týsdagur 25. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 25. oktober 2005
9
Við Gjógv eru teir nú
farnir undir at fyri-
reika seg til at taka
ímóti smolti aftur, og
fyrrverandi rakstrar-
leiðarin av Gjáar-
smolti, Kornelius
Johannesen, fegnast
um, at lív aftur kemur
í smoltalingina á
støðini, sum hevur
verið stongd í skjótt
tvey ár
SMOLTALING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var sorgardagur við
Gjógv fyri sløkum tveim-
um árum síðan, tá ið eigar-
arnir av Gjáarsmolti noydd-
ust í Skiftirættin, har av-
gjørt varð, at smoltstøðin í
bygdini, sum fekk fyrstu
smoltini 31. mai í 1986,
skuldi fara á húsagang.
Á støðini gingu 730.000
smolt, sum seinni vórðu
dripin.
Tað var ikki bara við
Gjógv, at smolt vórðu drip-
in í 2004. Fleiri miljónir
smolt vórðu dripin á smolt-
støðunum kring landið, tí
ov fáir avtakarar vóru, so-
leiðis sum støðan var í
kreppuraktu alivinnuni.
Smolt av Húsum
Men nú sær betur út aftur
við
Gjógv
og
Føroya
Banki, sum eigur støðina,
hevur gjørt av at lata hana
uppaftur fyribils. Ætlandi
fara trý fólk at arbeiða við
smoltalingini við Gjógv, og
fyrstu laksasmoltini koma
væntandi av Húsum tíðliga
í november.
Kornelius Johannesen,
sum var ein av stovnaru-
num av Gjáarsmolti, verður
millum teirra, sum aftur
fara at starvast í smolt-
framleiðsluni við Gjógv.
- Eg vænti, at vit verða
tríggir mans í byrjanini,
men eg ætli mær ikki at
verða leingi í vinnuni
aftrat, nú eg ikki eri ungur
longur.
Kornelius sigur, at hon-
um kunnugt fær støðin við
Gjógv smolt frá smoltstøð-
ini hjá Faroe Salmon á
Húsum, sum Føroya Banki
eisini eigur.
Á Húsum gongur ov
nógv smolt, nú tað veksur
til – og nakað má takast frá,
so hvørt, sum smoltið veks-
ur og krevur meira pláss.
Hann veit at siga, at ætl-
anin er at seta smoltið, sum
nú kemur til Gjáar, út í apríl
og juli, og tá verður hetta
smoltið nakað størri enn
vanligt.
Glottar at hóma
- Hvat hendir við Gjógv, tá
ið smoltið av Húsum er sett
út, dugi eg ikki at siga. Men
heldur laksaprísurin sær,
havi eg vónir um, at støðin
við Gjógv framhaldandi fer
at verða virkin, nú betri
møguleikar eru fyri fyri-
byrging av sjúkum í ali-
vinnuni.
Kornelius vísir á, at
vandin við felli er minni, tá
ið smoltið, sum sett verður
út, er størri – og tá er vand-
in við sjúku eisini minni, tí
fiskurin verður ikki líka
leingi í sjónum.
- Tað var
Føroya Banki, sum ringdi
til okkara um at fyrireika
upplating av støðini. Vit eru
farnir í gongd í morgun, og
tað skuldi ikki tikið langa
tíð, áðrenn klárt verður at
taka ímóti.
Sosialurin hevur skilt, at
tað verða Kristian Jakup
Joensen og Óla Jákup
Niclasen, sum skulu skipa
fyri arbeiðnum á smolt-
støðini - og síðan Kornel-
ius, sum er gamal í garði á
Gjáarsmolti.
Allir tríggir hava teir
drúgvar royndir í fram-
leiðslu av smolti við Gjógv.
Sum skilst, fær onkur
annar gjáarmaður, sum í
løtuni er í starvi aðrastaðni,
eisini arbeiði á smoltstøðini
í bygdini.
Smoltstøðin við Gjógv er
útbygd, sum árini eru liðin
og stutt fyri húsagangin,
høvdu teir bygt eina høll
aftrat, soleiðis at umstøður-
nar eru rættiliga góðar.
