týsdagur 25. oktober 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 203 - 25. oktober 2005
Uppritið til eina
nýggja irakska grund-
lóg verður væntandi
góðtikið av irakska
fólkinum nú atkvøð-
urnar frá valinum
næst seinasta leygar-
dag verða taldar upp.
Óansæð hvat úrslitið
endar við, so skal
tjóðartingsval verða
15. desember. Ein
politisk tilgongd er
sett í verk, men tó, so
er samfelagið í sori,
støðan minnir meiri
um eitt borgarakríggj
og eygleiðarar eru
dapurskygdir
IRAK
Johan Jocobsen
Grundlógarnevndin,
ið
hevur skrivað grundlógina,
taldi 55 limir umboðandi
etniskar og átrúnaðarligar
bólkar í landinum. Arbeitt
var
alt
summarið
við
grundlógaruppritinum,
men 28. august, tá ið
grundlógaruppritið skuldi
verða endaliga orðað, var
tað samstundis vrakað av
øllum teimum 15 limunum,
ið umboðaðu sunnimus-
limar. Síðan tá, og uppundir
valið, var kjakast aftur og
fram millum flokkarnar, ið
umboða
sunni-arabarar,
kurdar og shiamuslimar,
um nøkur fá týdningarmikil
stríðsmál í grundlógarupp-
ritinum.
Ein lýsingarherferð við
útbering av faldarum og
lýsingum í sjónvarpi og
útvarpi royndi at fáa fólk á
val, og valluttøkan bleiv
umleið 64% kring landið.
Ein av teimum størru
sunni-flokkunum eggjaði
veljarunum til at atkvøða
fyri grundlógaruppskotin-
um, hetta eftir at hava verið
í tingingum við shiamus-
limum (60-75 % av saml-
aða fólkatalinum)og kurd-
um (15-25%) um broyt-
ingar í grundlógaruppritin-
um. Men størsti parturin av
sunni-mótstøðuflokkunum
stóðu fast við eina vrakan
av grundlógaruppritinum. Í
vikuni uppundir valið bóðu
21 sunni-arabisk feløg irak-
ar, á einhvønn lógligan
hátt, vraka grundlógina.
Úttalilsið legði afturat, at
hetta var ikki ein áheitan
um at boykotta valið, men
heldur ein boðan til at
vraka grundlógina, ið setir
ilt í samfelagið, sær burtur
frá arabiska samleikanum
og spillir tjóðartilfeingið. Í
grundlógaruppritinum
stendur nevniliga, at Irak
skal skipast sum samveldi í
trimum pørtum. Hetta tulka
sunni-arabarar sum eina
ógvusliga hóttan, tí teir
væntandi fáa minni ávirkan
á spjaðingina av oljuni.
Sunnimuslimsku
arabar-
arnir, ið telja 15-20% av
samlaða fólkatalinum, 26
milliónum, hava sitið við
valdið undir fyrrverandi
forsetanum Saddam Hus-
sein og kenna seg nú settar
til viks við nýggju grund-
lógini, ið gevur kurdunum
og shiamuslimum meiri
vald. Sunniarabar høvdu á
valinum møguleika at fella
grundlógina. Vallógin til
atkvøðuna sigur, at um ein
2/3-meiriluti
er
ímóti
grundlógini í trimum av
teimum 18 iraksku provins-
unum, so skal nýggj grund-
lóg gerast. Hesin meirilutin
var væntaður í teimum
trimum
provinsunum
Anbar, Salah al-Deen og
Nineveh - men fleiri meta,
at ikki eydnaðist. Tó, í
skrivandi løtu, verður bíðað
í spenningi eftir fínteljing-
unum fyri Mosul, sum
liggur í Nineveh.
Á tjóðartingsvalinum 30.
januar boykottaðu sunni-
arabar valið, og mett verð-
ur, at einans 10. hvør sunni-
arabi avgreiddi atkvøðu -
vallutøkan var tá 58%. So
hesaferð er ein ávís fram-
gongd at hóma viðvíkjandi
valluttøku.
