týsdagur 25. oktober 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 • týsdagur • 25. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Bjarni
leggur
handsk-
arnar
Saman við trimum
HB'arum og einum
B36'ara segði VB-
málverjin leygardag-
in farvæl við toppin
av føroyskum fót-
bólti
FARVÆL
Jákup Mørk
Fyribils er talið av pro-
filum, sum hava biðið
bestu føroysku fótbólts-
deildini farvæl, komið
upp á fimm spælarar. Í
Havn høvdu Rúni Nol-
søe, Hallur Danielsen, Jó-
hannis Joensen og Allan
Mørkøre undan dystinum
boðað frá, at teir nú góv-
ust á hægsta stigi. Og í
ítróttartíðindunum
um
kvøldi kom fram, at
Bjarni Johansen eisini fer
at gevast.
Spurdur, hvørt VB ar-
beiddi við nakrari til-
gongd til komandi kapp-
ingarárið, segði Bjarni, at
hann visti ikki, hvørjum
»teir« arbeiddu við. Og
sjálvur váttar málverjin
eisini, at hann nú er givin.
- Tað er ein avgerð, sum
eg tók hampuliga tíðliga í
ár, so eg var fyrireikaður
til hetta sjálvur. Men tað
sigur seg sjálvt, at tað er
við einum ávísum sorg-
blídni, at tú soleiðis biður
farvøl.
Tað vil so siga, at tað
ikki verður royndi mál-
verjin, sum verjur VB-
málið komandi kapping-
arár, men sjálvur tykist
hetta ikki vera nakað,
sum Bjarni óttast nakað
serligt.
- Nýtt fólk skal jú til fyrr
ella seinni, og tað ger tað
helst eisini hjá okkum.
Viðvíkjandi
málverja-
sessinum, so er Marccyn
Dawid framvegis sátt-
málabundin her suðuri,
og í Heina Jacobsen hava
vit eisini ein ungan mál-
verja við góðum evnum,
so tí partinum eri eg
slettis ikki so bangin fyri,
staðfesti Bjarni Johansen
at enda.
29 ára føðingardags-
barnið Poul Andreas
Jacobsen var tveir
minuttir á vøllinum,
men tað var nóg mik-
ið til, at hann við
kalda vinstrabeinin-
um skoraði málið,
sum bar við sær, at GÍ
ikki flutti niður
GÍ HETJAN
Jóannes Hansen
Størsta drama, sum tað ber
til at ímynda sær á einum
fótbóltsvølli, gekk fyri seg
síðstu lítlu løtuna á Skála
leygardagin.
Tíðin var næstan farin
tríggjar minuttir út um
longdu leiktíðina, tá ið inn-
skifti Volmar Poulsen við
sínum fyrsta máli nakrantíð í
bestu deildini legði SKÁLA
á odda 2-1. Rómin millum
orangu littu Skála spæl-
ararnar var øgiligur. Teir
hildu seg vera á meistarakós.
Teir høvdu fingið við, at
B36 hevði javnað til 1-1
móti HB. Men teir høvdu
ikki fingið við, at B36 hevði
lagt seg á odda 2-1 og harvið
var vorðið meistari!
Gøtumenninir, sum leyg-
ardagin vóru í hvítum
troyggjum og bláum buks-
um, stóðu sum negldir, og
niðurflytingin stóð skrivað á
teimum. Men bara í ein lítl-
an hálvan minutt. So skifti
pallurin fullkomuliga.
Poul Andreas Jacobsen,
sum bara hevði verið á
vøllinum í tveir minuttir,
fekk framlegging í vinstru.
Hann gjørdist púra leysur,
smekkaði til við vinstra
beini, og bólturin fór í
handara síðunetið. Skála
spælarar hoyknaðu niður á
vøllinum. Tað var týðuligt,
at teir hildu, at gullkrónur-
nar, sum teir í ein hálvan
minutt hildu seg hava havt
um hálsin, vórðu tiknar frá
teimum aftur.
Gøtumenn stórfegnaðust.
Men tað gekk ein løta, áðr-
enn teir vóru greiðir yvir,
hvussu stóran týdning út-
javnandi málið hevði havt.
Útvarpið var so upptikið av
FM hýrinum í Gundadali, at
einir fimm minuttir gingu,
áðrenn tað varð staðfest, at
talan hevði verið um mál-
leysan javnleik í Fuglafirði.
So mundi fagnaðurin millum
GÍ viðhaldsfólkini ongan
enda fingið, og Skála spæl-
ararnir kundu væl liva við úr-
slitinum, tá ið tað var vorðið
teimum greitt, at útjavnandi
málið hevði ikki kostað
teimum gullkrónurnar.
