann heldur eisini, at ein
tænastumannaskipan fær
ikki
trupulleikarnar
at
hvørva.
– Trupulleikarnir vilja
vera teir somu, men við eini
tænastumannaskipan
er
vandi fyri at teir veksa seg
størri og størri í gerandis-
degnum, uttan at tað ber til
at loysa teir.
– Tí ræður um at finna
eina skipan, sum loysir
sjálvan trupulleikan og ikki
bara
viðgerð
sjúku-
eyðkennini, sigur strand-
ferðslustjórin.
Kann als ikki
góðtakast
Annars heldur Kristian
Davidsen, at tað er undar-
ligt, at Føroyar skulu vera
einasta land um okkara
leiðir, har tað ber til at
leggja alt landið lamið og
har landið verður kutað
sundur í fleiri vikur.
– Tað er ikki til at liva við
og kann als ikki góðtakast,
heldur stjórin á Strand-
ferðsluni.
Tí vónar hann annars, at
tað ber til at finna eina
skipan, sum tryggjar, at
hesi øki ikki verða løgd
lamin.
– Men tað má gerast við
eini skipan, sum hoyrir nú-
tíðini til og ikki við at gera
fólkið til tænastufólk, tí tað
er ein skipan, sum hoyrir
miðøldini til, sigur Kristian
Davidsen.
– Tað, sum hendir í Før-
oyum, kemur ikki fyri aðra-
staðni og tað er ikki tí, at
tey eru tænastufólk aðra-
staðni, leggur hann afturat.
Ávarar ímóti at gera manningina á
strandfaraskipunum til tænastufólk
Málið um uppílegging varð tikið aftur
– Ein tænastumannaskipan er ein skipan, sum hoyrir miðøldini til og sum ikki er til at liva við
hjá eini nýmótans fyritøku, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni
Skilja ikki limirnir
sundir í ymsar bólkar
– Tað hevur elvt til stórt forargilsi, at strandfaraskipini verða
løgd so oftani, tá ið arbeiðsteðgur er. Stendur tað til landsstýrið,
verður nýggi Smyril eisini byrjanin til nýggjar tíðir á hesum øki,
men fakfeløgini eru meiri ivasom