Irakska borgara-
samfelagið
At ferð ella bara rørsla
kemur í eina demokratiska
tilgongd hevur uttan iva
ovurstóran týdning fyri tað
møguliga komandi irakska
samveldið. Eitt virkið borg-
arasamfelag,
tvs.
teir
virknu borgararnir, sum eru
í almenna rúminum, skip-
aðir í felagsskapum, han-
dilsvirksemi ella politikki.
Hesir birta undir eitt alment
kjak, sum jú hevur alstóran
týdning fyri eitthvørt fólka-
ræði.
Í Irak tók eitt tílíkt borg-
arasamfelag seg fram í
fyrstu helvt av 20. øld - her
luttóku fleiri. Men eftir
1950ini var ikki rúm fyri
einum tílíkum samfelagi -
staturin og herurin tóku
yvir.
Í 1963 varð stýrið hjá
Qasim generali felt, og eitt
annað hernaðarstýrið við
eini samgongu av sterkum
ættarbólkum tók valdið -
hetta stýrið broyttist við
árunum til Arabiska Sosial-
istiska Baathflokkin, ið
Saddam Hussein kom at
standa á odda fyri. Eyðkent
fyri Baathstýrið var, at alt
borgarasamfelagið
varð
koyrt inn undir statin - í
øðrum orðum var einhvør
politisk mótstøða og ann-
arleiðis hugsan kúgað. Og
sjálvur Baathflokkurin var
tømdur, ella "reinsaður",
fyri hugsjón og var at líkna
við eitt amboð, ið einans
var nýtt til at tryggja forset-
anum og hansara fáu út-
valdu trúskap og sosialt
kontrol. Borgarasamfelagið
var lagt í oyði. Tey fáu, ið
royndu at standa fast við
sína sannføring komu van-
liga út fyri slíkum ræðu-
leikum sum at sita í fongsli,
tortur og avrætting og ofta
var sjálv familjan hjá við-
komandi beinleiðis revsað.
Borgarasamfelagið bleiv
í tíðarskeiðnum undir Sad-
dam innlimað í ein autorita-
tivan stat. At klára seg í
gerandisdegnum var tætt
bundið at forholdinum, ið
ein hevði til teir partar og
netverk, sum stýrið gjørdi
brúk av. Fyri flest fólk kom
hetta forholdið í lag gjøg-
num ættarbond ella nær-
samfelagið.
Irak hevur verið ein tjóð
plágað av kríggi, síðan ein-
um umfevnandi revsitiltaki
av ST. Saddam hevur leitt
tjóðina í kríggj móti Iran,
síðan ímóti Kuveit. Innan-
hýsis, politisku trupulleik-
arnir hava eisini kravt
nógva orku. Fyri vestur-
londunum, í 1950unum, var
Irak yndisbarnið í Mið-
eystri. Tey bjartskygdu
spáddu, at Irak við endan
av 20. øld fór at hava eitt
skandinaviskt
livistøði.
Hesir spádómar stavaðu frá
stóru
oljukeldunum
og
teimum stóru møguleikun-
um í landbúnaðinum, ið
enn ikki vóru gagnnýttir.
Trupult umskifti
Í dag eru fleiri veruliga
troytt av harðskapi og
myrku fortíðini, tey royna
at fáa røring í eina politiska
tilgongd. Á eini ráðstevnu í
Keypmannahavn við heitin-
um "Dilemmas of demo-
cratization - a view from
the Middle East", hoyrdi eg
nakrar av hesum røddu-
num, sum kunnu metast
vera partar av irakska borg-
arasamfelagnum.