Stór føðingardagsgáva
Poul Andreas Jacobsen skor-
aði 2-2 málið fyri GÍ. Hetta
var fyrsta ferðin, at hann var
á besta GÍ liðnum í ár. Hann
var á vøllinum í tveir min-
uttir á sínum 29 ára føðingar-
degi. Hann plagar ongantíð
at skjóta við vinstra beini.
Tað gjørdi hann hesa ferð, og
tann skotroyndin er ítøkiliga
orsøkin til, at GÍ í morgin og
leygardagin móti B71 fer at
fáa nýggjan møguleika at
spæla fyri lívinum í For-
mula-deildini.
- Hatta var heilt fantastiskt.
Vit kendu ikki úrslitið í
Fuglafirði. Men vit vistu, at
tað var alneyðugt hjá okkum
at fáa stig. Eg var rættuliga
leysur, tá ið eg fekk bóltin
fram í vinstru. Eg rak eitt
sindur, og so smekkaði eg
bara til. Eg plagi ikki at skjó-
ta við vinstra beini, men tað
gjørdi eg hesa ferð, eg rakti
bóltin væl, og tað var fant-
astiskt at síggja bóltin fara í
handara síðunetið, sigur Poul
Andreas Jacobsen í Gøtu.
Í ovfarakætinum vóru tað
nógvar positivar viðmerk-
ingar í GÍ leguni eftir dyst-
arlok.
- Vinstra beinið hjá Poul
Andreasi er er so mikið kalt,
at tað er nóg illa, at hann er
førur fyri at standa á tí!,
skemtaði ein av fegnu liðfel-
øgunum.
- Eg havi einki vant í ár.
Eg havi hjálpt til í 2. deild.
Har havi eg verið í verjuni,
og har hevur verið nóg
mikið at gera. Tá ið Petur
Mohr var vorðin venjari,
heittu teir á meg um at koma
at venja, og hetta var fyrsta
ferðin, at eg kom inn. Eg
kann ikki annað enn rósa
liðfeløgunum fyri, at teir
rættuliga stríddust fyri søk-
ini, og tað var framúr gott, at
vit fingu løn fyri stríðið,
heldur maðurin, sum skor-
aði eitt tað mest týdningar-
mikla málið nakrantíð fyri
GÍ í bestu deildini.
Helt tú so føðingardag
leygarkvøldið?
- Nei, eg var sjálvur í
føðingardegi í Havnini. Har
vóru fleiri HB viðhalds-
fólk. Vit vóru ógvuliga feg-
in um, at tað hevði eydnast
GÍ í fyrstu atløgu at sleppa
undan niðurflyingini, og
tey vóru sera hørm um, at
tað ikki hevði eydnast HB
at vinna FM. So talan var
um stórar kontrastir.
Av kambinum og á
botn
Eisini í Fuglafirði vóru
kensluligi
kontrastirnir
ógvuliga stórir. Tíðindini
um at Skála hevði lagt seg
framum 2-1 móti GÍ ferð-
aðust skjótt til Fuglafirðar.
Tá ið dysturin millum ÍF og
TB var liðugur, og úrslitið
var málleysur javnleikur,
varð í Fuglafirði roknað
við, at TB hevði bjargað
sær undan aftasta plássin-
um, og at GÍ var flutt niður.
Millum fleiri ÍF viðhalds-
fólk tóktist tað ikki sum um,
at tey løgdu nakað serligt í,
at grannarnir nú vóru foknir
úr deildini, og sjálvandi var
talan um stóran fagna
millum TB viðhaldsfólkini,
sum vóru komin norður at
stuða teirra liði.
Tá ið so tíðindini endiliga
frættust um óvanliga dram-
atiska endan og úrslitið á
Skála, vóru tað TB við-
haldsfólkini og TB spælar-
arnir, sum noyddust at stað-
festa, at hóast tað leikliga
ofta hevur hilnast væl, so er
steðgurin í bestu deildini í
hesum umfarinum liðugur.
TB skal aftur næsta ár spæla
í 2. deild. TB viðhaldsfólk-
ini syrgdu eins nógv og GÍ
viðhaldsfólkini høvdu gjørt
á Skála. Munurin var bara
tann, at meðan vónbrotið
hjá GÍ á Skála var av eftir
hálvum minutti, so er niður-
flytingin og avleiðingarnar
av henni veruleiki, sum tey
á Tvøroyri mugu liva við í
hvussu so er næsta árið!
Kalt vinstrabein bjargaði GÍ
Dramatikkurin var øgiligur - og frøin var ikki minni øgilig, tá gøtumenn funnu útav, hvussu stóran týdning 2-2 málið hevði
Mynd: Jens Kristian Vang