týsdagur 25. oktober 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 25. oktober 2005
15
atkvøðan um grundlógina
Men hvørji vóru hesi
virknu borgararnir og hvar í
samfelagnum komu teir
frá? Tað vóru embætisfólk
úr statinum, intellektuel,
lærarar, blaðfólk, listafólk,
partar av handilssektorin-
um, bankafólk og av og á
vanliga fólkið t.d. úr ar-
beiðarastættini, ið hevði
skipað seg í felagsskapum,
sum høvdu áhuga í og
ávirkan á irakska samfe-
lagið. Hóast hetta, sum so
var eitt meiri modernað
umhvørvi, so varð fyri ein
stóran part hildið fast við
siðbundnu meirilutament-
anina - hvørs virðir gjarna
kundu bregða til stammu
(ættarbólk), átrúnað, etnisi-
tet, bý ella øki, ella eisini
basaar-handilssamtøk, losj-
ur og patron-klient-netverk.
Tey virkandi og intellektu-
ellu í borgarasamfelagnum
komu úr teimum siðbundnu
umhvørvunum. T.d. kundu
limir
úr
eini
ávísari
"stammu", sita á ymiskum
týðandi postum úti í sam-
felagnum og samstundis
viðlíkahalda samband og
viðurskifti við stuðulsnet-
verkið - alt hetta innanfyri
eina nútímans umhvørvi,
har ymisk mótstríðandi
ideologisk rák og áhugamál
gjørdu um seg.
Teir virknu borgararnir
vóru sunnimuslimar, shia-
muslimar, kristin, jødar og
kurdar, sum flestir eru
sunnimuslimar.
Hesir
átrúnaðarligu og nærsam-
felagsligu samleikar høvdu
sítt at siga, tá ið kjakið
leikaði á - hetta fortelja
endurminningar hjá fleiri
almennum persónum og
bókamonnum
okkum.
Fundir vóru hildnir í kaffi-
stovum,
salongum
og
øðrum støðum. Vit hoyra
eisini um teirra ymisku
tjóðskaparligu hugsjónir,
t.d.
pan-arabiskar
og
irakistiskar, og um teirra
ymisku politisku sannfør-
ingar sum fasismu, komm-
unismu og meiri liberalar
sannføringar. Hesir polit-
isku streymarnir brustu
saman í stríð innanfyri
ymiskar samanhangir, t.d. í
fylkingum og feløgum, í tí
almenna og tí dulda og
onkuntíð kom herurin uppí.
Tveir irakar
Zubayda sigur okkum frá
tveimum irakum, sum fóru
úr teirra nærsamfelagsliga
ella etniska umhvørvi og í
eitt meiri modernað, tjóð-
skaparligt umhvørvi. Ein
var Muhammad Mahdi al-
Jawahiri - kendur fyri sítt
virki sum yrkjari og fyri sítt
politiska virksemi. Hann
kom úr eini shiamuslimsk-
ari familju úr býnum Najaf.
Hin ein minni kendur jød-
iskur lækni, sum Zubayda í
London í 1980 fekk eitt
prát við og sum hann kallar
Dr. Naji. Hesir báðir siga
frá einum samfelag, ið
myndaði teirra samleika í
einum irakskum formi.
Al-Jawahiri (1903-1999)
kom í høgtstandandi størv.
Við sínum skarpa penni
blandaði hann seg uppí
bókmentir, blaðheimin og
politikk. Hann var eirinda-
leysur í sínum atfinningum,
sat av og á gegli og var tey
seinastu 30 árini av sínum
lívi í útlegd. Í hansara polit-
iska ævintýri arbeiddi hann
undir ovasta myndugleika;
undir Faisal I. kongi og eftir
1958 undir Qasim generali.
Men generalurin og Jawa-
hiri gjørdust skjótt ógreiðir,
so hann endaði í útlegd
fyrst í Kekkia, síðan Sýria.
Hann aftraði seg ikki við at
finnast at sínum egna
shiamuslimska baklandi,
heldur legði hann størri
virði í sín leiklut sum
borgari og fosturlandsvinur.
Fleiri fylgdu hansara leið,
fóru meiri frá teirra nær-
samfelagi og fingu í staðin
ein størri tokka til tjóðina -
hesir
myndaðu
gjarna
vinstraveingin,
serliga
savnaði
Kommunistiski
Flokkurin slíkar.