Leiðarin á Palestina-
deildini á Bagdad Universi-
tetinum, Huda al-Nu`aimi,
luttók á ráðstevnuni, sum
var fyrst í februarmánaði í
ár. Hon helt, at framtíð
Iraks, sum fólkaræði, krev-
ur, at alt tað irakska fólkið
luttekur í politisku til-
gongdini. Nakrar fáar dagar
undan ráðstevnuni var hon
millum valevnini í atkvøð-
uni til tjóðartingið. Hon
metti eisini, at vegurin fram
í Irak var gjøgnum sáttar-
gerð og samstarv við
amerikanararnar,
hetta
hóast hon viðgekk at, av-
bjóðingin í at gera eitt
fremmant hersetingarvald
til samstarvsfelaga vera
sera stóra. Men um nú hetta
samstarvið skuldi endað
uttan eina stjórnarskipan, ið
var fastløgd, so hevði hetta
skapt risastórar trupulleik-
ar.
Starvsfelagi
al-
Nu`aimis, Amal Shlash, var
samd í hesum, og legði
afturat, at tað fór at taka
langa tíð at uppbyggja eitt
politiskt virksemi í Irak.
Við Pernille Bramming á
Weekendavísini segði hon:
"Á tí politiska økinum fara
vit frá eini ideologi, ið snýr
seg um eina miðsavnandi
tjóðareind, og til plural-
ismu, og á tí økonomiska
fara vit frá planbúskapi til
marknaðarbúskapi. Hetta
verður sera torført og fer at
taka langa tíð." Amal
Shlash er búskaparfrøðing-
ur og leiðari á førandi
irakska granskingardepl-
inum, Bayt al-Hikma. Sam-
bært henni eru yvir 4.000
NGOs (Non-government
Organizations)
settir
á
stovn eftir, at Saddam Hus-
sein varð feldur. Hesir hava
tó lítið og einki politiskt
vald í dagsins Irak, men
hetta gevur tó ábendingar
um hvat rørist í samfelag-
num. Um talan endaliga
verður um eina politiska
skipan, ið verður merkt av
pluralismu
við
einum
demokratiskum dynamikki,
er tó als ikki vist.
Aftur í fyrru helvt
av 20. øld.
Akademikarin
Sami
Zubayda, upprunaliga jød-
iskur iraki, búsitandi í Ong-
landi, hyggur aftur á søg-
una hjá tí irakska borgara-
samfelagnum í 20. øld.
Zubaida lýsir borgarasam-
felagið í Irak, frá stovnanini
av irakska statinum í 1919
og til seinnu helvt av 20.
øld, í 70unum, tá Saddam
og hansara menn í Baath-
flokkinum setti seg á vald-
ið. Tað var modernaði
irakski staturin, sum frá
byrjan av, gjørdi umstøður-
nar hjá einum samfelagi av
virknum borgarum møgu-
ligar, soleiðis at teir kundu
traðka fram og ávirka sam-
felagið sum heild. Borg-
arasamfelagið var saman-
sett av borgarum úr næstan
øllum nærsamfeløgunum í
Irak. Hetta var gjørt á ein-
um grundarlagi av hug-
sjónarligari
sannføring,
handilsáhuga og politiskari
fylking - og ikki á siðbund-
num solidariteti í nærsam-
feløgunum. Tað var í hesum
borgarasamfelagnum,
at
ein irakskur samleiki vaks
fram. Í sambandi við, at
irakska tjóðin nú skal byrja
av nýggjum, og skipast sum
eitt samveldi, er hendan
hendingin sera viðkomandi
og sigur okkum møguliga
nakað um framtíðina.
Borgarasamfelagið í Irak –
Sunnimuslimsku arabararnir, ið telja 15-20% av samlaða fólkatalinum, 26 milliónum, hava sitið við valdið undir fyrrverandi
forsetanum Saddam Hussein og kenna seg nú settar til viks við nýggju grundlógini, ið gevur kurdunum og
shiamuslimum meiri vald. Sunniarabar høvdu á valinum møguleika at fella grundlógina