Einki at gera
Kornelius sigur, at tá Gjáar-
smolt læt aftur, var støðan í
alivinnuni ógvuliga døpur.
- Nei, eg haldi ikki, at har
var nógv hjá okkum at gera,
tá ið støðin læt aftur. Stórt
felli var í alivinnuni, og
prísirnir vóru í botni. Eing-
in avtakari var til stóran
part av smoltinum, sum
gekk á støðunum kring um
í landinum. Men nú eru
glottar aftur at hóma, og eg
vóni, at alivinnan fótar sær
aftur, soleiðis at hon aftur
fær tann týdning fyri bygd-
irnar og samfelagið alt,
sum hon hevði í fleiri ár,
sigur Kornelius Johanne-
sen.
Kornelius Johannesen, Gjógv:
Gleðiligt at smoltstøðin letur uppaftur
Smoltaling og aling sum heild hevur verið størsta
bygdamenningartiltak í Føroyum í nýggjari tíð.
Eftir at hava verið stongd í skjótt tvey ár, letur
smoltstøðin við Gjógv nú uppaftur
Tað hevur gingið væl
hjá føroysku nóta-
skipunum á makrel-
veiði í heyst. Prísurin
fyri hevur verið góð-
ur, uppí einar 12-13
krónur fyri kilo í
mun til einar 8-9
krónur fyri kilo sein-
asta ár
MAKRELUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Atli Hansen, formaður í
Nótaskipum, sigur, at hóast
makrelkvotan hevur verið
minkandi seinastu árini,
hevur heystið eydnast væl
hjá nótaskipunum.
- Skipini hava verið á
makrelveiði, síðan tey góv-
ust á sildaveiði, men nú er
kvotan í norskum sjógvi
um at verða uppi. Vit eiga
nakað av kvotu í ES-sjógvi,
men enn hava skipini, sum
vit hava havt samband við,
ikki rakt við makrel í ES-
sjógvi.
Atli
heldur
ikki,
at
makrelfiskiskapurin hevur
verið so nógv betur í ár enn
í fjør, men tað er serliga
góðu prísirnir, sum gera
munin.
- Kanska hevur fiski-
skapurin eisini verið heldur
frægari, leggur hann aftrat.
Eftirspurningurin
Formaðurin í Nótaskipum
sigur, at tað er eftirspurn-
ingurin eftir makreli, sum
hevur fingið prísin uppeftir,
nú kvoturnar í fleiri ár hava
verið minkandi.
Spurdur, hvussu makrel-
urin hevur verið til støddar,
sum skipini hava fingið,
heldur Atli, at fiskurin í
heyst ikki hevur verið størri
enn vanligt.
- Makrelprísurin verður
vanliga ásettur eftir stødd,
so hevði fiskurin verið
størri, enn hann hevur
verið, hevði prísurin helst
eisini verið uppaftur betur,
sigur hann.
Í heyst hava fleiri nóta-
skip landað makrel í Ler-
wick í Hetlandi, sum ikki
hevur verið vanligt onnur
ár.
Føroyingar royna eftir
makreli við nót; tað gera
norðmenn eisini. Aðrir, eitt
nú hetlendingar, skotar og
írar, royna við troli.
Atli sigur, at makrelurin
vanliga ferðast vestureftir,
tá ið líður út á heystið, vest-
ur um Hetland og Hebrid-
urnar, og tá ið kemur út á
veturin, fæst hann vanliga á
leiðunum vestanfyri Írland.
Samráðingar
Í dag og í morgin verða
samráðingar um makrelin
millum strandalondini, sum
varða av hesum tilfeingi, og
hesir fundir verða hildnir í
Føroyum.
Atli Hansen sigur, at
londini á fundinum skulu
finna út av, hvussu nógv er
ráðiligt at fiska, og í hesum
sambandi fara tey at við-
gera tilmælið hjá ICES um
makrelin.
- Býtið liggur fast, so
hetta plagar ikki at verða
tann stóri stríðsspurning-
urin millum londini, sigur
formaðurin í felagnum
Nótaskipum.
Nótaskipini skjótt liðug í norskum sjógvi
Atli Hansen, formaður í
Nótaskipum, fegnast um
góða makrelprísin í heyst