Dr. Naji (1915-) var
lækni og jødi - tað er serliga
hetta, sum ger at hansara
søga verður tikin fram. Naji
arbeiddi mest í ymsum
støðum kring landið og at
enda í Baghdad. Í 1970 fór
hann úr Irak eftir Baath-
flokkurin kvetti seg til
valdið í 1968 og ein flóð av
yvirgangi
móti
ávísum
pørtum av samfelagnum
gjørdu um seg - fyrst stóðu
jødar fyri skotum. Naji var
illa viðfarin og endaði í
geglinum - hann flýddi úr
landinum stutt eftir hetta.
Men gjøgnum sítt yrki kom
hann í samband við sínar
landsbrøður, sum ikki vóru
jødar. Mentanarliga helt
hann seg hava meiri í felag
við sínar starvsfelagar og
aðrar statsfunktionerar enn
við vanligu jødarnar kring
Irak. Hann hitti hesi yrkis-
fólk í serligum klubbum,
har hugni, prát og spøl vóru
á skránni. Hann var við í
almennum hátíðarhaldum
og sat saman við myndug-
leikum í kraft av yrki sín-
um. Í hesum virkseminum
hevði Naji lítið samband
við jødiska nærsamfelagið,
her kom hann, tá ið hann
hevði frí og vitjaði familju í
Baghdad. Av og á, sum
hann sigur tað, gloymdi
hann, at hann var jødi -
hann var jú embætismaður
eisini millum aðrar irakar.
Borgarasamfelag og
trýbýtingin av Irak
At støðan í Irak í dag er
hættislig og framtíðin lítið
bjørt eru flestu eygleiðarar
á einum máli um - sam-
felagið er í sori, ruðuleiki
valdar, og summi siga borg-
arakríggj longu er byrjað.
Serliga er tað sunniarabar-
arnir, ið eru bangnir fyri, at
Irak so líðandi upploysist í
tríggjar lutir, tríggjar ymi-
skar
statseindir
-
ein
kurdiskan stat í norði, ein
sunniarabiskan
inni
á
meginlandinum og so ein
shiamuslimskan stat í suð-
uri. Og oljan er knúturin,
sum er ringur at loysa. Lítið
og einki av olju er nevniliga
inni á sunniarabiska megin-
landinum.
Men Sami Zubaida vísir
á, at Irak er meiri enn bara
stríðandi etniskir og átrún-
aðarligir
bólkar.
Áður-
nevnda
tríbýtingin
av
irakska fólkinum - í ein
sunni-, shiamuslimskan og
so ein kurdiskan lut - teknar
einans eina vegleiðandi
lýsing. Hetta eru jú sera
týðandi marknalið í sam-
felagnum, men úr hesum
sjónarhorninum fer tað úr
eygsjón, sum teir tríggir
partarnir hava havt í felag -
nevniliga eitt virkið borg-
arasamfelag. Zubaida legg-
ur áherðslu á, at vanlagnan
"Irak" ikki er grundað á, at
eingi bond eru, ið binda
ymisku partarnar saman,
men heldur er vanlagnan
hon, at mann so líðandi
hevur
mist
hesi
sam-
bondini, sum einaferð vóru.
Sum støðan er í dag er
vandi fyri at long tíð fer at
ganga áðrenn eitt virkið,
irakskt
borgarasamfelag
kann trína fram. Lóg og
ordan eru avgerandi fyri
eini afturkomu av borgara-
samfelagnum. At tjóðar-
tingið húsast í The Green
Zone, ið einans minnir um
eina borg, væl vard av
alskyns
amerikanskari
hernaðarútgerð, sigur ikki
so lítið um politisku støð-
una. Altavgerandi er at fáa
sunniarabararnar
uppí
politisku tilgongdina, men
hetta kann væl gerast sera
torført. Um long tíð gongur
uttan eitt virkið borgara-
samfelag
kann
irakski
samleikin fara fyri skeyti -
frá at vera irakskur, til at
tengjast nærri við sið-
bundna
nærsamfelagið,
sum t.d. sunni-, shia-
muslimskt ella kurdiskt.
Keldur
Pernille Bramming: "Kampen for
fred" - Weekendavisen, 18. febr.
2005
Sami Zubayda: "The rise and fall
of civil society in Iraq" - á
www.opendemocracy.net
Sjálvmorðsbumbur hava
verið gerandiskostir í Irak,
síðani stýrið hjá Saddam
Hussein fall