týsdagur 25. oktober 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
manningarnar post, mjólk,
olju og annað farm. Her
kom Vesturleið úr Miðvági,
Pride úr Klaksvík og
Smyril sunnaneftir. Ritan
røkti siglingina í Sand-
oynna, út í Hest og Koltur
og til Nólsoyar. Tróndur,
Sigmundur og aðrir bátar
hjá
Mjólkaforsýningini
sigldu inn á Skálafjørðin og
norð í Sundalagið, umframt
at mjólkarbátarnir eisini
røktu regluliga flutningin
til Kollafjarðar, Kaldbaks
og bygdirnar har um leiðir.
Umframt at aðrir bátar
fluttu fólk og farm um firð-
ir og sund, segði Heðin
Mortensen m.a.
– Persónliga fegnist eg
saman við mínum vinum,
kenningum og ættarfólki í
suðri, nú ein nýggjur Smyr-
il kemur at røkja siglingina.
Nú hava vit eitt skip, sum
er bygt til at sigla hesa
mangan drabbutu farleið,
ið vit øll mangan hava
upplivað, tá ið ferðast
hevur verið suður.
– Suðuroyingar hava tik-
ið skipið til sín, og eg ivist
onga løtu í, at soleiðis
verður tað eisini hjá okkum
norðanfjørðs, segði Heðin
Mortensen m. a. í røðu síni
við móttøkuna av Smyrli,
og borgarstjórin i Havn
yngsti síðani nýggja Smyrli
vælkmonum til Havnar og
ynksti
reiðarínum,
manning og starvsfólki
Guðs signing og blíðan byr.
Nr. 203 - 25. oktober 2005
19
– Tað er ikki ov nógv
kravt, at skipið siglir
oftari enn ætlað. Her
kann bert talan
verða um tvinnar
tættir, annar er, at
Løgtingið játtar
meiri pengar, men
tann betra loysnin
er, at inntøkurnar
kunnu mennast við
fleiri átøkum, segði
Jógvan við Keldu,
landsstýrismaður m.
a., tá hann tók ímóti
nýggja Smyrli í Havn
leygardagin
NÝGGI SMYRIL
Eirikur Lindenskov
Eirikur@sosialurin.fo
Jógvan við Keldu, lands-
stýrismaður í innlendis-
málum tók tað sum ein
stóran heðiur at kunna
nýggja »Smyrli« vælkom-
nan á Havnina.
– Fyri viku síðani kundu
vit fegnast saman við
suðringum í samband við
áhugaverda og væl til-
rættalagda móttøku fyri
»Smyrli« á Tvøroyri, júst á
tí plássi, har privat fyri-
takssemi tók stig til at
leggja lunnar undir skip-
aða strandferðslusigling í
Føroyum fyri 110 árum
síðani.
Hann segði at av teim-
um størru økjunum í Før-
oyum verða nú bara Sand-
oyggin og Suðuroyggin,
har fasta sambandið ikki
er veruleiki, og tí er tað av
størsta týdningi, at henda
farleið – hesin landsvegur
– verður so dagførd sum
gjørligt og so trygg, at fult
álit dagliga kann verða á
hesi leið.
Hann vísti á, hvussu
sárbær hesi øki kunnu
verða, tá verkfall, sum alt
ov ofta stinga seg upp,
kunnu leggja hesi øki lam-
in, hóast hesi øki í so lítlan
mun eru partur av hesi
abreiðsósemju.
Hann helt, at farleiðin í
hesum sambandi má ger-
ast tryggari og meira álít-
andi, soleiðis at henda
óhepna støða bæði fyri
vinnulív, farma- og fólka-
flutning, og ein tílík køv-
andi gerð, ikki tekur seg
uppaftur.
– Ov ofta hevur nú verið
tosað, uttan úrslit, helt
Jógvan við Keldu, sum
heitti á Vinnu- og Fíggjar-
málaráðið og fakfeløg um
at seta seg niður og ikki
helma í, fyrrenn ein veru-
lig framtíðarloysn er funn-
in á økinum, so at vinnu-
lívsfólk tora og vilja gera
íløgur í størri mun, enn tey
hava, á hesum økjum.
– Hetta er og verður
lívsneyðugt fyri økið, og
við hesum kunnu vit vísa
á, at vit sum politiskur
myndugleiki meina tað,
vit siga, segði Jógvan við
Keldu, sum eisini vísti á,
at í okkara nýmótans sam-
felag eru samskifti og
samferðsla ikki bert neyð-
ug men eitt krav, um nøkur
framgongd
aftur
skal
verða á hesum økjum, og
tí helt hann tað eisini vera
tvingandi neyðugt, at fólk-
ið, har fast samband er,
skilur hetta álvarssemi.
