Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 203 - 25. oktober 2005 Skopuningar til handils í nýggjum handilsdepli Fyrst í komandi ári kunnu skopuningar fara til handils í einum nýggjum matvøru- handli. Hann verður partur av einum hand- ilsdepli, sum liggur væl fyri í bygdini. - Nei, her var vorðið alt ov trongligt. Tað var tørvur á størri hølum!, sigur eigarin, Sámal Hanne Lognberg HANDIL Snorri Brend Mynd: Jens Kr. Vang Skopun: Tað kann tykjast sum eitt stórt stig at ein lítil matvøruhandil í eini lítlari bygd ætlar sær at byggja sær nýggj og størri handils- høli. Men fyri Sámal Hanne Lognberg í Skopun er hetta eitt stig, sum hann metir vera neyðugt. - Støðan er tann, at kundin krevur nakað av okkum í dag: Hann krevur, at vit hava størri úrval og góð og rúmlig hølir. - Og tí fara vit við góðum treysti undir hesa ætlanina fyri at veita kundum okkara eina betri tænastu, sigur hann við Sosialin. Útgravingin er liðug, um stutta tíð verður farið undir at stoypa og í desember mánaði kemur stálkon- struksjónin. Tá komið er út í februar ella mars mánað komandi ár er ætlanin at tann nýggi og 450 fer- metrar stóri handilsdepilin skal lata upp. - Einaferð hugsaðu vit um at fáa jólasøluna við í nýggja handilin. Men tá vit so avgjørdu at víðka um hølið, sóu vit skjótt, at tað bar ikki til á hesum sinni, sigur Sámal Hanne Logn- berg. Víðka tænastuna Sámal Hanne og konan Krista yvirtóku handilin "Hjá Herman", ein handil sum hevur nógv ár á baki í Skopun. Tey sóu skjótt, at í ver- andi handilshølum bar illa til at fremja nakrar broyt- ingar ella víðkan, av teirri einfaldu orsøk at her var snøgt sagt bygt út í mark. Hugsanin um at byggja nýggj handilshøli kom so við og við fram, og síðani varð sett út í kortið. Í fyrsta umfari var bert hugsað um teirra egna handil, men tað vísti seg kortini at onnur vóru áhug- að at leiga høli frá teimum. So í teim nýggju handils- hølunum – hesi mini-hand- ilsmiðstøðini í Skopun – fer í framtíðini at verða ein stórur matvøruhandil, ein frisørsalong og ein klædna- handil. Á henda hátt kunnu kundarnir fáa størri og betri tænastu – og tað alt á einum og sama staði. Góð plasering Nýggi matvøruhandilin í Skopun fer at verða mun- andi størri enn tann, sum skopuningar higartil hava verið vanir við. Í verandi handli hava tey húsast í umleið 60 fermetr- um, men í nýggju handils- hølunum eru 270 fermetrar avsettar til handilin. Íalt verður nýggja høllin 450 fermetrar. Plaseringin av handlinum verður mett at vera sera væl vald. Hann liggur í útkant- inum av bygdini, beint við høvuðsvegin og er tí lætt atkomuligur hjá skopuning- um og øðrum fólki í oynni. - Tað er ein tørvur á slík- um handli her á Sandoynni. Nú vilja vit so uppfylla henda tørvin, sigur ein vón- ríkur Sámal Hanne Logn- berg. Gamli handilin er bygdur út í mark, og tí er ikki gjørligt at fremja nakrar útbyggingar. Øðrvísi verður í vár, tá tann nýggi og munandi størri handilin letur upp aðrastaðni í bygdini Arbeiðið við teirri næstu bowlinghøllini í landinum er nú komið rættiliga væl áleiðis. Ein av fyrstu døgunum sleppur almenningurin at royna seg av álvara BOWLING Snorri Brend Mynd: Jens Kr. Vang Leirvík: Teir hava arbeitt av øllum alvi fyri at fáa hesa høllina lidna, og leyg- ardagin var so dagurin, tá fólk fingu høvið at síggja hesa útgerðina. Enn er høllin ikki latin alment upp. Men sum skilst á stjóranum, Ólavi Olsen so verður hetta ein av fyrstu døgunum. Í gjár kom ein maður úr Svøríki til Leirvíkar at hyggja eftir øllum. Ætlanin er nú at royna breytirnar, meðan hann er her, soleiðis at møguligar villur kunnu rættast beinanvegin. Leygardagin var annars opið hús í bowlinghøllini í Leirvík. Og tað er ikki frítt, at áhugin fyri høllini er øgiliga stórur. Væl omanfyri 200 fólk vóru í høllini henda dagin, og sum skilst komu tey mangastaðni frá: Har vóru sjálvandi flest vitjandi úr Leirvík, men bæði norðoy- ingar, fuglfirðingar, skála- fólk og gøtufólk sóust eis- ini millum tey vitjandi. Á skránni var ein lættur biti, og tá klokkan var um seks, fóru fólk á tær seks breytirnar fyri at vísa teim- um áhugaðu, hvussu ein røtt bowlinghøll eigur at rigga. Mong munnu helst gleða seg til løtuna, tá dyrnar verða alment latnar upp. Sleppa at bowla í vikuni Tær eru klárar at royna breytirnar í Bowlinghøllini í Leirvík - vm. Esther Mari og Eyðvør Olsen Seinnapartin í dag verða fyrstu almennu fyrilestrarnir í stóru, altjóða vinnustevn- uni,sum verður í Runavík VINNUSTEVNA Snorri Brend Runavík: Leingi hevur verið sæð fram til hesa stóru og áhugaverdu stevn- una, sum nú byrjar í Runa- vík. Umframt ta stóru vinnu- stevnuna sum er ætlað føroyskum og útlendskum fyritøkum, so fær almenn- ingurin eisini at merkja hetta stóra tiltakið. Ein partur av tiltakinum er tann stóra mentanar- stevnan, sum longu er byrjað, og hin parturin eru teir almennu fyrilestrar- nir, sum verða hildnir í samkomubygninginum hjá Kelduni í Skálafirði. Uppkeyp Longu leygardagin byrj- aði sjálv mentanarvikan við sjónleiki. Sunnudagin varð hildið áfram við fram- sýningum og sjónleiki. Men í dag byrjar so vinnustevnan við trimum áhugaverdum fyrilestrum í Kelduni. Fyrsti fyrilesturin verð- ur við Birgiri Nielsen, sum arbeiðir sum búskap- arfrøðingur á Vinnudeild- ini í Føroya Sparikassa. Fyrilesturin kallar hann "Fíggjarligar tænastur til útflutningsfyritøkur". Síðani tosar Selinda í Heiðunum, tryggingar- ráðgevi hjá Tryggingar- felagnum Føroyar um út- flutningstrygging. At enda tosar íslending- urin Tórður Pálsson, stjóri á Greiningardeildini hjá Kaupthing Bank Island um eitt áhugavert evni, se- rliga fyri føroyingar. Fyri- lesturin kallar hann "Strat- egiskur vøkstur gjøgnum uppkeyp". Í morgin verða eisini fleiri áhugaverdir fyri- lestrar, samstundis sum føroyingar og útlendingar bjóða hvørjum øðrum tænastur á vinnustevnuni. So byrjar FAROEXPO