Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 203 - 25. oktober 2005 MARKNAÐARRÁK Heimsins leiðandi fram- leiðari av fartelefonum, finska Nokia, kunngjørdi roknskapin fyri 3. árs- fjórðing í farnu viku. Sum so var roknskapurin góður. Sølan hækkaði 18% til kr. 63 mia. og netto inntøkur- nar hækkaðu í kr. 6,6 mia. úr kr 5,1 mia. fyri ári síð- ani. Hóast inntøkurnar gjørdust 7,5% hægri enn væntað, lækkaði kursurin á Nokia 4,7% í 13,36 kunn- gerðardagin. Høvuðsorsøk- in er, at miðalsøluprísurin á Nokia telefonunum er lækkaður 5,6%, tí at sølan av bíligaru telefonunum, m.a. til latínameriku, er hækkað lutfalsliga. Av tí sølan væntandi fer at økjast meira í latínameriku, fer miðal søluprísurin fram- haldandi at vera undir trýsti. Hóast hesi tíðindini vísa frymlarnir hjá Kaup- thing, at ein hóskandi kurs- ur á Nokia í løtuni er 16 ella sløk 20% hægri enn nú. Væntandi minni av innloysingum Lánsbrævarenturnar vóru støðugar í farnu viku. Danska 10-ára rentan end- aði á 3,20%. Innloysingar av realkredittlánsbrøvum í úrtíð til januar-terminina síggja út til at gerast minni enn til oktobur-termina, m.a. orsakað av, at rentur- nar eru hækkaðar hendan mánaðin. Tað merkir, at nakrir realar fara at geva góðan vinning. Roknskapir hava ikki avirkað Yvir helmingurin av virkj- unum í breiða amerikanska vísitalinum, S&P 500, hava nú kunngjørt roknskapin fyri 3. ársfjórðing. Saman- umtikið er myndin tann, at inntøkurnar eru hækkaðar 15% í mun í fjør, men inn- tøkurnar eru 0,5% lægri enn væntað. Kortini hevur tað í størri mun verið ótti fyri prísvøkstri og rentu- hækkingum, ið hevur ávirkað partabrævamarkn- aðirnar. Hesa vikuna Hesa vikuna verða lyklatøl fyri amerikanska búskapin í andgletti. Brúkaraálit, BTÚ-vøkstur, umframt týdningarmesta prísvakstr- artalið verða kunngjørd. Roknskaparkunngerðir enn á breddanum. Týdningar- mesta kunngerðin hesa vikuna verður frá Micro- soft. Herumframt kunn- gerða eisini fleiri av stóru oljufeløgunum og nakrir norðurlenskir bankar rokn- skap. Harumframt er olju- prísurin lækkaður 20% seinastu 7 vikurnar og kann hækka aftur. Sostatt er áhugaverd vika byrjað. Nokia jaligt, men... Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 624,17 1,0% Lánsbrøv í DKK 105,57 0,2% JPY 5,39 -0,6% Evru Lánsbrøv 174,58 -0,1% GBP 1.103,85 1,0% Norrøn Partabrøv 95,97 -3,1% NOK 95,74 0,3% Altjóða Vøkstur 65,62 -2,0% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 2,90% 3,10% 3,30% 24/07 24/08 24/09 940 980 1020 24/07 24/08 24/09 Vika 42, 2005 www.kaupthing.fo Tryggingin í Vági betri umstøður Tryggingarfelagið Føroyar hevur fingið eitt nýtt, ser- merkt hús at vera í í Vági. Í tí sambandi bjóðaði tryggingin fríggjadagin viðskiftafólki og annars øllum á móttøku í nýggja húsinum við høvuðsvegin beint í Vági. Har var ein hópur av fólki komin saman til eitt prát, pinnamat og eitt glas av víni ella djús. Neil Joensen og Kristina Augustinussen settu dám á við sangi og gittarspæli. Annars syrgdi Pætur Lar- sen fyri hugnaligum klaver- tónleiki á móttøkuni og Hannibal og Angela syrgdi fyri, at børnini ikki keddu seg. Tey høvdu eina fram- førslu í Framtíðini, har børnini eisini fingu ballón- ir, pitsastykki og ein lítlan pakka í part. Tað er Marita Weihe, arkitektur, sáli, sum hevur teknað snotiliga og sermerkta húsið mitt í Vági, har Tryggingin nú skal halda til. Annars hevur Jó- annes Johannesen hevur staðið fyri arbeiðnum. Trý fólk arbeiða hjá Tryggingarfelagnum Før- oyum í Vági. Tað er ikki meir enn 25- 30 ár síðani, at Tryggingar- samband Føroya, sum tað nevndist tá, læt upp sína fyrstu deild uttanfyri Havn- ina. Tað var á Skálafirði. Onnur deldin hjá trygg- ingini uttanfyri Havnina var tann í Vági, sum læt upp í 1983. Men so við og við gjørd- ust Tryggingin greið yvir, at skuldi hin víðka tænast- una í Vági, var neyðugt við nýggjum, nýmótans hølum og tað er úrslitið av tí, sum varð tikið í nýtslu í dag. – Tá ið vit byggja nýtt hús í Vági er tað sjálvsagt tí at vit trúgvaupp á eina framtíð har suðuri, segði Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingini Ì sambandi við at nýggja húsið er tikið í nýtslu, brúkti Tryggingin hetta høvi til at handa VB eina peningagávu upp á 20.000 krónur, sum eru markaðar til ungdómsarbeiðið hjá felagnum. Tað er Marita Weyhe, arki- tektur, sáli, sum hevur tekn- að tað nýggja, sermerkta húsið hjá Tryggingar- felagnum Føroyum í Vági Í sambandi við at nýggja húsið er tikið í nýtslu, brúkti Tryggingarfelagið Føroyar hetta høvi til at handa VB eina peningagávu upp á 20.000 krónur, sum eru markaðar til ungdómsar- beiðið hjá felagnum. Her er tað Mannbjørn Tausen fyri VB, hm. sum tekur ímóti kekkinum frá Mortan Poulsen, formanni í Trygingarfelagnum