Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 25. oktober 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tórshavnar alfrøði: Havnar Grammofon Klubbi Hendan myndin er av limum í Havnar Grammofon Klubba í 1943. Felagið varð stovnað undir krígnum við tí endamáli at lána plátur til limirnar í fel- agnum og at koma saman at lurta eftir plátum. Undir krígnum var ringt var at fáa fatur í grammofonplátum, og tær vóru ógvuliga dýrar. Á myndini eru, standandi, frá f.v.: ókend, William Heinesen, ókendur, Stig Rasmussen, Ebba Johansen, Verland Johansen, »Iska« Jacobsen, Anna Kathrina Jacobsen, Ingibjørg Restorff og Trygvi Restorff. Sitandi f.v.: Leif Mohr, ein dani, Einar Joensen og Erling Isholm Um onkrir av lesarunum kennir teir ónavngivnu persónarnar á myndini og veit meira um felagið, hvar í býnum tað helt til, og hvussu leingi felagið helt á, vera tey vinarliga biðin um at ringja til Birgar Johannessen á tel. 314647 ella 214647.