týsdagur 25. oktober 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 203 - 25. oktober 2005
Tá Smyril leygardagin
kom á Havnina,
hugtók hann fólkini,
sum tóku ímóti.
Stásiliga skipið
bergtók sanniliga tey,
sum vitjaðu umborð
NÝGGI SMYRIL
Dagfinn Olsen
Dagfinn@sosialurin.fo
Nýggi
Smyril
kom
á
Havnina leygarmorgunin –
eins og tá hann kom á
Krambatanga á Tvøroyri,
og suðuroyingar sluppu at
vitja umborð, so hugtók
stásiliga skipið í dag tey,
sum komin vóru á bryggj-
una í Havn og eisini sluppu
at vitja umborð.
Heðin Mortensen, bor-
garstjóri í Havn, fegnaðist
eisini, og í røðu síni ynksti
hann skipinum vælkom-
num og Strandferðsluni til-
lukku við skipinum.
– Somuleiðis ynskja vit í
kommununi skipara og
manning at vera hjartaliga
vælkomin at bryggju í
Havn. Eg má siga, at tað
var ein ótrúliga vøkur og
hugtakandi sjón at síggja
Smyril koma inn um Glyv-
ursnes og fram við Argja-
landinum á síni jomfrúferð
norður um Suðuroyarfjørð.
Vit norðanfjørðs hava bíð-
að í so leingi eftir at síggja
nýggja flaggskip okkara í
samferðsluflotanum.
Vit
hava hoyrt nógv føgur orð
um skipið, men tess størri
er gleðin, nú dagurin lok-
sins er komin, segði Heðin
Mortensen m.a. í røðu síni.
–
Heimstaðurin
hjá
Smyrli er á Tvøroyri, men
vit í Havn gleðast eisini um
skipið og vilja fagna tí. Og
tað er ikki so løgið, tí teir
undanfarnu
Smyrlarnir
hava sanniliga verið partur
av gerandisdegi okkara í
Havn. Hin »gamli«, sum nú
verður tikin úr rutu, hevur
sett sín dám á býarmyndina
og virksemið her á havnar-
lagnum í eina fjórðingsøld.
Hann hevur trúliga stevnt
inn og út um Molan í øllum
veðri hvønn dag í vikuni øll
hesi árini, segði Heðin
Mortensen.
– Fram til fyrru helvt av
1970-árunum var bryggjan
her við Eystaruvág mið-
depilin í siglingini innan-
oyggja. Mangan var trong-
ligt, tí tá komu at kalla øll
til Havnar sjóvegis. Her
komu og fóru ferðafólkini.
Her lossaðu og lastaðu
Heðin og havnarfólk fegna
– Við hesum skarvslop-
um inn í framtíðina á
samferðsluøkinum er
slóðað fyri mening og
trivnaði runt oyggjar-
nar. Í dag hátíðarhalda
vit so stórstu íløgu
nakrantíð á Oyggjaleið-
unum hjá SL. Íløgan,
sum skal tengja Suður-
oynna nærri at megin-
økinum. Íløgan, sum
vónandi fera at javnseta
Suðuroynna við oyggj-
arnar norðanfjørðs
NÝGGI SMYRIL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Bjarni Djurholm helt dagin
vera stóran fyri føroyingar
sum heild og serstakliga
fyri tey, sum javnan ferðast
á
Suðuroyarleiðini,
nú
nýggi Smyril umsíðir var
komin til Havnar. Hann
vísti á, at hetta nýggja og
stásiliga skipið er eitt úrslit
av drúgvum fyrireikingum
og einum megnar arbeiði
hjá fyrst og fremst Strand-
faraskipum Landsins, men
eisini politiskum myndug-
leikum og privatum ráðgev-
um.
– Fyrstu fyrireikingarnar
til hesa stóru verkætlan
byrjaðu fyri sjey árum síð-
ani, og ikki minni enn
tríggir ymiskir landsstýris-
menn og tveir ymiskir
stjórar á Strandfaraskipum
Landsins hava haft ábyrgd-
ina av verkætlanini. Fyri-
reikingarnar til hesa verk-
ætlan byrjaðu longu í 1998,
tá søkt varð um játtan til
prosjektering á fíggjarlóg-
ini fyri 1999.
Hann segði, at ein ar-
beiðsbólkur varð settur á
Strandfaraskipum Landsins
at greina hvørji krøv,
nýggja
suðuroyarskipið
skuldi lúka, og lat hesin ar-
beiðsbólkur eina frágreið-
ing frá sær í september
1999. Verkætlanarbólkurin
varð seinni víðkaður við
umboðum úr Suðuroy eis-
ini.
Tilfarið frá verkætlanar-
bólkinum gjørdist høvuðs-
grundarlagið undir tí pro-
sjektering, sum ráðgevandi
verkfrøðingarfelagið Knud
E. Hansen kom at standa
fyri.
– Eg kann í hesum sam-
bandi nevna, at Knud E.
Hansen eisini prosjekteraði
gamla Smyril, sum nú eitur
Smyril I. Eisini hevur
henda fyritøka staðið fyri
projektringini av donsku
sjóverjuskipunum,
sum
sigla um okkara leiðir, og
ikki er sørt, at skapið av
sjóverjuskipunum sæst aft-
ur í nýggja Smyrli, segði
Bjarni Djurholm.
Hann segði eisini, at
verkætlanin varð í oktober
2001 bjóðað út millum 20
skipasmiðjur
úr
øllum
heiminum. Tá avtornaði,
hevði skipasmiðjusamtakið
IZAR í Spania besta boðið,
og farið varð í samráðingar
við skipasmiðjuna við tí
endamáli at gera ein sátt-
mála um bygging.
