Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 25. oktober 2005 7 Sunnir matpakkar til børnini Hóskvøldið varð skipað fyri foreldra- fundi á Gljanesi. Fundurin snúði seg um matpakkar. Tað fyrsta ein legði merk- is til var teir nógvu matpakkarnar, ið stóðu á borðunum MATPAKKAR Orð/ myndir: Kirstin Khaliqhey Á Giljanesi: Sigast kann at arbeiði hjá Hans Paula Strøm at fáa mat til skúlar- nar er so smátt farið í gongd. Í samband við almanna- og heilsumannaráðið vóru 4 milliónir krónur settar av til at fáa sunnari skúlar. Í fyrsta umfari var uppskot um, at allar skúlar skuldu fáa vatnkølarar. Tá skúlin á Giljanesi longu hevði fingið vatnkøl- arar, varð spurt um tey ístaðin kundu fáa peningin afturgoldnan, men tað bar ikki til. Landsstýrismaðurin kom við uppskoti um at hava frukt til næmingarnar. Tá var tosað um at hava skorna frukt standandi frammi í eini skál við vatni, so børnini kunnu fáa sær, tá tey høvdu hug. Men tað hevði verið ov møðsamt fyri lærarnar at skera frukt til 300 næmingar hvønn morgun. Tá uppskotið kom um at gera matpakkar til næming- arnar, var nógv tosað aftur og fram hvussu tey skulu gera, ella um næmingarnar skuldu fáa heitan døgurða. Í Íslandi gjørdu tey eina roynd við hesum, har tey gera døgurða til alla familj- una. Børn, ellisheim og universitet kunnu bestilla døgurða og tískil fáa øll tað sama til døgurða. Fýra ferðir um vikuna Niðurstøðan av hesum kanningunum var, at Hotel Vágar fer at gera matin til Miðvágs- Sandavágs skúla. Tey ið hava diabetis ella eru ovurviðkvom fyri ymiskum t.d. eggjahvítuevni, fáa mat sum er gjørdur serlstakliga til tey. Tað verður ikki nak- ar trupulleiki, tí maturin ið verður gjørdur til hvønn einstakan flokk í senn, og útborin kl.11.30. Børnini fáa matpakkar- nar fýra dagar um vikuna, mánadag, týsdag, mikudag og hósdag, eisini um tey fáa frí kl. 11.30 tá maturin verður útdeildur. Tað er bert fríggjadag, at børnini ikki fáa mat í skúlanum, tí allir næmingarnir hava frí á døgurða. Hýrurin var góður á fundinum. Fólkini tóku væl í móti tí sum var sagt, og tá borgarstjórin í Sandavági, Rósa Samuelsen, hevði svarað tí síðsta spurningin- um, fingu vit bjóðað ein av teimum góðu matpakkun- um. Aftaná spurdi borgar- stjórin í Miðvági, Napolion Magnussen, hvat fólk hildu um matin. Og tað má sigast at teir vóru væl dámdir. Fýra vikur ókeypis Ætlanin er at skipa tað so- leiðis, at tað verður pakkað hvønn dag í kassar til hvønn einkultan flokk. Børnini fáa hann kl. 11.30, síðani verð- ur ein vognur settur uttan- fyri skúlastovuna, og kl. 12.00 verður skrellið saml- að innaftur. Tað er sera eink- ult og vælskipað um alt gongur eftir ætlan. Tær fyrstu fýra vikurnar fáa børnini matin ókeypis. Eftir tað skulu tey gjalda 10 krónur fyri hvønn dag. Tað er ikki tvungið at keypa matin, tó er tað ein møgu- leiki líka sum tað at fáa mjólkina hvønn dag í skúlanum. Hetta tiltakið verður sett í verk av fleiri orsøkum. Ikki bara fyri at fáa børnini sunnari, men eisini fyri at tey skulu koma at kenna samansetningina í matinum, og ikki minst fyri at læra tey at seta eina sunna máltíð saman. Um foreldrini geva børn- unum sodavatn og annað góðgæti við í skúla, blanda lærarnir seg ikki uppí, tí teir siga at tað bestemma foreldrini sjálvi. Nú er spurningurin um kommunurnar eisini fara at byggja eina katinu til næm- ingarnar, Tað hevur verið nógv tosað um, og vónandi fær tað eisini sjón fyri søgn. Matpakkin inniheldur uml.: 75 g breyð (varierandi frá degi til dags) 30- 50 g kjøt 100- 150 g blandað salat 50- 75 g rákost (rótfrukt) Foreldrini hyggja gjølla at teimum lekkru matpakkunum, áðrenn tey velja sær ein Nú skulu børnini í Miðvágs- Sandavágs skúla verða sunnari. Máltíðin hjá teimum verður gjørd á Hotell Vágum, og kemur at líkna hesum matpakkunum