týsdagur 25. oktober 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 25. oktober 2005
21
Hóast aðrir venjarar
høvdu fleiri og drúgv-
ari royndir, so gjørd-
ist tað Sigfríður Cle-
mentsen, sum at enda
stóð við gullinum.
Sjálvur legði hann tó
stóran dent á, at hetta
fyrst og fremst var úr-
slit av góðum hug-
burði hjá spælarun-
um. Og ikki minst
styrkini í at hava ein
venjara, sum burtur
av hevur tikið sær at
fysiska partinum
GULL-VENJARIN
Jákup Mørk
Tað er einki at ivast í, at
fagnaðurin var stórur í
skiftirúminum hjá B36 eftir
sigurin á HB. Ikki minst
mundi tað kennast sum ein
stórur sigur hjá bara 32 ára
gamla
B36-venjaranum,
Sigfríður Clementsen.
Men hóast gleðina, so
mátti hann ásanna, at tað
ikki altíð hevur verið eins
stuttligt at staðið við B36-
stýrisvølin Og einaminst
mundi tað vera stuttligt, tá
kappingarárið var tveir
dystir og 88 minuttir gam-
alt. Tá hevði B36 tapt fyri
NSÍ, spælt málleysan javn-
leik móti TB, og við tveim-
um minuttum eftir, stóð enn
á jøvnum í heimadystinum
móti EB/Streymi. Ta ferð-
ina varð innskifti Obi bjarg-
ingarmaðurin, sum sendi
bóltin í meskarnar, og tá vit
nú hálvt ár seinni sita og
hugleiða, ivast B36-venjarin
ikki í týdninginum, sum
tann sigurin hevði fyri liðið.
- Fyrst og fremst vil eg
siga, at vit byrja kapping-
arárið ótrúliga væl, tá vit
hølva Skála av við 4-2 í
steypakappingini.
Tann
dystin taptu vit so á skriv-
araborðinum, og hóast eg
ikki var samdur í teirra av-
gerðini, so máttu vit góð-
taka tað.
- Men tað sum er poengið
í hesum er, at tað órógvaði
fyrireikingarnar hjá okkum.
Vit spæla sum so væl móti
NSÍ, men vit tapa, og á
Tvøroyri spæla vit málleys-
an javnleik, og so fara
menn kanska at ivast í sær
sjálvum.
- Men móti EB/Streymi
reistu vit okkum. Og saman
við næsta dystinum, sum
var móti ÍF, so var tann
dysturin grundarlag undir
øllum kappingarárinum. Tá
vóru hesir ótrúliga góðu
bóltspælararnir, sum vit
hava, nóg stórir menn til at
siga, at hetta skulu vit berja
okkum burturúr.
Smalir sigrar
Eitt, sum hevur eyðkent
B36-liðið í ár, eru fáu mál-
ini, sum eru skotin í dyst-
unum, har felagið hevur
verið annar parturin. Størsti
sigurin á árinum var 3-0 á
heimavølli móti GÍ, meðan
tað sera ofta hava verið sera
smalir sigrar, sum eru
fingnir til høldar. Hevur
talan ikki verið um nógvar
strævnar løtur sum venjari?
- Tað hevur verið ræðu-
liga strævið at sita á beink-
inum. Men hinvegin hevur
tú alla tíðina havt eina
trúgv um, at verjuparturin
er somikið sterkur. Liðið
hjá okkum er bygt á tann
hátt, at vit hava fingið eina
sterka verju, og so arbeiða
vit harfrá. Og eg má eisini
siga, at teir framrættaðu
spælararnir hjá okkum hava
gjørt eitt sera stórt defen-
sivt arbeiði.
- Sjálvandi kunnu fólk so
siga, at ein FM-vinnari skal
skora meira, men eg haldi
ikki, at tú kanst siga, at B36
hevur spælt verjufótbólt.
Vit hava kanska ikki havt
teir typisku áleypararnar.
Eg meini so við, at Allan
verður tikin úr verjuni og
niðan, meðan Bergur verð-
ur tikin av kantinum og inn
á álopið. Sjálvandi hevur
tað gjørt, at vit kanska ikki
hava skotið heilt so nógv
mál, sum vit hava havt
møguleikar til. Men sam-
stundis má eg siga, at teir
spælarar, sum hava verið í
álopinum, hava gjørt sítt
arbeiði. Men hyggi eg aftur
at øllum árinum, so kann eg
kanska minnast einar 4-5
hálvleikir, har vit ikki hava
verið spælstýrandi. Og tað
gjørt tú altso ikki, um liðið
hevur spælt verjufótbólt alt
árið.
