Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Smyril eigur at sigla tríggjar ferðir um dagin millum Havnina og Suðuroy. Tað er uppgávan hjá vinnuni í Suðuroyar at koma við tilboðum, soleiðis at enn fleiri fólk fara at ferðast til Suðuroyar, heldur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, sum ferðast við Smyrli hvørt vikuskifti NÝGGI SMYRIL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Eg var ovfarin av at síggja, at Smyril var so flottur og gjøgnumførdur, sum hann í veruleikanum er. Har hava vit veruliga fingið nógv fyri pengarnar. Soleiðis sigur Her Nicla- sen, sum umframt at vera stjóri á Ferðaráð Føroya eisini er millum teirra, sum nýta suðuroyarleiðina sera nógv. Bæði hann og konan eru ættað av Tvøroyri, og tey eru í Suðuroy so gott sum hvørt vikuskifti. Heri Niclasen hevur ver- ið í ferðavinnuni í nógv ár. Hann hevur verið markn- aðarleiðari bæði hjá Smyril Line og hjá Atlantsflog, áðrenn hann gjørdist stjóri á Ferðaráð Føroya. Heri Niclasen hevur tí innlit sum fáur í føroysku ferðavinnuna, og sum suð- uroyingur eisini sera gott innlit í júst farleiðina til Suðuroyar. – Eg merkti mær serliga orðini hjá Jógvani við Keldu, sum vóru ein bein- leiðis áheitan á vinnuna í Suðuroy um at menna vinnulív og ferðavinnu í oynni, segði Heri Niclasen. Hann heldur, at suðuroy- ingar eiga at gera sær dælt av, at tað júst er Jógvan við Keldu, sum nú er lands- stýrismaður í innlendismál- um. – Hann hevur verið borg- arstjóri í Klaksvík í 16 ár. Hann veit sum fáur, hvussu tað er at virka í einum út- jaðaraøki, og tá hann vísir á, at initiativið eigur at koma frá suðuroyingum, so eiga fólk í suðuroy at taka hann upp á orðið, tí hann er tann higartil best møguligi innlendismálaráðharrin fyri suðuroyingar, heldur Heri Niclasen, sum heitir á suð- uroyingar at smíða, meðan jarnið er heitt. Skulu økja inntøku- møguleikarnar Í útvarpinum hevur sein- astu dagarnar verið víst á, at Smyril er ov stórur, og at skipið fer at sigla fleiri túr- ar so at siga tómt, um ikki fleiri fólk fara at ferðast við nýggja skipinum, enn tað vóru við gamla Smyrli. – Eg haldi, at tað er heldur løgið at koma við hasum kritikkinum júst nú, tá skipið liggur á fjørðin- um. Hasi tølini hava verið kend so leingi, sá hasin kri- tikkurin átti at verið komin fyri langari tíð síðani, heldur Heri Niclasen. Hann heldur ikki, at tað er rætt nú at fara at keglast um, hvørt tað er rætt at nýta so nógvar pengar upp á suðuroyarleiðina. – Hetta minnir meg um kjakið í Danmark undir kreppuárunum, tá tosað varð um, hvørt danir høvdu ráð at hava Føroyar ella ikki. Vit eiga ikki at leggja upp til slíkt kjak í Føroyum, um vit nú hava ráð at nýta 33 mió kr upp á Suður- oynna ella ikki. Hetta er tað, sum tað kostar, og tað er so tað – Tað er nú upp til ferða- vinnuna at skapa møguleik- ar, soleiðis at hinin 85% af Føroya fólki eisini fáa høvi at at vitja Suðuroynna og harvið økja um inntøku- møguleikarnar bæði í Suð- uroy og sjálvandi eisini fyri suðuroyarsiglingina. Heri Niclasen vísir á, at áhugin hjá føroyingum fyri at ferðast í egnum landi er vaksandi, og hann væntar, at áhugin fyri at ferðast til Suðuroyar fer at vaksa enn meira, men hvussu nógv, tað veldst sjálvandi um tey tilboð, sum vinnan í Suður- oy fer at koma við, heldur Heri Niclasen. Tá Sosialurin hitti Hera Niclasen var hann staddur á Tvøroyri, har Ferðaráð Før- oya og ferðavinnan í Suður- oy hildu økisfund. Tað var av tilvild, at