– Vit fara tí eisni at
fylgja neyvt við gongdini í
siglingini hjá »Smyrli«, og
hvussu hon kann mennast,
tí títtleikin er ein avger-
andi partur, tí er tað ikki
ov nógv kravt, at skipið
siglir oftari enn ætlað. Her
kann bert talan verða um
tvinnar tættir, annar er, at
Løgtingið játtar meiri
pengar, men tann betra
loysnin er, at inntøkurnar
kunnu mennast við fleiri
átøkum. Men sum eg so
ofta havi sagt, er neyðugt,
at Suðuroyggin stendur
saman bæði kommunur
hvør sær og kommunur,
vinnulív
og
fakfeløg,
segði Jógvan við Keldu
Jógvan við Keldu takk-
aði at enda teimum, sum
frá fyrsta degi hava tikið
lut í hesum felagsátaki,
sum ikki er minni enn eitt
bragd.
Øll serfrøðin er samd
um, hóast svart sá út fyri
sløkum ári síðani, at vit
eru komin sera væl burtur
úr hesum hepna átaki bæði
fíggjarliga og tekniskt og
kanska betri, enn vit tordu
at trúgva.
– Eg havi eisini heitt á
Strandferðsluna, áðrenn
skipið fer í skipaða sigl-
ing, at fara á eina fram-
sýningarferð inn á Skála-
fjørðin og til Klaksvíkar,
segði Jógvan við Keldu.
– Bæði skipi, manning
og ferðafólki verður ynskt
Harrans signing, nú hetta
stásiliga skip fer til verka,
segði Jógvan við Keldu.
Strandferðslustjórin
Kristian Davidsen
var millum røðarar-
nar, tá nýggi Smyril
kom á Havnina
leygardagin
SMYRIL
dagfinn@sosialurin.fo
Í røðu síni vendi Kristian
Davidsen sær til starvsfólk
á Strandferðsluni og til
allar føroyingar.
Hann segði m.a.:
– Seks ár eru liðin,
síðani farið varð undir
fyrireikingarnar til hetta
nýggja og stásiliga skip.
Tað var í 1999, at ein
arbeiðsbólkur á SL fór
undir fyrstu fyrireikingar-
nar. Longu í oktober árið
eftir varð sáttmáli gjørdur
við danska projekterings-
felagið Knud E Hansen
um projekteringina, og í
apríl í 2002 varð sáttmáli
gjørdur við skipasmiðju-
samtakið IZAR í Spania
um bygging. Hóast nakað
av mótráki, so eru vit í dag
komin á mál, og vit síggja
her eitt stásiligt skip, sum
vit øll kunnu vera errin av.
Strandferðslustjórin
segði, at á Strandferðsluni
er nógv orka løgd í ætl-
anina um nýtt skip.
– Eg skal takka øllum
tykkum, sum tóku stig til
hesa stóru verkætlan, og
sum stóðu fyri fyrireiking-
unum frá byrjan av. Eisini
vil eg takka Vinnumála-
ráðnum og Innlendismála-
ráðnum, sum hava varað
av Strandferðsluni hesa
tíðina, fyri sera gott sam-
starv. Serstakliga vil eg
takka tykkum, sum í
byggitíðini
hava
havt
eftirlitið
um
hendi
í
Spania, bæði í styttri og
longri tíðarskeið. Eisini
tekniskir og løgfrøðiligir
ráðgevar,
skipsmeklari,
skipasmiðjan
IZAR,
skipaeftirlit, klassi - øllum
tykkum takki eg fyri eitt
stórt tak og væl úr hond-
um greitt arbeiði. Eg vil
nýta høvi at ynskja øllum
føroyingum hjartaliga til-
lukku við hesum nýggja,
stásiliga fari, segði Krist-
ian Davidsen.
– Nú er tann 5. Smyril í
røðini liðugt bygdur, og
tað er við stoltleika og
stórum spenningi, at vit á
Strandferðsluni taki ímóti
hesum stásiliga og væl
bygda skipi. Til seinast
fari eg at ynskja øllum,
serliga skipara og mann-
ing, góða eydnu og Guds
signing við Smyrli. Eg
vóni, at tit taka væl ímóti
skipinum, og at øll fara at
fara væl um tað, segði
Kristian Davidsen millum
annað og síðani beyð hann
øllum umborð at síggja
skipið.
ast
Smyril eigur at sigla oftari
Nógv fyrireiking og gott úrslit
MÓTTØKA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
-Hetta er ein stór løta hjá
okkum, sum hava siglt við
øllum fimm Smyrlunum.
Ikki minst at síggja navna-
heitið "Smyril, Tvøroyri"
gleðir okkum siga tær
báðar Jutta Mortensen, 83
og Elin Mortensen, 85 ár,
sum í ein munn taka til:
"Okur eiga Smyrol". Tær
báðar vóru millum mongu
fólkini, sum tóku ímóti
nýggja Smyrli í Havn leyg-
ardagin og mugu sigast at
vera veteranar í so máta.
Jutta minnist so týðuliga
hennara fyrsta túr við
Smirli í 1928. Tá var hon
seks ára gomul. Hon minn-
ist, hvussu illa hon spígið.
Báðar gleða tær seg til at
royna henda nýggja Smyril.
Veteranar tóku
ímóti Smyrli
Jógvan við Keldu heldur, at Smyril eigur at sigla oftari, men
tað krevur, at løgtingið játtar fleiri pengar
Kristian Davidsen, strand-
ferðslustjóri, segði, at tað
var við stoltleika, at tey á
Strandferðsluni taka ímóti
nýggja og 5. Smyrli