Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

UTTAN ÚR HEIMI 16 Nr. 203 - 25. oktober 2005 Finnland í NATO Finski forsetin, Tarja Halonen, avdúkar í einari nýggjari bók, at eftir hennara tykki fer innland at søkja um limaskap í verjusamgonguni NATO. Hon leggur tó dent á, at tað verður ikki enn, og hon ásannar, at tað ber til at tala fyri og ímóti finskum NATO-lima- skapi. Orð hennara benda á, at hon hevur broytt hugs- an um NATO tey seinastu árini. Stutt eftir at hon tók við forsetaembætin- um í 2000, fanst Tarja Halonen at verjusam- gonguni, men seinni hon talað fyri samstarvi ímill- um ES og NATO, og at finnlendingar eiga at gloppa dyrnar fyri NATO. Meiningakann- ingar hava eisini víst, at nógvir finnlendingar eru samdir við henni, skrivar blaðið Helsingin Sano- mat. Nógv bendir eisini á, at Tarja Halonen sleppur at halda fram í finska for- setasessinum. Tann sein- asta kanningin vísti, at 61 prosent av veljarunum ætla sær at atkvøða fyri henni, so hon er langt framman fyri teir báðar avbjóðararnar, Matti Vanhanen og Sauli Nini- stø, sum sambært kann- ingini kunnu fáa ávika- vist 15 og 18 prosent av atkvøðunum. Ríkir russar fáa egnan bý Býarmyndugleikarnir í Moskva hava gjørt av, at ein býlingur uttan fyri sjálvan býin skal skipast sum ein rættur ríkmanna- býur. Nógvir ríkmenn hava longu sett seg niður í býarpartinum Rubljovo Arkhangelskoje, men ætlanin er, at 30.000 fólk skulu búgva har. Økið er umleið tvær ferðir so stórt um fúrstadømið Monaco, men býráðið í Moskva roknar við, at tann nýggi býurin verður nógv ríkari enn tað gamla fúrstadømið, skrivar Dagsavisen. Fyri- bils er ætlanin, at tær bí- ligastu íbúðirnar skulu kosta eina hálva millión dollarar, og at tey dýrastu húsini skulu kosta fleiri milliónir dollarar. Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur við bretska blaðið The Times, at býurin skal byggjast í gomlum russ- iskum stíli, soleiðis sum Moskva sá út í zartíðini. Men byggistílurin verður eisini merktur av ávirkan úr gomlum evropeiskum býum so sum Amster- dam, Praha og Múnchen, sigur hann. Áin í Moskva fer tætt fram við býggja býnum, sum tí sjálvandi eisini skal hava eina havn til stuttleikabátar, leggur talsmaðurin afturat. Tað fer neyvan at standa á at finna fólk, sum kunnu búseta seg í nýggja býnum, tí sam- bært teimum seinastu hagtølunum eru 33 fólk í Moskva, sum eiga meiri enn eina milliard dollar- ar, og í Russlandi eru 88.000 fólk, sum eiga meiri enn eina millión dollarar. Vitar til sølu Nú ber til at ogna sær ein vita og eini vitameistara- hús í Danmark, um ein hevur áhuga fyri tí. Farvandsvæsenet, sum eigur vitarnar, hevur fyri- bils lýst tveir vitar og tvey vitameistarahús tilk sølu. Annar er á norður- endanum á oynni Lange- land, og hin er Sletter- hage-vitin á Djurslandi í Eysturjútlandi. Farvands- væsenet roknar við at fáa 1,4 millión krónur fyri tann fyrra og 2,6 milli- ónir krónur fyri hin vitan og húsini. Myndugleikarnir hava kortini tryggjað sær, at teir skulu hava atgongd til vitarnar, tí ætlanin er at brúka teir í fleiri ár afturat. Gróvu seg út Júst sum í bókini "Tann stóra flýggjanin" hevur tað eydnast 19 fangum at grava seg út úr tí viðgitna Escuintla-fongslinum í Guatemala, skrivar AP. Framferðin hjá fang- unum var júst sum í teirri kendu skaldsøguni frá 1963. Teir gróvu ein 120 metrar langan tunnil, og leygardagin flýddu teir ígjøgnum tunnilin. Síð- ani hevur løgreglan leit- að eftir teimum, men í gjár vóru bara tveir av fangunum tiknir. Løg- reglan hevur ávarað fólk ímóti fangunum, sum sótu í fongsli fyri morð, neyðtøkur og burturflyt- ingar, men løgreglan hevur illgruna um, at nakrir av vaktarmonnun- um vistu um flýggjanina. Bókin "Tann stóra flýggjanin" varð gjørd til film við Steve McQueen, James Garner og Richard Attenborough sum høv- uðsleikarum. Myndug- leikarnir í Guatemala ásanna, at fangarnir hava uttan iva brúkt bókina ella filmin sum fyri- mynd. Tað