Fysikkurin
nógv at siga
Fleiri í og kring B36
mundu helst halda, at au-
gust mánaður var um at
køva FM-vónirnar hjá fe-
lagnum. Eina mest tí al-
tjóða skráin var so strævin
hesa tíðina, og tó at øll
felagnum mundu fegnast,
tá felagið vann seg víðari í
UEFA-cup kappingini, so
skerst ikki burtur, at hetta
samstundis kravdi nógv av
liðnum.
Vit spurdu eisini Sigfríð,
hvussu hann helt hevði
ávirkað liðið rætta og
skeiva vegin.
- Sjálvandi vóru teir
dystirnir sera strævnir, men
tey úrslitini gjørdu eisini, at
sjálvsálitið bleiv størri.
Spælararnir
finnu
eina
vissu fyri, at hetta liðið var
nakað serligt, og til dømis
haldi eg eisini, at tú sært
hetta aftur í dag. At menn
fara út til ein avgerandi
dyst, har teir frá fyrsta
bríksli leggja trýst á. Tá
skalt tú hava álit á tær sjálv-
um. Sjálvandi koma vit so
afturum, men vit reisa okk-
um aftur kortini, og tað
haldi eg vísir, at tað býr
nakað serligt í hesum lið-
num. Her er vilji og vinn-
aramentalitetur, og tað er
tað, sum hevur verið avger-
andi í longdini. Tað kann
væl vera, at málini hjá okk-
um í dag eru mistøk frá HB,
men tað er eisini klassi, at
tú megnar at revsa slík mis-
tøk.
Ungur venjari
Sum spælari var Sigfríður í
fleiri ár mett sum ein av
teimum evnaríkastu í land-
inum. Og hóast hann
noyddist at gevast longu í
1997 - bert 24 ára gamal -
so hevði hann tá í fleiri ár
givið boð um ein óvanliga
vandamiklan álopsspælara.
Í dag er tað tó tilveran
sum venjari, sum upptekur
tíðina, og tó at hann er
millum teir avgjørt yngstu
av slagnum, so heldur hann
ikki, at hetta hevur nervað
nakað.
- Fyrst og fremst so vil eg
siga, at vit hava verið tveir
venjarar. Tað kann væl
vera, at eg standi sum høv-
uðsvenjari, men Magni
eigur so sanniliga sín lut í
hesum. Vit eru einasta felag
í landinum, sum hevur ein
fysiskan venjara, og tað
hevur verið sera avgerandi í
ár. Vit hava snøgt sagt verið
betri fyri enn mótstøðu-
liðini. Tað sást tú í Europa-
Cup dystunum, og tað sást
tú eisini í seinna hálvleiki í
dag.
Men hevur tað ikki verið
trupult hjá tykkum at koma
inn sum venjarar, tá fleiri
av spælarunum eru javn-
gamlir og eisini eldri enn
tit?
- Spælararnir hava verið
positivt innstillaðir upp
hetta frá byrjan av, heldur
enn at síggja tað sum ein
trupulleiki. Her eru fleiri
spælarar, sum hava roynt
meira, enn eg havi gjørt,
men tær royndirnar hava
alla tíðina verið nýttar
positivt, soleiðis at teir hava
hjálpt mær. Sum venjari í
dag, so kanst tú ikki bara
fara á vøllin at gera eitt ella
annað. Spælararnir spyrja,
hvat tú gjørt, og hví tú gert
hetta.
- Fyri tíggju árum síðani
kundi ein venjari kanska
bara tveita ein bólt inn, og
biðið spælararnir spælt. Tað
kanst tú ikki gera í dag, tí
spælararnir seta krøv. Tað
hava spælararnir hjá B36 so
absolutt eisini gjørt, men
heldur enn at hesi krøv bara
hava verið sett til mín, hava
teir eisini kravt nógv av sær
sjálvum, og tað hevur gjørt
tað munandi lættari at vera
venjari, staðfesti nýggi før-
oyameistarin at enda.
Yngsti venjarin vann
Lagið var í topp og sigarføringin var høg, tá Sigfríður Clementsen leygardagin kundi staðfesta, at hann saman við liði sínum
hevði vunnið fyrsta meistaraheitið í Formula-deildini
Mynd: Álvur Haraldsen