Til at snikka sáttmálan
saman útvegaði SL og
Vinnumálaráðið sær hjálp
frá nøkrum av kønastu
serfrøðingunum innan øk-
ið, m. a. Maersk Broker og
bæði altjóða og føroyskum
advokatum.
– Eg fekk sjálvur tann
heiður at undirskriva sátt-
málan við IZAR tíðliga á
vári 2002. Og havi eg í
byggitíðini tí havt høvi at
fylgja byggingini og vitja
I Z A R - s k i p a s m i ð j u n a
nakrar ferðir. Hetta hevur
verið stak áhugavert og
hevur givið innlit í ta
byggisamskifti, sum er
neyðugt í slíkari stórverk-
ætlan.
– IZAR-skipasmiðjusam-
takið kom tíverri í andróður
mótvegis ES-myndugleik-
unum um tað mundið, tá
Smyril var farin av bakka-
stokki. ES-myndugleikar-
nir áløgdu skipasmiðju-
samtakinum bót upp á fleiri
milliardir fyri fjaldan stuð-
ul og vandi gjørdist fyri, at
skipasmiðjan í San Fernan-
do, har Smyril varð bygdur,
fór at vera afturlatin.
Hetta hevði við sær ar-
beiðssteðgir og verkføll
sum gjørdu, at handanin av
Smyrli kom í drag. Nógv
samskifti var síðani millum
SL og IZAR sum hepnaðist
væl, og standa vit í dag við
einum skipi, sum kann
sigast at vera eitt verdugt
flaggskip í flotanum hjá
Strandfaraskipum
Land-
sins, og enntá til ein lægri
kostnað, enn ásett í verk-
lagslógini, segði hann.
Bjarni Djurholm helt at
gongdin í málinum farna
árið vísir greitt, hvussu
týdningarmikið tað er, at
forarbeiðið í slíkum verk-
ætlanum verður gjørt til
lítar, ikki minst tá trupul-
leikar stinga seg upp í
byggitíðini.
– Hóast summi í síni tíð
hildu, at komið var nakað
seint í gongd, so frøist eg
um í dag, at SL og Vinnu-
málaráðið nýttu neyðuga
orku til fáa til vega sátt-
mála, sum seinni vísti seg
at hava avgerandi virði.
– Eitt gott forarbeiði er tó
einki vert, um ikki eftirlitið
við verkætlanini verður
gjørt til lítar, og tað haldi eg
at Strandfaraskip Landsins
hava klárað til UG, segði
Bjarni Djurholm.
– Eg fari at nýta hetta
høvið at rósa teimum fólk-
um á Strandfaraskipum
Landsins, sum hava verið
involverað í byggingini av
nýggja Smyrli, herundir
fyrireikingarbólki, byggi-
eftirliti og ikki minst leiðsl-
uni, sum hevur tikið eitt
megnartak í sambandi við
hesa verkætlan.
– Nýggja skipið viðførur
eitt skarvslop í tænastustigi
á farleiðini. Skipið siglir
skjótari, hevur størri ka-
pasitet og komforturin er
betri. Sum Landsstýrimað-
ur í vinnumálum fegnist eg
eisini um bøttu umstøður-
nar hjá vinnuni á Suður-
oyarleiðini, sum ikki hava
haft ov góð kór seinastu
árini.
Eitt sum mær dámar so
serstakliga væl við nýggja
Suðuroyarskipinum
er
sniðið. Tað líkist einum
ordiligum skipi, um man
kann siga tað soleiðis. Tað
er ikki so løgið, at fyritøk-
an, sum teknaði skipið,
Knud E. Hansen, hevur
brúkt
tekningarnar
av
nýggja Smyrli í kunningar-
tilfari
um
fyritøkuna.
Nýggi Smyril er eitt sera
snøgt skip, segði Bjarni
Djurholm.
Stór menning á
samferðsluøkinum
Seinastu fimm árini eru
samferðsluviðurskiftini og
-møguleikarnir
broyttir
radikalt
til
tað
betra.
Nýggja Sandoyarferja er
tikin í nýtslu, fast samband
er til Vágarnar, í dag taka
vit móti nýggjum Smyrli til
Suðuroyar og um hálvt ár
fast samband til Klaksvík-
ar.
Og um ikki so langan tíð
verður klárt at taka polit-
iska støðu til fasta sam-
bandið til Sandoyar um-
framt, at vit um eitt ár ella
so fara at leingja flogvøllin
í Vágum.
– Við hesi gongd nærkast
vit degnum, har nærum
allir føroyingar kunnu flyta
seg millum bygdir, tá teir
vilja eftir egnum ynski.
Fyri bert tíggju árum síðani
hevði hetta verið at rokna
sum ørvitistos.
_ Við hesum skarvslop-
um inn í framtíðina á sam-
ferðsluøkinum er slóðað
fyri mening og trivnaði runt
oyggjarnar. Í dag hátíðar-
halda vit so stórstu íløgu
nakrantíð á Oyggjaleiðun-
um hjá SL. Íløgan, sum
skal tengja Suðuroynna
nærri at meginøkinum.
Íløgan, sum vónandi fera at
javnseta Suðuroynna við
oyggjarnar norðanfjørðs.
Við vón um, at hetta fer
at hepnast fari eg at ynskja
okkum øllum tillukku við
skipinum blíðan byr fram-
yvir, segði Bjarni Djur-
holm.
Heðin Mortensen vísti á, at
Smyrlarnir seinastu góðu 100
árini hava verið fastur
partur av býarmyndini í
Havn
Eitt skarvslop inn í framtíðina
Av molanum í Havn var fýrverk
skotið til heiðurs fyri nýggja
Suðuroyarskipinum
Bjarni Djurholm hugleiddi
um framtíðar samferðslu-
møguleikarnar