er framvegis meirilutii ímóti norskum limaskapi í ES, men meirilutin minkar NOREG Árni Joensen fartekst@mail.dk Norðmenn eru aftur í ferð við at nærkast ES. Ein nýggj meiningakanning, sum varð almannakunn- gjørd í gjár, vísti, at 46 pro- sent av teimum spurdu høvdu atkvøtt fyri lima- skapi, var fólkaatkvøða um spurningin nú. Ein meiriluti av norsku veljarunum hevur verið fyri ES-limaskapi tað seinasta árið, men støðan broyttist í summar, tá fransmenn og niðurlendingar vrakaðu uppskotið til eina ES- grundlóg. Tá vendu flestu norðmenn ES bakið, og í juni søgdu 59 prosent, at tey vóru ímóti limaskapi, meðan 41 prosent søgdu ja. Men hendan gongdin er vend nú. Tann nýggja kanningin vísir, at nú siga 54 prosent nei, og 46 pro- sent siga ja. Samstundis vísir kanningin, at 9,2 pro- sent av teimum, sum at- kvøddu nei á fólkaatkvøð- uni í 1994, høvdu atkvøtt ja nú, meðan 11,5 prosent eru farin frá ja til nei. Men spurningurin um norskan limaskap í ES kemur neyvan upp á tal tey næstu fýra árini, tí tað hevði kostað nýggju stjórn- ini lívið. Í Bretlandi er ein pappageykur deyður av tí hættisliga slag- num av fuglakrími, í Russlandi eru fleiri dunnur deyðar, og í Noregi verður ein deyð álka kannað FUGLAKRÍM Árni Joensen fartekst@mail.dk Bretsku myndugleikarnir kunngjørdu sunnudagin, at ein pappageykur, sum var í búri, var deyður av tí slang- um av fuglakrími, sum eis- ini hevur víst seg at vera lívshættisligt fyri fólk. - Virusið er mest átøkt tí slagnum, sum varð funnið í dunnum í Kina fyrr í ár, men talan er ikki um tað slagið, sum er funnið í Rumenia og Turkalandi. Talan er um tað lívshættis- liga virusið H5N1, men kortini eitt slag, sum vit ikki hava sæð fyrr, segði leiðandi djóralæknin hjá bretska umhvørvismála- ráðnum, Debby Reynolds, við BBC. Pappageykurin var kom- in úr Surinam í Suður- amerika og var í varðhaldi hjá eftirlitsmyndugleikun- um saman við øðrum trop- iskum fugli, tá hann doyði. Samstundis hava russ- isku myndugleikarnir boð- að frá, at teir hava nú stað- fest tað vandamikla slagið av fuglakrími í tí evrope- iska partinum av landinum. Frammanundan var sjúkan staðfest eystan fyri Ural- fjøllini, men í gjár varð kunngjørt, at myndugleik- arnir høvdu funnið H5N1- virusið í vevnaði av fimm høsnum, sum vóru deyð á einum bóndagarði í Tam- bov, sum er í landssynning úr Moskva. Talsmaðurin hjá russisku heilsumyndugleikunum segði, at tólv høsn vóru deyð av sjúkuni, og at myndugleikarnir høvdu givið boð um at avlíva 53 dunnur og høsn, sam- stundis sum økið kring bóndagarðin varð avbyrgt. Um vikuskiftið vórðu fleiri fuglar funnir deyðir nærhendis Kristiansand í Noregi. Teirra millum var ein álka, og myndugleikar- nir gjørdu í gjár av at kanna, um hon var deyð av fuglakrími. Paul Stamberg hjá norsku heilsumyndug- leikunum segði, at álkan kann vera deyð av einum slagi av fuglakrími, men at tað kortini ikki nýtist at vera tað slagið, sum er vandamikið fyri fólk. Úr- slitið av norsku kanningini kemur ætlandi í morgin. Í Makedonia og Kroatia eru fólk komin fram á deyðan fugl, men enn er ikki staðfest, um talan er um fuglakrím. 150 mill. mannalív Í Keypmannahavn eru ser- frøðingar komnir saman at viðgera støðuna og vandan fyri, at tað lívshættisliga slagið av fuglakrími kann breiða seg um allan heimin. Tað er heimsheilsustovn- urin WHO, sum skipar fyri fundinum, ið hevur til endamáls at kanna, hvussu heimssamfelagið kann forða sjúkuni at breiða seg. Umleið helmingurin av teimum, sum eru vorðin smittað við H5N1, eru deyð av sjúkuni, men tað stóra vandamálið er, um sjúkan fer at smitta ímillum fólk. So kann hon breiða seg um allan heimin, og serfrøð- ingar siga, at ein heimsum- fatandi sjúka av hesum slagnum kann fara at krevja 150 milliónir mannalív. Veksandi ES-undirtøka í Noregi Fuglakrímið nærkast Í fleiri evropeiskum londum hava myndugleikarnir givið boð um at avlíva fugl. Hendan myndin er úr Rumenia Mynd: Reuters