Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 203 - 25. oktober 2005 Nú hevur nýggi Smyril verið í høvuðstaðnum og er vorðin sýndur fram her. Móttøkan var stórfingin og tað má eisini sigast at vera uppiborið. Smyril er eitt stásiligt og stórt far. Onkur hevur rikið uppundir, at Smyril er ov stórur og einstakar røddir hava eisini verið frammi um, at hann ikki er tann rætta íløgan. Til støddina er at siga, at tann, ið ikki vanliga siglir um Suðuroyarfjørð á vetrardegi, kann illa úttala seg um støddina á tí skipi, ið har skal sigla. Vit eiga at hava í huga, at skipið skal sigla hvønn dag í øllum veðri. Suðuroyarfjørður er ikki tespiligur á vetrar- degi. Tað skip, sum skal sigla har í øllum veðri við fólki og farmi, skal verða eitt stórt skip. Her skal vera bæði trygd og komfort undir øllum umstøðum. Tann, ið røkir hesa farleið, tað vil siga hitt almenna, kann ikki í 2005 bjóða ferðafólki annað enn tað tryggasta og tað besta. Tá vit hugsa um, at landsmenn norðanfyri kunnu koma fram í meginøkinum í bili nátt sum dag, og tá vit hugsa um, at 85% av landinum nú eru eitt fast- land, so kunnu suðuroyingar ikki hjálpast við tí næstbesta. Teir skulu heldur ikki hjálpast við tí næstabesta. Tað vil við øðrum orðum siga, at suður- oyingar skulu hava ta bestu skipaloysina, sum gevst við tí tøkni, ið er til taks. Tey, sum siga, at skipið er ov stórt, eiga at hugsa um hetta. Hetta merkir so aft- ur, at skipið er ikki ov stórt. Skipið hevur ta stødd, ið trygd og komfort krevja í dag, og hetta er alt samalt suðuroyingum vælunt. Nakað annað er, at skipið er so stórt og gongur so skjótt, at tað kundi verið nýtt til gleði fyri onnur enn suðuroyingar, tá tað kortini liggur við bryggju. Hví ikki gera rundferðir innanoyggja um summarið, so fólk aftur kundu sloppið at uppliva landið frá sjó- síðuni umborð á hesum einastandandi fari? Tað hevði borið væl til millum túrarnar. Og hví ikki ein túr til Skotlands um vikuskifti? Og hví ikki nú fara king landið og vísa skipið fram? Hetta skip er ogn hjá okkum øllum, og vit øll eiga at vera stolt av tí. Tí vildi tað verið eitt gott stig, um leiðslan á SL fór kring landið at vísa skipið fram. Tey, sum planløgdu og fyrireikaðu nýggja Smyril, vóru framskygd og skipið livir upp til tey krøv, ið Suðuroyingar og vinnulívið í oynni eiga at kunna seta og hava rætt til at seta í dag. Tað er lítið at ivast í, at við øktu og bøttu møguleikunum fara fólk at ferðast meira. Smyril er tí ein góð íløga, sum støðan er nú, men sum frálíður eiga myndugleikarnir at fara undir at kanna møguleikarnar fyri føstum sambandi til Suðuroyar. Við hesum fara vit at fegnast um, at fólk norðanfjørðs sluppu at heilsa nýggja Smyrli og fara enn einaferð at ynskja suðuroyingum og annars øllum tilukku við nýggja farinum. Hóast Suðuroy- ingar siga: "Okur eiga Smyrol", so siga vit: Allir før- oyingar eiga Smyril. Og hann er einki minni enn ein tjóðskaparligur stoltleiki. DAGSINS MEINING Sosialurin Rætta skipið og rætta støddin VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Løgtingsmenn blaka fólki torvmold í eyguni Seinasta dømi um hetta fyribrigdi sóu vit hjá løgtingsmanni í Javnaðarflokkinum og formanni Tjóð- veldisfloksins, í ósemjuni við Starvs- mannafelagið Finnleif Guttesen Tvøroyri Løgtingsmaðurin í Javnara- flokkinum vildi ikki, at løg- tingið skuldi blanda seg upp í trætuna, tí tað var at skerja rættindi hjá fakfel- øgunum. Hesin løgtings- maður merkti einki til ósemjuna, tí hann búleikast í miðstaðarøkinum. Men 6. juli 2005 at- kvøddi hesin "moralski" løgtingsmaðurin fyri, at rættindini hjá fakfeløgun- um vóru skerd, tá íð SEV maskinmeistararnir við lóg vóru tvingaðir aftur til ar- beiðis. Og ein orsøk til hetta var helst, at løgtings- maðurin nú sjálvur merkti svian av ósemjuni. Formaður Tjóðveldis- floksins hevur moralskar trupulleikar tí løgmaður ætlaði at fara í løgtingið, fyri at hjálpa útjaðaranum. Men í juni 2003 ætlaði Tjóðveldisflokkurin, við formanninum á odda, at fara í løgtingið, fyri at leingja sáttmálan hjá SEV maskinmeistarunum, so her er eingin orsøk til at hava moralsk uppstødd av hvat onnur gera, ein kann bert taka í egnan barm. Nú verður áhugavert at síggja, hvat hesir "moralist- arnir" fara at gera, tá ið maskinmeistararnir hjá SEV møguliga fara í verk- fall 1. desember 2005. Livst so spyrst. Fríggjadagin 28. oktober fer Aldubár- an at framføra á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Við sær hava tey Hanus G. Johansen, Karl M. Samuelsen og Onnu Mariu Olsen. Leygar- dagin 29. oktober fer Det Syngende Selskab at at framføra og har er føroyski Ernst Dalsgarð ein av sang- arunum TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Konsertin fríggjadagin er í tveimum. Hanus og Aldubáran hava áður spælt saman og hava givið úr fløguna Bouquet (1999), har tað snýr seg um løg hjá Hanusi, sum limir á Aladubáruni hava sett út fyri bólkin, og har Hanus sleppur at føra fram á sín kenda og væl- dámda hátt, men við fylguspæli frá klassisku ljóðførunum í Aldubáruni. Páll Sólstein, ið eisini leik- ar horn í Kongaliga Kapel- orkestrinum, hevur gjørt løg til yrkingar hjá ymsum føroyskum yrkjarum, t.d. Chr. Matras og W. Heine- sen. Aldubáran spælir, meðan Karl Martin Samu- elsen og Anna Maria Olsen syngja. Hendan konsertin er fríggjadagin klokkan 20. Syngjandi fólk Kvøldið eftir fer Det Syngende Selskab á pallin á Norðuratlantsbryggjuni. Ein av sangarunum har er Ernst Dalsgarð, tenor, ið m.a. starvast við Det Kgl. Teater, Det Ny Teater, Den Jyske Opera og Den Fynske Opera. Konsertin leygardagin 29. oktober byrjar klokkan 20. Meira fæst at vita við at vitja heimasíðurnar www.aldubaran.fo og www.detsyngendeselskab.d k Føroyskir tónar á Norðurbryggjuni