fundurin var í Suðuroy júst nú, men júst hetta málið fóru tey at um- røða, segði Heri Niclasen. Heri Niclasen heldur eisini, at nýggi Smyril eigur at verða brúktur á øðrvísi hátt. Hann heldur, at skipið er vælegnað til ráðstevnur og fundir, og um virki og virkisleiðslur í Føroyum fara at leggja eina vitjan í Suðuroy inn á fundarskrá- irnar, so er hetta ein frálíkur møguleiki við nýggja Smyrli. Tríggjar túrar um dagin Heri Niclasen heldur, at nýggi Smyril eigur at sigla millum Havnina og Suður- oy tríggjar ferðir um dagin. - Vit vita, at suðuroyar- leiðin kostar 33 mió kr ár- liga at reka. Skapa vit skip- inum fleiri inntøkur, so minkar hetta talið sjálv- andi, og koma fleiri ferða- fólk til Suðuroyar, so eru eisini fleiri inntøkumøgu- leikar hjá vinnuni í Suður- oyar. Men er tað ikki gjørligt at fáa skipið at sigla tríggjar túrur um dagin alt árið, so má alternativið verða, at skipið siglir tríggjar túrar í summarhálvuni - kanska frá mai til oktober, heldur Heri Niclasen. Av og á hava røddir verið frammi um, at strandfara- skipini eiga at hava skeinki- loyvi. Og tosar man um at gera serligar útferðir við Smyrli - ella um hann verð- ur nýttur til ráðstevnur, fundir og veitslur, so kann spurningurin koma aftur upp at venda. Men hvat heldur Heri Niclasen um tað? – Fyri meg er tað ikki av- gerandi, um Smyril fær skeinkiloyvi ella ikki. Tað má vera upp til Strand- ferðsluna at gera av, men eg hugsi ikki, at tað fær nakra ávirkan á ferðafólkatalið, tí ferðfólkini fara at sigla til Suðuroyar, um Smyril hev- ur skeinkiloyvi ella ikki. Men um leiðslan á Strand- ferðsluni finnur tað fyri gott, so eiga teir at gera tað, heldur Heri Niclasen. Ikki í uttanlands- sigling Onkur hevur nevnt, at framstigið við nýggja Smyrli er eins stórt, og tað var, tá gamli Smyril kom í 1975. Heri Niclasen vísir tó á, at tørvurin er so nógv brottur síðani tá. – Vit hava nú vant okkum við bilferjur. Tað var ikki vanligt í 1975, tí var tað ein stór kollvelting tá. Tann Smyril, sum var fram til 1975 tók einar 10 bilar, meðan tann nýggi tá tók um 120 bilar, tað var sjálvndi ein stór broyting. Nýggi Smyril í dag er nógv størri, og komfortin er nógv betri, skipið er eisini sjóbetri og gongur skjótari. – Men nýggi Smyril eigur ikki at fara í uttan- landssigling. Tað eiga teir, sum fáast við uttanlands- sigling at taka sær av, er greiða hugsanin hjá Hera Niclasen. Hann vísir á, at Smyril ikki er dimensioneraður til uttanlandssigling. Hann er bygdur til innanlands- sigling í Føroyum. Fleiri ferðast til Suðuroyar Seinastu tvey árini hevur ein greiður vøkstur verið í ferðafólkatalinum til Suð- uroyar. Hetta heldur Heri Niclasen bæði skyldast teimum tilboðum um gist- ing og útferðir, sum vinnan í Suðuroy hevur boðið eins og átakinum »Ferðast í egnum landi«, sum nógv hevur verið lýst við í miðl- unum. Ferðamaðurin og suður- oyingurin Heri Niclasen fegnast um nýggja skipið. Hann vónar ikki, at vit fara at hoyra meira gremj um, at suðuroyarleiðin er ov dýr. – Uppgávan er nú at fáa tær 33 milliónir krónurnar, sum leiðin er mett at kosta, at minka við fleiri inntøk- um á leiðini, sum skulu gera nýggja Smyril til eitt veruligt vinnutól. Nr. 203 - 25. oktober 2005 17 Nýggi Smyril skal gerast eitt veruligt vinnutól Heri Niclasen heldur, at nýggi Smyril eigur at sigla tríggjar túrar millum Havnina og Suðuroynna um dagin Nýggi Smyril kom á fyrsta sinni á Havnina leygarmorgunin, tá nógv fólk og bátar tóku ímóti